Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 10 Sosialurin – Hetta eru vælhildin skip, og tá avgjørt varð at keypa tey og byggja tey um til fóðurflakar, vórðu tey fyrst eftirhugd og mett av fólki við neyvum fakligum førleikum. Hetta eru sterkir og góðir skipsskrokkar, sum nú eru fóðurflakar á føroysku firðunum, sigur Ólavur Thomsen hjá JT electric á Kambsdali Umbyggja farmaskip til stórar fóðurflakar alivinna Vilmund Jacobsen Mánakvøldið kom 800 tons stóri fóðurflakin á Vág, sum JT electric hevur leverað til ali­felagið Faroe Farming í Suð­ur­oy. Flakin, sum hevur fing­ið navnið Arvanes, er hin triði av slíkum slag í røð­ ini, sum JT electric hevur lev­er­að. – Fyrsti flakin av hesum slag, sum vit leveraðu, var Skarv­ham­ar, sum ligg­ur á Gøtu­vík, og síðan lev­er­aðu vit Svart­hamar, sum ligg­ur á Funn­ings­firði. Ólavur Thomsen hjá JT elec­tric á Kambsdali, sigur, at Skarv­hamar varð latin í 2013; Svart­hamar í 2014, og nú hev­ur so Faroe Farming í Suð­ur­oy so eisini fingið sín fóð­ur­flaka, sum kom á Vág mána­kvøldið. – Hetta eru eldri farma­ skip, sum eru umbygd til stór­ar fóðurflakar. Hann vísir á, at teir báðir fyrru flak­ar­nir, Skarvhamar á Gøtu­vík og Svarthamar á Funn­ings­firði, sum feløg hjá Bakka­frosti eiga, upp­runa­ liga eru systirskip, bygd sein­ asti í áttatiárunum. – Hes­ir bæði skipini taka um­leið 600 tons av fóðuri hvørt. Meira yvirbygdur Ólavur Thomsen sigur, at nýggi flakin hjá Faroe Far­ ming í Suðuroy hevur sín upp­runa í einum fyrrverandi farmaskipi, sum er bygt í 1986. – Hetta eru vælhildin skip, og tá avgjørt varð at keypa tey og byggja tey um til fóð­ ur­flak­ar, vórðu tey fyrst eft­ir­hugd og mett av fólki við neyv­um fak­lig­um før­ leik­um. Hetta eru sterk­ir og góð­ir skips­skrokk­ar, bygd­ir úr góðum stáli. Hann vísir á, at eitt farma­ skip altíð er bygt nógv sterk­ ari, enn ein fóð­ur­flaki annars hevði ver­ið. – Hetta eru skip, sum eru bygd til at sigla um høv, og tá tú ert á opnum havi við last og mask­in­megi er neyðugt, at eing­in ivi er um styrkina. Ólavur sigur, at Arvanes hjá Faroe Farming er á leið somu stødd sum Skarv­ham­ ar og Svarthamar. – Men, Arvanes er meira upp­bygdur, og tí rúmar skip­ ið eis­ini meira fóður, leggur hann aftrat. Motorar frá KJ Tað er KJ Hydraulik á Kambs­dali, sum hevur lev­ er­að generatorarnar til fóð­ ur­flak­an hjá Faroe Farming. – Talan er um tveir mot­ or­ar á 200 kW hvør. Hesir hava serliga til uppgávu at for­sýna blásararnar, sum eru átta í tali, og sum soleiðis kunnu forsýna átta aliringar. Ólavur Thomsen sig­ur, at fóðurflakarnir, sum JT electric hevur lev­er­að, eru útgjørdur við fram­komn­um stýringum og fóð­ur-skip­an­ um. – Ein slíkur flaki kann stýr­ast av flakanum sjálvum, úr bát­in­um, sum siglur kring ali­ring­ar­nar, og tú kanst – líka mik­ið, hvar tú ert – altíð fara inn á telduna og forritið og síggja, hvussu støðan er, sig­ur hann. Tað eru í tøttum samstarvi við ali­vinnuna, at JT electric let­ur fyrrverandi farmaskip um­byggja til framkomnar fóð­ur­flakar. Hetta er fóðurflakin – Arvanes – sum JT electric hevur latið Faroe Farming í Suðuroy Skarvhamar á Gøtuvík, sum varð latin Bakkafrosti í 2013