Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 16 Sosialurin FØROYA TELE – Nú er slutt at samanbera okkum við onnur lond. Nú skulu tey samanbera seg við okkum. Soleiðis ljóðar boðskapurin hjá Føroya Tele, sum um mánaðarskiftið tekur í nýtslu nýtt og sera framkomið G4+ farnet EITT NET Í HEIM Eirikur Lindenskov Tað eru ikki hissini mál, sum Føroya Tele hevur sett sær við nýggja farnetinum, sum partvís verður tikið í nýtslu í Havn nú um mánaðarskiftið 1. desember. – Hetta er eitt heims­ klassa­net. Nú er slutt við at sam­an­bera okkum við onn­ur lond. Nú kunnu tey sam­an­ bera seg við okkum, er boð­ skapurin hjá Føroya Tele. Fríggjadagin var almenna stjóraskiftið á stovninum. Tá var hátíðarhald í sambandi við, at stjórin seinastu níggju árini, Kristian R. Davidsen, legði frá sær, og nýggi stjórin, Jan Ziskasen, tók við. Sama dag vitjaði Sosial­ ur­in á Føroya Tele at frætta meira um nýggja farnetið, sum er keypt frá kinverska stórfelagnum Huawei, ið sam­bært Føroya Tele hevur gjørt Føroyar og Hong Kong til royndarmarknað at royna nýggju tøknina, sum felagið hevur ment, og sum hevur kapasi­tet til breið­beind heilt upp til astro­nom­isku stødd­ ina 430 Mbit í far­tele­fon­ina. Ja, tú læs rætt. 430 Mbit, sum er nógv­ar ferðir tað, vit kenna frá breið­bondum í før­ oysku húsa­rhaldunum, sum higar­til í mesta lagi hevur verið 20 Mbit. Royndarverkætlan í Føroyum – Hetta er eitt heims­klassa­ net, sum vit byggja út nú, sigur Jóna Olsen, sum er rakst­rarstjóri á Føroya Tele. Hon greiddi okkum frá, at talan er um eina royndar­ verk­ætlan í Føroyum, og at Føroyar eru sera væl egnaðar í so máta. – Vit hava allar tær av­ bjóðingar, sum onnur lond hava, men økið er avmarkað. Tørvurin er hin sami hjá okk­ um, sum hjá eitt nú Hong Kong, sum eisini er royndar­ marknaður hjá Huawei. Hon segði, at tað undir til­gongdini at finna nýggjan veitara hevur verið sera stór­ ur áhugi fyri Føroyum, og hon ivaðist ikki í, at føroyska ferðavinnan hevur havt posi­ tiva ávirkan á tað. Gamla netið hjá Føroya Tele er niðurslitið og mátti nútímansgerast. Hon sigur, at tey fingu fleiri góð tilboð, men tað frá Huawai var tað besta. – Vit hava gjørt eina so­ nevnda partalagsavtalu, har báðir partar binda hvønn annan, tí á tann hátt fáa vit mest burturúr, sigur hon. Góð úrslit koma kundanum til góðar Ómar Svavarsson er nýggjur nevndarformaður í Føroya Tele. Hann kennir væl før­ oyska telemarknaðin. Um­ framt at hann hevur verið stjóri hjá Vodafone í Íslandi, so hevur hann eisini verið nevndarformaður hjá Voda­ fone í Føroyum í fleiri ár. – Føroya Tele hevur havt sera góð úrslit, og tey skulu koma kundanum til góð­ar, segði hann, og tað er ein av orsøkunum til hesa stóru íløguna á 120 milliónir krónur nú. Nevndarformaður heldur nógv um stovnin Føroya Tele. – Tað hevur eydnast Kristi­ani R. Davidsen at trimm­að fyritøkuna væl. Nú verð­ur tað uppgávan hjá Jan Ziska­sen at føra Føroya Tele víð­ari. Nevndarformaðurin vísti eisini á, at Føroya Tele við sín­um sera væl skikkaðu starvs­fólkum hevur stóran týdning fyri Føroyar. – Føroya Tele ger Føroyar til ein sterkari viðspælara úti í heimi. Vit hava alt í okkara hondum til at klára tað, segði Ómar Svavarsson. 100 ár við Ericsson Tað er nógv rok í høvuðs­ sæt­inum hjá Føroya Tele í hes­um døgum, nú so nógv fremmand fólk frá Huawei eru tilarbeiðis við at seta upp nýggju skipanina. Tað er øll útgerðin á farnetinum, sum verður skift út. Tað er bæði inni í húsinum hjá Føroya Tele og á øllum teimu okkurt um 140 støðunum úti kring landið. Tí allar antennur og allir sendarar skulu skiftast út. Fyrr hevur Føroya Tele samstarvað við kendi fyri­ tøku­na Ericsson. Tað sam­ starv­ið hevur verið í umleð 100 ár í 109 ára gomlu søg­uni hjá Føroya Tele. Tí er tað eitt stórt umskifti hjá starvs­fólk­ um eisini. Xiao Bin-Bing, sum er ovasti stjóri hjá Huawei Skandi­navia, er eisini í Før­ oy­um í hesum døgum, og hann er sera fegin og errin av at hava fingið uppgávuna at veita nýggja tøkni til Føroya Tele. – Fólkini á Føroya Tele er væl fyri tøkniliga, og tykkara samfelag hevur eina sera hóskandi stødd hjá okkum at nýta sum royndarmarknað, segði hann. Nýggi stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, er ætt­að­ ur úr Klaksvík. Hann hev­ur seinastu 12 árini starv­ast í ávikavist London og Chica­ go, har hann hevur verið tekn­iskur stjóri, CTO, í altjóða risafyritøkuni Kraft Foods. – Familjan og eg hava flutt nógv runt millum fleiri lond seianstu 23 árini, men fyrr í ár gjørdu vit av at flyta heim, so eg eri ikki komin heim til hetta starvið, men tað passaði so, at starvið Nógvir kinverjar frá Huawai eru til arbeiðis á Føroya Tele í hesum døgum Jan Ziskasen, nýggur stjóri á Føroya Tele Myndir: Álvur Haraldsen Ómar Svavarsson, nevdnarformaður í Føroya Tele