Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Til minnis um Poulu Jønsson, fødd Bærentsen f. 10. juni 1936 d. 3.okt. 2015 Vit kunnu av røttum siga, at heystið er komið. Dagarnir styttast.Gul bløð av trøunum flúgva húsanna millum í vindinum, flytifuglurin er farin av landinum í fjarskotin lond, fjøllini eru gingin og eplavelturnar upptiknar. Soleiðis var nú eisini hjá tær, góða Poula. Nú var títt heyst kom­ið, sum tað einaferð kemur til okk­um øll. Poula var ein vitug kvinna, sum tú hevði virðing fyri. Ikki ein, sum gongur og rópar upp, men hevði sína meining bæði samfelagsliga, politiskt og trúarliga. Hon var sterk í síni trúgv, sum var lagt í hana líka frá barni av. Á Almannastovuni var hon í mong mong ár og fekk tænastu­ medaljuna frá Drotningini fyri langa og trúgva tænastu. Tá var tað ein dygd at verða leingi í sínum arbeiði. Poula var ættar kær.Hon hevði samlað nógv tilfar saman bæði í móðir og faðirs ættina. Hon tos­ aði mangan um at samla alla Bærentsen's ættina, men tíðin gjørd­ist so ikki til tað. Var tað eitt­ hvørt innan fyri familjuna, sum tú vildi hava skil uppá, ja, so var bara at spyrja Poulu. Í ráðum var hon altíð góð. Hvat tú spurdi hana um,fekst tú altíð eitt nøktandi svar. Frank og Poula bygdu úti á trøðni,altso á Heygnum Mikla 2.Tá ið tú nærkast hesum hugnaligu og heim­ligu húsum merkir tú beinan­ vegin andan av hondum, sum av kær­leika hava fjálgað um, ikki bert uttan­fyri, men serliga eisini innan­ fyri. Tá ið tú hevði latið úthurðina upp, føldi tú hitan og hugnan streyma tær ímóti. Samstundis sum blíðskapurin var í hásæti. Og hetta sermerkti Poulu. Alt var bara so perfekt og so­ leiðis var hon líka til tað síðsta. Minnist mangar góðar, gevandi og stuttligar løtur saman við tykk­ um og øðrum í tykkara hugnaligu stovu. Poula var glað fyri síni ommu­ børn og tosaði mangan um tey. Serliga haldi eg, at Ingerð og hon vóru tætt knýttar at hvørjari aðrari og kom tað eisini so væl til sjóndar nú, tá ið Ingerð kom heim áðrenn jól at verða um ommu sína. Nú hvílir tú við síðuni av Inga, sum tú og Frank saknaðu so ómeta­ liga nógv og sum vit ikki skiltu meiningina við, at hann skuldi fara á so ungum aldri. Góða Poula – Orð eru so fátæk, men stóra takk fyri ógloymandi løtur saman við tykkum og tann stóra trúskap, sum hevur verið ímillum tykkara og okkara heim. Sorgin og saknurin hjá tykkum øllum er ógvuliga stórur; men minnini havatit um eina sera góða konu, mammu og ommu,og tey eru góð at líta aftur á. Ærað veri minnið um Poulu. Så stakket er livet hernede å, hvorfor forstår vi dog ej af sol og af smil at sprede et væld på hverandres vej Diddan Fyrispurningar og bílegging Tlf. 28 33 01 - rogvidam@yahoo.dk Baldrian undir- hald við Rógva& Til urTagarðin Ymisk sløg av stórum blómuleykum Tulipanir, páskaliljur, hvítusunnu­ liljur, krokus, snjóklokkur o.a Landavegur 38 · 100 Tórshavn · Tel. 215950 · h-ludvig@olivant.fo Opið er Mán.-frí..... 13.00-18.00 Leyg........... 11.00-17.00