mikudagur 11. november 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130
20
Sosialurin
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra
móðir, vermóðir, omma og langomma okkara
Dagny Súsanna Hammer
doyði og varð jarðað.
Heimatænastuni takka vit fyri góða røkt og Mariu
Jørðdal Niclasen, presti, fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni. Eisini takka vit
kirkjutænarum, sangarum og gravarum.
Vit takka tykkum, ið stóðu fyri ervinum, og fyri
peningagávur til Missiónshúsið.
Tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað, takka vit hjartaliga.
Familjunnar vegna
Súsanna, Sjúrður, Magna, Jóhannes
og Poul Dávur
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá ið elskaða dóttir okkara og kæra systir og
svigarinna
Halbjørg Vest Poulsen
Hvalba
9. apríl 1970 – 28. august 2015
var sjúk, doyði og varð jarðað.
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vóru við
til at gera ferðina lættari, tá ið sjúkan so við og við
gjørdi alt meira um seg.
Tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum
vóru um Halbjørg ta síðstu tíðina, og somuleiðis
tøkk til tykkara á sjúklingahotellinum Tórshavn.
Vit takka presti fyri troystarorð, kirkjutænarum,
berarum og tykkum, sum við sangi og spæli ríkaðu
okkum síðstu løtuna saman við Halbjørg.
Eisini eina hjartans tøkk fáa tit øll, sum hjálptu
til við ervinum, og sum mintust Halbjørg til
jarðarferðina og á annan hátt við heilsanum,
kransum, gávum og vitjanum. Takk øll somul fyri
troyst í sorgini.
Heilsan
Mamma, pabba, Óli Hans og Randi
Vit takka hjartaliga fyri sýndar samkenslum og
umsorgan tá ið pápi, verpápi og abbi okkara
Róland Waagstein Rasmussen
f. 17.03.1945 d. 17.092015
andaðist og varð jarðaður
Familjunnar vegna
Thurid, Heidi og Johannes
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
John Meiner Lassen
doyði og fór til gravar.
Ein serlig tøkk til tykkum á Uppistovu á Norðoya
røktarheimi fyri góða røkt og at tit vóru so góð við
hann hesi árini, hann búði hjá tykkum.
Tøkk til Hanus á Gørðum, prest fyri góð orð í
kapellinum og í kirkjuni og annars tøkk til øll, ið
fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóannes, Magna, Ásmundur og Svanhild
Vit vilja hervið takka hjartaliga fyri alla hjálp
og samkenslu í sambandi við jarðarferðina hjá
mammu, vermammu, ommu og langommu okkara:
Borghild Olsen
fødd 27. mai 1927 deyð 31. august 2015
Takk fyri bakstur, blómur og gávur til ellis- og
røktarheimið Áargarð.
Størstu tøkkina eiga tit á Áargarði, at tit gjørdu
hennara tíð hjá tykkum so góða.
Vegna familjuna
Kristina, Astrid, Jóanes og Annika
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Skurðdepilin
• Sjúkrarøktarfrøðingar til Skurðdepilin,
oyrna- nasa- og hálsdeildina.
Umsóknarfreist 25. november 2015
kl. 12.00.
Tænastudepilin
• Endurlýsing: Spennandi lærupláss í
føðsluatstøði í køkinum á Landssjúkra-
húsinum/ Tænastudepilin. Umsóknarfreistin
er 20. november 2015 kl. 12.00, 2015.
Psykiatriski depilin
• Varaleiðarar/toymisleiðarar til Landssjúkra-
húsið/Psykiatriska depilin P40.
Umsóknarfreistin er 24. november 2015
kl. 12.00
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við
telduposti til: umsokn@ls.fo
Sí størri lýsing á www.ls.fo