Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 46 • 9. NOVEMBER 2015 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa O RKA er ein heilsumiðstøð í miðbýnum. Tey sum húsast har eru Ingunn Poulsen frá Fóta­ røkt, Mai-Britt Kjærbo, autoriseraður tann­røktari, Kenneth Ellefsen Body- sds, Janus í Dali sum rekur við­gerð­ arstovuna Tilvita. Umframt Elinborg Jo­hannesen frá bailine. Elinborg Johannesen frá bailine bjóðar effektiva hjálp til at loysa trupul­leikar sum pínulinnan, yvirvekt, ov­erving og strongd. bailine gevur teir vanligu heilsufyrimunirnar sum sunn­ari kolesterol, sterkeri hjarta, betri vøddafunktión, sterkari rygg, liðir og knotur, betri minni og meiri psyk­isk kraft uttan skeiva overving og baks. Har eru nógvir møguleikar sum t.d. lætta styrkivenjing, at koma í form eftir barnsburð, figurforming, kostvegleiðing, pínulinna eins og at lætna og klænka. Sum nakað nýtt í Føroyum ber nú til at fáa magnetiska terapi gjøg­num eitt tól sum endurskapar balansuna í kyknunum í kroppinum við elektromagnetismu. Care4life við­ gerðin hjálpir teimum, sum eru plágað av t.d. pínu, gikt, stress, psoriasis, og vána­ligari blóðsirkulatión. Infrareyð sauna er effektiv hjálp fyri tey sum er plágað av t.d. pínu, gikt, stress, psoriasis og vánaligari blóð­sirkulatión. Ingunn Poulsen frá Fótarøkt sig­ ur, at ein fótaviðgerð byrjar við fóta­ bað, kanning av fótinum, er hørð húð, líktorn ella hælrivur, verður tað skorið burtur, neglirnar verða kliptar, reinsaðar og pussaðar. Tú fært vegleiðing í, hvussu tú á bestan hátt skánar føturnar, og hvør skógvur hóskar til tín fót. Innlegg verða gjørd bæði til arbeiðs-, frítíðar- og ítróttarskógvar. Hetta kann hjálpa upp á pínu í fóti, knøum og ryggi. Sunn­ar føtur alt lívið hava tørv á við­líka­haldi, sigur Ingun Poulsen frá Fóta­røkt. Mai-Britt Kjærbo er autoriseraður tann­røktari, við royndum í Keyp­ manna­havn, Hamburg og Tórshavn í privatum tannklinikkum. – Mítt mál er at røkja tínar tenn, so tú sleppur undan holum, sjúkum í tannhaldi og tannkjøti. Tú fær innlit í tína tannheilsu, vitan og førleika til at halda tínar tenn á besta hátt. Eg vil hava at mínir patientar føla seg tryggar í professionellum hondum. Geri neyvar kanningar, reinsingar og fyribyrgjandi viðgerðir. Góð tannheilsa er umráðandi fyri lívsvirið – sigur Mai-Britt Kjærbo autori­seraður tannrøktari. Kenneth Ellefsen er body-sds, sum stendur fyri Body Self Development’s System. Body-sds og er eitt av heim­ sins mest effektivu viðgerðar- og venj­ingarsystemum, sum er designað til tað modernaða menniskja við fokus á kropsterapi, sjálvmenning, heilsu og vælveru. Funktionell kropsviðgerð eigur at vera fundamentið í tínari venjing. Tú eigur ikki at venja ov nógv um tú hevur skeiv­an kropp, læstar øklar og stívan rygg. Viðgerðin hjálpir til við at rætta upp á læst og skeiv lið, so tín nátúr­ ligi krops holningur kemur fram. Við­gerðin hjálpir til við at rætta upp á læst og skeiv lið, so tín nátúrligi rennistílur kemur fram. Hon hjálpir eisini væl upp á andadráttin, sum hev­ ur stóran týdning fyri vælverðuna hjá okkum øllum og í ítrótti. Hesin viðgerðarháttur hevur verið nýttur í 15 ár í t.d. Tour de France av Kenneth Ellefsen, sum hevur verið knýtt­ur at fimm heimsmeistarum sein­astu árini. Janus í Dali rekur viðgerðarstovuna Tilvita. Vit vilja bjóða eina ferð inn í ein tilvitaðan heim. Vit ynskja at hjálpa og vísa á møguleikan til eitt tilvitað lív við teimum viðgerðum, ið vit kunna bjóða. Okkara virðisgrundarlag er human­ istiskt og eksistentielt. Vit bjóða sam­røðu­við­gerð, venjingar við anda­ drátt­inum, bioenergetik venjingar, skelk og trauma viðgerð, Reiki heal­ ing, supervisión og mekling. Tú kanst fáa einstaklingaviðgerð, parvið­gerð, luttaka í bólkaviðgerð ella familju­við­ gerð. Ein velur sjálvur sína leið – hetta er bert ein møguleiki til eitt tilvitað lív, sigur Janus. Endamálið við heilsumiðstøðini er at kundin fær alt á einum staði. Or­ søkin til at vit kalla heilsumiðsøðina ORKA, er at vit kunnu bjóða alt sum gevur orku, megi og vælveru í ger­ andis­degnum. Tey síðstu árini er talið av pínu­patientum, rygg patientum og ítrottar­fólk sum hava ymiskar trupul­ leikar at dragast við blivin ein vaksandi kundaskari. Tað er ein góð kensla at síggja, at viðgerðirnar veruliga gera mun, sigur Elinborg Johannesen, sum stendur fyri miðstøðini. Orka – heilsumiðstøðin í miðbýnum Heilsumiðstøðin ORKA í Lucas Debesargøta 8 í Havn hevur nógv at bjóða. Umframt allar viðgerðirnar hjá bailine bjóða vit infrareyða sauna, magnetiska terapi, fótarøkt, tannrøkt, Body-sds, samrøðuviðgerð og mangt annað, sigur Elinborg Johannesen Heilsumiðstøðin ORKA við Lucas Debesargøtu Starvsfólkini á heilsumiðstøðini ORKA f.v.: Elinborg Johannesen, Ingunn Poulsen, Kenneth Ellefsen, Mai-Britt Kjærbo og Janus í Dali