Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015 Fjallabasillan F leiri og fleiri føroyingar gera sær dælt av vøkru náttúru okkara, og oftari og oftari sært tú fólk ganga í fjøllunum. Á Facebook er ein bólkur, sum eitur »fjallatúrar«, og hesin bólkur hevur ikki færri enn næstan 3.000 limir. Í bólkinum greiða fólk frá túrum á fjallatindum kring landið. Áhugin fyri hesum er stórur, og fólk úr hesum bólki hava eisini verið á ferð kring landið og greitt frá summ­ um av túrinum. Sagt verður, at fólk verða fongd av sonevndu “fjallabasilluni”, men sam­stundis halda hesi fólk, at tað ikki finst nakrar betri heilivágur fyri hvørki likam ella sál enn at ganga í fjøll­unum. Heilsuligi ágóðin er eisini sera virðismikil: Seinkar aldursbroytingum, fyri­byrgir blóðtøppum, lækkar blóð­ trýstið, minkar um vandan fyri sukur­ sjúku, fyri at nevna nakrar. Avmarkar sálarligar trupulleikar, sum tunglindi og ótta. Tú fær betri svónlag og betri minni. Svensk kanning vísir, at børn í úti­ barnagørðum eru betri fyri og hava 25 % færri sjúkradagar. Eru betri fyri sosialt, motoriskt og eru meira tol­ som. 10 fjøll eru í Føroyum, hægri enn 800 m, sum 42 fólk úr “Fjalla­bólk­ inu­m” hava verið á. Fimm fólk hava ging­ið “Topp 100” og ein “Topp 200” – Bert Árni Jakobsen úr Tórshavn hevur verið á øllum skrásettu 340 fjøll­unum í Føroyum.