mikudagur 11. november 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EFTIRNAVN
Rættin at brúka
eftirnavnið hjá
hjúnafelaganum
FÍGGJARLIGUR STUÐUL
Skyldu at stuðla
hvør øðrum
fíggjarliga
UPPIHALDSPENINGUR
Í hjúnabandinum
og eftir
hjúnaskilnað
ALMENNAR VEITINGAR
Almennar
veitingar og
stuðul broytast
tilsvarandi, tá
ein er giftur
FRÁDRÁTTUR
Hjún kunnu flyta
óbrúktar frádráttir
millum sín
SKATTUR
Møguleiki er fyri hjúnafrádrátti
og uppihaldspeningur kann
dragast frá í skatti
SKATTSKYLDUR
Hjún kunnu hefta
fyri skattaskuldini
hjá hvør øðrum
AVGERÐARÆTTUR
SEROGN
Rættin at gera
serogn áðrenn
og undir
hjúnabandinum
GÁVUAVGJALD
Við gávuhjúnasáttmála
sleppa hjún undan at
gjalda avgjøld fyri
størri gávur frá
hjúnafelagnum
AVSLÁTTUR
Privatar fyritøkur og annað
privat virkisemi lata av og á
avsláttur og serlig tilboð til
m.a. hjún
ÓSKIFT BÚGV
Hjún hava rætt at
sita í óskiftum
búgvi um
hjúnafelagin doyr
PENSJÓN & TRYGGING
Pensjón og persónstrygging
fella altíð til “næsta
avvarandið” um annað ikki er
tilskrivað. Hetta er fyrst og
fremst hjúnafelagin
ARVARÆTTUR
Hjún hava rætt at
arva hvønn annan
STUÐUL
Hjún hava rætt til ymiskan
stuðul. Eitt nú stuðul til
dupult húsarhald
INNFLYTING
Eitt par, har annar er útlend-
ingur og hin er danskur/
føroyskur borgari, hevur
lættari við at fáa
húsfólkasameining í danska
kongaríkinum, um parið er gift
ARVAAVGJALD
Hjúnafelagi rindar 3% í arva-
avgjaldi, meðan onnur rinda
upp til 12%. Pensjónssaman-
sparing kann tó flytast skatta-
og avgjaldsfrítt millum hjún
HJÚNABANDSINS RÆTTINDI OG SKYLDUR
JA TIL KÆRLEIKAN
JA TIL JAVNRÆTTINDI
JA TIL DAGFØRDA HJÚNABANDSLÓG
Hjúnafelagin hevur avgerðar-
rættin í sambandi við bráð-
sjúku, coma og andahjálpartól,
deyða, jarðarferð o.l.
Øll ogn og skuld,
hjúnini skapa undir
hjúnabandinum
OGNARFELI
Niðanfyri er ein listi yvir flestu rættindi og skyldur, sum
hjúnabandslógin veitir hjúnum í Føroyum