mikudagur 11. november 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130
Sosialurin
FØROYA TELE
MSKLASSA
FAKTA
Hvat er 4G?
4G er skjótt farnet og gevur eina ferð, ið er
meira enn 10 ferðir so skjót sum ferðin á 3G.
Hetta merkir, at tá tú brúkar data á fartelefonini,
so kanst tú reika á internetinum við flúgvandi
ferð og heinta appir, filmar og annað niður á
telefonina upp á fá sekund.
Hvør kann fáa 4G?
Øll kunnu fáa 4G, men tað kann væl vera, at tær
tørvar eina fartelefon og eitt SIM-kort, ið stuðlar
4G. Harumframt mást tú vera í einum øki, har 4G
er tøkt.
Hvat kostar 4G?
Um tú frammanundan hevur eitt fartelefonhald
frá ver ella eitt vinnuligt fartelefonhald frá
Føroya Tele, so kostar 4G einki eyka.
Nær eri eg á 4G?
Tú ert á 4G, tá tú ert í einum øki, har 4G er
tøkt. Fert tú úr einum øki við 3G og yvir í eitt
øki við 4G, so sært tú 4G uppi í toppinum á tíni
fartelefon, tá tú fært samband við 4G-netið.
Um eg ikki eri á einum øki, har 4G er tøkt, hvørja
ferð fái eg so?
Heimsflokkanetið hjá Føroya Tele tryggjar, at tú
fært eitt betri 2G-net og 3G-net, hóast tú ert á
einum øki, har 4G ikki er tøkt.
Føroya Tele hevur gjørt
avtalu við kinverska Huawei
um at skifta alt farnetið hjá
Føroya Tele út.
Talan er um eina lang
tíðar
partnaraavtalu
við
Huawei.
Føroyar
verða
royndarkundi, har nýggj
tøkni kann roynast. Hetta
ger, at Føroyar við hes
um áhaldandi verða við
í fremstu røð, tá ið nýggj
tøkni verður ment á netin
um.
Skift verður frá verandi
Erics-son-netinum til Hua
wei-netið.
Umframt at skifta alllar
støðir til Huawei, verður
sjálv kjarnarn eisini skift til
Huawei. Hetta skapar eina
einfaldari skipan, sum er
betur at stýra og servisera.
Tekniska visjónin hjá Før-
oya Tele er at hava so fáa
veitarar sum gjørligt, tí er
valt at skifta alla kjarnuna
út.
Málið er at uppstiga alt
netið, ikki bara partar, men
alt.
Føroya Tele hevur í dag
eina góða innaru kjarnu,
men longur út vit koma á
sendistøðunum, meira aftur
útsigld eru vit. Nýggja netið
tryggjar, at allar sendistøð
irnar eru líka og kunnu tað
sama. Tí uppstiga vit bæði
kjarnuna, eins og vit eisini
tryggja, at allar støðir eru
dagførdar. Alt hetta verður
gjørt fyri summarfrítíðina.
Soleiðis verða so gott sum
allar støðir uppstigaðar til
at vera klárar til 4G.
Á leið 140 støðir eru í
Føroyum. Við útskiftingini
vera allar støðir gjørdar 2G,
3G og 4G klárar, tó burtusæð
frá einstøkum undantøkum,
har tað ikki ber til orskað av
vantandi fipur-innlegging.
Av hesum á leið 135 støð
um, sum verða gjørdar 4G
klárar, verður 4G tendrað á
teimum fyrstu 80 støðunum
fyri summarfrítíðina. Í ver
andi løtu er tað ein spurn
ingur um at sleppa til
ein lægri frekvens fyri at
kunna tendra allar 4G kláru
støðirnar til 4G. So skjótt
lægri frekvensurin er tøkur,
verður 4G tendrað á hesum
sístu 4G støðunum.
Tá sloppið verður til
lægra frekvensin, ber eisini
til at bjóða 4G til sjóøki og
farleiðir millum bygdir.
Byrjað verður við at
skifta allar støðirnar í Havn
nú í desember. Síðani verða
støðirnar kring landið skift
ar skjótast tilber, tó seinasta
lagi áðrenn 1. mai 2016.
Tað ber til at tosa um eitt
net í heimsflokki, tí alt netið
verður uppstiga, t. v. s. tað er
ikki bara ein spurnigur um
at implementera eitt 4G+
net, men 2G-netið verður
betrað allastaðni, og tað
merkir m. a., at talugóðskan
verður betri fyri allar støðir.
Føroya Tele fekk 3G+ í
2009. Hvør 3G+ sendistøði
kudi senda 21 megabit.
Hvør G4 sendistøð kann
senda 260 megabit – teoret
iskt sæð kunna tær senda
430 megabit, men enn eru
ongar telefonir, sum klára
hetta.
Tær sendistøðir, sum í
fyrsta umfari eru 4G klárar,
men sum ikki fáa 4G, fara tó
at hava dupult 3G, og merkir
tað at tær kunna senda 42
megabit.
Kann senda upp í 340 Mbit
Fakta um nýggja farnetið
varð leyst, og eg fekk starvið,
sigur Jan Ziskasen.
– Tá Sosialurin hitti hann
fríggjadagin, segði hann, at
hann júst hevði tosað við sín
gamla stjóra.
– Eg mátti siga honum, at
starvsfólkini á Føroya Tele
er minst líka góð – og summi
enn betur – enn tað, sum er
eri vanur við í USA. Og tað
sigur mær rættiliga nógv, tí
her hava vit sera dugnaliga
og kompetent starvsfólk,
segði hann.
Hann segði eisini, at Før
oya Tele er eitt sera væl
rikið felag og ein av okkara
fremstu fyritøkum, segði
hann.
Um síni egnu mál sigur
Jan Ziskasen, at hann vil seta
kundan í fokus.
– Eg ynski at gera mun í
tí føroyska samfelagnum.
Føroyar eru eitt lítið land, tí
skulu vit felag velja at velja
føroyskt!
– Er tænastan ella vøran
betur uttanlands, so skulu
vit gera tað, sum skal til fyri
at vit kunnu velja føroyskt,
sigur Jan Ziskasen, sum end
ar við somu orðunum um:
– At nú er slutt at sam
anbera okkum við onnur
lond. Nú skulu onnur lond
samanbera seg við okkum.
– Tí hetta er framtíðin,
sum vit velja at flyta okkum
inn í!
Jóna Olsen, rakstrarstjóri á Føroya Tele
307 Mbit, vísti royndin á Føroya Tele við nýggja farnetinum hendan dagin