Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN Borgarstjórin í Havn vil fegin hava ein undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin, men treytirnar eiga at vera kendar Árni Gregersen Tað vakti ans, tá ið ný­ valdi tingmaðurin úr Havn, Heðin Mortensen, Javn­aðar­ flokkurin, beinanvegin Løg­ tingið kom saman, setti ein fyrispurning til lands­stýris­ mannin við samferðslu­ mál­um, Henrik Old, um undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Havnina. Heðin Mortensen vil hava svar uppá hesar spurningar: 1. Er nøkur nýggj kostn­ að­ar­meting gjørd av ávíka­vist Eysturoyar- og Sandoyartunlinum? 2. Er nøkur nýggj kanning gjørd um nytturvirðið av Eysturoyartunlinum? 3. Er linjuføringin av Eystur­ oyartunlinum endaliga stað­fest? 4. Er endaliga staðfest, at Sand­oyartunnilin ikki skal liggja um Hest, og vórðu kanningar um skakt­ir ella spiralar gjørd­ ar í hesum sambandi? 5. Metir landsstýrmaðurin, at løtan búskaparliga er tann rætta til íløgu í Eyst­ ur­oyartunnilin, har gott vegasamand longu er framm­anundan? 6. Metir landsstýrismaðurin, at Eysturoyartunnilin sam­felagsbúskaparliga eig­ur at hava hægstu rað­ fest­ing, tá hugsað verður um framtíðar íløgur og rakstrarúrteiðslur av at hava Smyril siglandi til Suð­uroyar? Í politisku skipanini vóru tað mong, sum undraðust á spurn­ingarnar og hildu, at hetta var ein máti at leggja fótonglar fyri undir­sjóvar­ tunnilin. – Tað er tað als ikki talan um, men eg haldi, at tá ið vit velja at gera so stórar íløgur, so mugu vit eisini tryggja okkum, at vit kenna allar fortreytirnar, sigur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen vísir á, at hann hevur frætt, at verður tunnilin trísporaður, so fer hann at kosta tríggjar milljardir – altso næstan eina heila milljard meira enn mett er. Hann sigur eisini, at vega­ føringin í báðum endum av tunli­num fer at kosta og at hetta má takast við í samlaðu myndina. Í viðmerkingunum til spurn­ingarnar til lands­ stýris­mannin vil Heðin Mort­en­sen eisini hava, at ein nýggj kostnaðarmeting verður gjørd áðrenn endalig av­gerð verður tikin um undir­sjóvar­tunnilin. – Men ongin skal ivast í, at eg gangi fult inn fyri, at tunnilin verður gjørdur, men eg vil kenna fortreytirnar fyri tunlinum og hvat hann tilsamans fer at kosta, sigur Heðin Mortensen. Henrik Old, landsstýris­ maður fer at svara spurn­ing­ unum í Løgtinginum í dag. Vit mugu síggja alla myndina – ikki ein bert ein brotpart ­ Royndur politikari og ítróttarmaður Árni Gregersen Heðin Mortensen, Javn­ að­ar­flokkurin, var aft­ur­ valdur í Løgtingi 1. sep­ tember í ár. Hetta er tó ikki heilt ókent land fyri hann, tí frá 1998 til 2004 sat hann í Løgtinginum fyri Sam­ bands­flokkin. Hann hevur eisini í onn­ ur tíðarskeið sitið sum eyka­limur, bæði fyri Sam­ bands­flokkin og seinni fyri Javn­aðarflokkin. Í skjótt trígggjar heilar setur hevur hann verið borg­ar­stjóri í Havn og hann hevur skjótt sitið í 43 ár í býráðnum. – Enn havi eg ikki tikið endaliga støðu til um eg fari at stilla uppaftur til komm­unuvalið, sigur Heð­ in Mortensen. – Eg havi sagt, at eg royni at røkja bæði størv­ ini í eitt ár og so fái eg at síggja hvat eg geri. Kenni eg á mær, at eg framvegis havi okkurt at geva, so haldi eg fram, sigur hann. ÍSF Heðin Mortensen hevur lut­tikið í ítrótti av ym­isk­ um slag, fyrst og fremst í kappróðri. Men hann hevur eisini eina langa yrkisleið, sum ítróttarpolitikari. Í 28 ár var hann forseti Ítróttarsambandsins. Í hesum sambandi hev­ ur hann arbeitt fyri at vinna føroyingum al­tjóða limaskap í fleiri ítrótt­ar­ greinum, umframt at hann saman við øðrum hevur roynt at vinna føroyskum ítrótt­arfólkum rætt til lut­tøku í olympisku leik­ un­um.