týsdagur 10. november 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 46 • 9. november 2015
30
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Heilsa
Nýt telefonina sum
venjingarfelaga
Snildfonirnar geva nýggjar
møguleikar á øllum
økjum og tað finst ein
ørgrynna av appum,
ið lova at hjálpa
tær við tíni venjing.
Bæði á App Store (til iPhones) og
Play Store (til Android) eru hundr
aðtals appir í at velja, alt eftir um
tær leitar eftir onkrum, sum kann
skráseta tína renni-, súkklu- ella
gongitúrar, tína styrkivenjing ella títt
kostarhald.
So um onkur alla tíðina starir
niður í telefonina, meðan viðkomandi
venir, merkir tað ikki, at viðkomandi
ikki miðsavnar seg um venjingina. Ein
av hesum er Høgni Sloan Justesen
– Tað sær býtt út, at eg hyggi nið
ur í telefonina alla tíðina, meðan eg
venji, men orsøkin er, at eg nýti hana
til venjingina, sigur hann.
Høgni Sloan Justesen sigur, at
sjálvur nýtir hann tvær ymiskar appir,
GymGoal og MyFitnessPal.
– GymGoal nýti eg fyrst og fremst
til styrkivenjing. Eg kann skráseta
allar venjingarnar í venjingarætlanini
í appuni og so nýta hana. Tá eg so
komi oman í Yndi, seti eg appuna í
gongd. Har síggi eg, hvørja venjing
eg skal gera. Eg síggi eisini hvørja
vekt eg nýtti seinast og kann soleiðis
fylgja við menningini. Aftan á kann
eg síggja eitt longri
yvirlit yvir, hvussu menningin
hjá mær í hvørjari venjing hevur verið.
Appin gevur mær eisini møguleikan
at skráseta vektina og onnur mát og
soleiðis kann eg fylgja við, hvussu
kroppurin broytist, sigur hann
Meðan GymGoal er ein app egnað
til venjing, fyrst og fremst styrkivenj
ing, so er MyFitnessPal rættað móti
kostarhaldinum.
– MyFitnessPal hjálpir tær at telja
kaloriur.
Har skrásetir
tú tínar máltíðir, hvat
og hvussu nógv tú hevur etið. So
skrásetir tú eitt mál fyri hvussu
nógvar kaloriur, tú skalt eta um
dagin. Appin fylgir soleiðis við,
hvussu nógvar kaloriur tú hevur etið
og minnir teg á, hvussu nógvar tú
sleppur
at eta
afturat. Um tú
skalt eta 2500 kaloriur
um dagin, so minnir hon teg
á, tá tú hevur etið 500, at nú eru
2000 kaloriur eftir hendan dagin.
Minst tó til – appirnar hjálpa tær
at skráseta gongdina, men tú mást
sjálvur reisa teg úr sofuni og koma
í gongd, um tú skalt síggja nakran
mun.
Zombies, Run
Hendan øðrvísi appin ger renningina til eitt spæl, bókstaviliga. Rennarin fær
leiklutin sum rennari nummar
fimm, ið flýggjar undan teimum
ódeyðiligu. Nú er tað upp til
tín at bjarga tær sjálvum og
øllum býnum. Meðan tú rennur,
fortelur appin tær eina søgu,
sum tú kanst liva teg inn í.
Zombies, Run er ókeypis og
fæst til bæði Android og iOS.
FitStar er tín persónligi venjari. Appin
tillagar seg títt støði og gevur tær
venjingar, sum eru avbjóðandi uttan
at vera ov torførar. Tú kanst sjálv
tillaga longdina á venjingunum og
hvørji mál, tú hevur við venjingini.
Eftir venjingina kanst tú meta um,
hvussu hon var, og hjálpir hetta
appini at tillaga framtíðar venjingar.
Fitstar er ókeypis og fæst til iOS.
FitStar
Jefit er væl egnað til kroppsmenning
og styrkivenjing. Ein dátugrunnur við
túsundtals ymiskum venjingum til allar
partar av kroppinum syrgir fyri, at tú finnur
júst tað, tær tørvar. Appin vísir tær, hvussu
venjingarnar skulu gerast og hjálpir tær at
gera eina venjingarætlan. Eisini er gjørligt
at skráseta gongdina. JEFIT er ókeypis og
fæst til bæði android og iOS.
JEFIT
Workout
Trainer
Hendan appin bjóðar tær
túsundtals venjingarætlanir.
Um tú vilt koma í betri form ella
venja ávísan part av kroppinum,
so finnur tú eina venjingarætlan
í hesi appini. Saman við
venjingarætlanunum eru eisini
filmsbrot, ið vísa tær, júst hvussu
ymisku venjingarnar skulu gerast.
Workout Trainer er ókeypis og
fæst til bæði android og iOS.
Strava running
& cycling
Strava hjálpir
tær at fylgja
renni- og
súkklitúrunum.
Appin vísir
tær ferðina,
hvussu langt
tú hevur
runnið og
hvussu leingi,
umframt at
vísa tær, hvar
tú hevur verið.
Appin kann
eisini nýtast saman við Android Wear og Apple Watch.
Strava running & cycling er ókeypis og fæst til bæði
Android og iOS.
Pocket
Yoga
Við hesi appini hevur tú títt egna
yogastudio í lummanum. Appin
gevur góðar gjøgnumføringar við
ljóði og filmum av hundraðtals
yogastøðum. Fyri hvørja støðu
greiðir appin frá, hvørjar
heilsufyrimunir venjingin gevur.
Pocket Yoga kostar 20 krónur og
fæst til bæði android og iOS.