Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen HPV-koppseting (humant papil­lo­ ma­virus) minkar um vandan fyri at fáa lívmóðurhálskrabba og verjir móti kyknubroytingum í lív­móður­ hálsinum. Koppsetingin er ein partur barna­koppsetingarskipanini og verð­ur viðmælt gentum í 12-ára aldri. HPV smittar við kynsligum sam­bandi, men koppsetingin verj­ir ímóti tveimum teimum mest van­ ligu HPV-sløgunum, nummar 16 og 18, sum eru orsøkin til 70 pro­sent av øllum tilburðum av lív­móður­ hálskrabba. Danska Heilsustýrið vísir á, at lívmóðurhálskrabbi er ein álvar­ som sjúka. Í Danmark fáa umleið 370 kvinnur hvørt ár at vita, at tær hava lívmóðurhálskrabba, og helmingurin av hesum eru yngri enn 45 ár. Hvørt ár doyggja umleið 100 kvinnur í Danmark av sjúkuni. Fleiri túsund kvinnur verða á hvørjum ári viðgjørdar fyri byrj­ andi lívmóðurhálskrabba. Ikki ov seint Í Danmark verða kvinnur, sum eru fyltar 23 ár, boðsendar til regluliga kanning fyri lívmóðurhálskrabba – eisini, um tær frammanundan eru koppsettar móti hesum. Or­ søk­in er, at koppsetingin ikki verj­ir móti øllum tilburðum av lív­móður­ hálskrabba. Tað er ikki ov seint at lata seg koppseta, tó at gentan longu hevur eitt aktivt kynslív, tí tað er ikki vist, at hon longu er vorðin smittað við HPV. Sum áður nevnt, verjir kopp­set­ ingin móti HPV-sløgunum, numm­ ar 16 og 18, og er gentan vorðin smittað við tí eina slagnum fyri kopp­seting, verjir koppsetingin kort­ini móti hinum slagnum. – Er gentan áður vorðin smitt­að, styrkir koppsetingin móti møgu­ ligari nýggjari ígerð, sigur Heilsu­ stýrið. Ungar kvinnur heilt upp til 18 ára aldur ella eldri kunnu fáa gagn av koppsetingini. Jú, eldri kvinn­ an er, tess minni gagn fær hon av koppsetingini. Orsøkin er, at kvinn­ an kanska longu er vorðin smittað av báðum HPV-sløgunum, sum kopp­setingin annars skal verja ímóti. HPV-koppsetingarevnið kann hava hjáárin við sær, eins og allur heilivágur og onnur kopp­setingar­ evni kunnu hava. Danska Heilsustýrið lurtar eftir og hevur eftirlit við frágreiðingum um møgulig hjáárin av HPV-kopp­ seting, og Heilsustýrið fær eisini frágreiðingar um møgulig hjá­árin, sum ikki standa skrivað í vøru­ lýsingini. Føroyingar fegnast Í grein á heimasíðuni hjá føroyska Krabba­meinsfelagnum fyri trimum árum síðan fegnaðist felagið um, at tilboðið um koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba verður víðkað til eisini at fevna um kvinnur úr 12 árum og upp í 28 ár. Nýggja tilboðið gjørdist nevniliga veruleiki frá 1. desember í 2012 at rokna. – At koppseting móti lívmóður­ háls­krabba skuldi gerast eitt ókeyp­ is tilboð til ein munandi breiðari bólk enn bara gentur í 13-14 ára aldri, hevur verið eitt ynski frá Krabba­meinsfelagnum, líka síðan kopp­setingin kom. Felagið hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa kvinnur at kopp­seta seg móti HPV-virus, ið eru orsøk til ein bróðurpart av krabbameinstilburðunum í lív­ móður­hálsi - og fyri at fáa kvinn­ur­ nar at lata seg kanna regluliga. – Saman við regluligum kann­ ingum (screening) kann kopp­ set­ingin byrgja upp fyri flestu tilburðum av krabba í lív­móður­ hálsi. Felagið leggur stóran dent á, at kvinnur framvegis taka av til­boðnum um at lata seg kanna reglu­liga. Hvat er HPV? Á heimasíðuni hjá Krabba­meins­ felagnum - www.krabbamein.fo - finst eisini kunning um, hvat HPV er, og hvussu tað smittar. – HPV er orsøk til kyknu­broyt­ ingar og krabbamein í lív­móð­ urhálsi. Kyknubroytingar koma av HPV (human papillomavirus), sum er eitt felags heiti fyri fleiri enn 100 ymisk sløg av virus. Summi sløg av HPV kunnu geva lív­móðurhálskrabba, um tey ikki verða viðgjørd. Men, hvussu smittar HPV? – HPV smittar við kynsligum sam­bandi og er ein sera vanlig smitta, bæði hjá kvinnum og monn­ um. Upp til 80 prosent av øllum kynsliga virknum verða onkuntíð í lívinum smittað við HPV. Smittan sæst serliga ofta millum ung. Ein stór donsk kanning vísir, at 40 prosent av teimum 15-19 ára gomlu og 45 prosent av teimum 20-24 ára gomlu eru smittað við HPV. Hvørji eru sjúkueyðkennini? – Ein HPV-ígerð merkist ikki, og tí kunnu bæði kvinnur og menn vera smittað uttan at vita tað. Í flestu førum hvørvur ígerðin av sær sjálvum - eins og krím ger. Hjá nøkrum fáum kvinnum verður ígerðin kronisk, og hesar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa lív­ móður­hálskrabba. Hvørji sløg av HPV kunnu geva krabbamein? – Svarið er, sigur Krabba­meins­ felagið, at í minsta lagi 15 sløg av HPV kunnu føra til lív­móður­ hálskrabba. Tey van­lig­astu sløgini av HPV, sum føra til lív­móður­ háls­krabba, eru HPV nummar 16 og 18. Hetta er týdningarmikið at vita, tí hesi bæði sløgini føra til 70 prosent av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba. Hvussu slepst undan, at HPV verður til krabbamein? – Tað er sera góður møguleiki at sleppa undan at fáa lívmóður­ hálskrabba, um tú tekur av teimum báðum fyribyrgjandi tilboðunum, sum eru koppseting og kanning (screening). Spurningurin er so, um hít verjir ímóti HPV. – Tað er altíð eitt gott hugskot at brúka hít, tí hon verjir móti at gerast við barn uttan at vilja tað, og hon verjir móti kynssjúkum. Men, hít verjir tíverri ikki 100 prosent móti HPV, tí virus kann eisini sita í húðini uttan um kynslutirnar, veit Krabbameinsfelagið at siga. Keldur: Sundhedsstyrelsen/ Krabbameinsfelagið - Ein HPV-ígerð merkist ikki, og tí kunnu bæði kvinnur og menn vera smittað uttan at vita tað. Í flestu førum hvørvur ígerðin av sær sjálvum - eins og krím ger. Hjá nøkrum fáum kvinnum verður ígerðin kronisk, og hesar kvinnur eru í størri vanda fyri at fáa lívmóðurhálskrabba HEILSA Hvønn týdning hevur HPV koppseting? Loysir seg best at koppseta gentur HPV koppseting verjir ikki 100 prosent móti lívmóðurhálskrabba, tí tað eru umleið 15 sløg av HPV, sum kunnu elva til krabbamein. Koppsetingin móti lívmóðurhálskrabba verjir móti HPV 16 og HPV 18. Hesi bæði sløgini føra til 70 prosent av øllum tilburðum av lívmóðurhálskrabba. Tí hevur tað stóran týdning, at kvinnur eisini verða kannaðar fyri lívmóðurhálskrabba. HPV kann eisini føra til krabbamein aðrastaðni enn í lívmóðurhálsinum, eitt nú í kynslutunum, endatarmi, munni og svølgi. HPV koppsetingarevnið er eisini góðkent til dreingir, men fyribils kunnu bara gentur og ungar kvinnur fáa koppingina ókeypis. Heilsumyndugleikin heldur fast við, at tað heilsubúskaparliga fæst meira burtur úr at koppseta gentur enn dreingir. Nógvir dreingir eru vardir móti smittu, tí genturnar verða koppsettar og tískil ikki bera smittuna víðari. Krabbameinsfelagið hevði tó viljað, at koppsetingin var ókeypis fyri bæði kynini. Kelda: www.krabbamein.fo HPV smittar við kynsligum sambandi og er ein sera vanlig smitta, bæði hjá kvinnum og monnum