Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Vit hava gingið stillisliga um hurðarnar, men nú fara vit ígongd aftur av álvara. Jóannes Petersen, arki­ tekt­ur, tók øll á bóli fyri ein­um ári síð­ani, tá ið hann al­manna­kunn­gjørdi eina stór­fingna ætl­an um at gera ein nýggj­an risa­flog­vøll í Før­oy­um. Talan var rætt og slætt um at fylla grót í Tangafjørð, og at gera eina oyggj afturat og at leggja flogvøll á. Hetta var úrslitið av ein­ um vælmannaðum fyri­reik­ ing­ar­bólki. Hendan flogoygg­ in skuldi vera 19. oyggin í Før­oy­um og tí fekk ætlanin eis­ini heitið Airport 19. Síðani tá hava vit ikki hoyrt so nógv um hesa ætl­ an. Men tað merkir ikki, at ætl­an­in er slept. – Vit hava ikki gjørt so nógv burtur úr, men vit hava alla tíðina arbeitt við hesum í tí stilla, sigur hann. Hann sigur, at eitt , tey hava bíðað eftir, er at fáa løg­tings­valið afturum fyri at taka samband upp við nýggju stjórnina. Nú hava vit fingið nýggja sam­gongu, og eitt tað fyrsta, vit fara at gera, er at vit seta okk­um í sambandi við lands­ stýr­ið um ætlanina. Søkja um at fáa økið Jóannes Petersen sigur, at eitt tað fyrsta, sum er neyð­ ugt, at at tryggja, at ætl­aða økið verður lagt av til flog­ vøll og ikki verður tikið til onn­ur endamál. Í fjør sendu tey lands­ stýr­in­um ein fyri­spun­ing um loyvi til at brúka øk­ið til flog­vøll, men við­gerð­in í lands­stýr­in­um dróg út. – Hetta var eitt rættiliga óvan­ligt mál og tí tók ivi um, hvussu tað skuldi viðgerast, siga fyrireikararnir. Niðurstøðan var, at um­ sókn­in skuldi sendast í fíggj­ ar­mála­ráðið, men tað gjørdu fyri­reikararnir einki við. Men nú vit hava fingið nýtt landsstýrið, fara fyri­ reik­ar­ar­nir at senda lands­ stýr­in­um bræv, har teir fara at endurtaka umsóknina um at fáa øki til flogvøll. Hinvegin hava teir eisini spurt seg fyri ymsastaðni um fígging. – Áhugi er ymsastaðni, men enn hevur kortini ongin sagt seg sinnaðan at vera við at fíggja eina slíka ætlan. Men tað er ein spurningur, vit fara at taka upp aftur, so hvørt meiri kjøt kemur á ætl­ an­ina. Annars vita tey heldur ikki um landið er sinnað at vera við í eini slíkari ætlan. Av tí at ætlanin er kom­in so stutt, hava fyri­reik­ar­ar­nir heldur ikki lagt nakra tíðar­ ætl­an­in fyri verk­ætl­an­ina. Men eitt tað fyrsta, sum skal gerast, er at máta vind og aldu og tað er eitt arbeiðið, sum Landsverk má standa fyri, ella geva loyvi til og tann spurningurin verður eis­ini tikin upp í næstum. Annars staðfestir Jóannes Pet­er­sen, at í kommununum við Skála­fjørðin, er stórur áhugi fyri ætlani og enda­ mál­ið er eis­ini at koma á tal við Klaks­vík­ar Komm­unu og Tórs­havn­ar Komm­unu um ætl­an­ina. Hann sigur, at hildið verð­ ur fram við ætlanini, tí fyri­ reik­ar­ar­nir eru framvegis sann­førdur um, at tað er tað ein­asta rætta at hava ein al­ tjóða flogvøll í Føroyum. Samstundis er tað púra greitt, at ongir møguleikar eru til at byggja vøllin í Vág­ um meiri út, enn hann er nú, har tað er ógvuliga av­ markað, hvørji flogfør kunnu brúka hann. – Sostatt verða óavmark­ að­ir møguleikar fyri at flúgva bein­leiðis úr Føroyum, hvar tað skal vera úti í heimi. – Samstundis hava kann­ ing­ar staðfest, at Suð­ur­ streym­oy er besta plássið í Før­oy­um at leggja flogvøll á, tí her er frítt fyri í allar ættir, og sostatt lítlir, ella ongir trup­ul­leik­ar við turbulensi, sigur fyri­reikarin. Í blaðnum um vikuskiftið hava vit meiri um ætlanina at gera ein risastóran flogvøll í Føroyum FLOGOYGGJ Nú verður gongd aftur sett á arbeiðið at gera ein nýggjan, altjóða flogvøll í Føroyum Søkja um øki til nýggjan risaflogvøll í Føroyum Byggjast í trimum Ætlaða flogoyggin, sum ætlanin er at leggja í Tangafirði, er í trimum byggistigum. Fyrstabyggistigið er ein flogvøllur á 2800 fermetrar og ein djúphavn á 1500 metrar. Tað er ein verkætlan, sum kostar 1,161 milliard. Fyrireikararnir siga, at so veldst um, hvussu farið verður víðari. Er tørvur á tí, ber til at byggja annað og triðja byggistig. Verður øll ætlanin sett í verk, verður talan um ein krossvøll á 3300 metrar, umframt ein vøll upp á 2500 metrar, við eini atknýttari djúphavn og øllum øðrum hentleikum, sum krevjast. Tilsamans kostar verkætlanin 5,2 milliardir, men tá verður talan um ein flogvøll, har tey størstu og tyngstu flogførini kunnu seta seg. Ætlanin at gera eina flogoyggj í Tangafirði, livir enn. Fyrireikararnir siga, at byggjast kann í stigum, har fyrsta byggistig verður tað, sum sæst her á myndini