mikudagur 11. november 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ergoterapeut til Viðskiftadeplin
Á deildini fyri Hjálpartól og endurvenjing, er
eitt farloyvisstarv sum ergoterapeutur fulla tíð
leyst at søkja.
Starvið verður sett 1. desember 2015 ella
áðrenn og í eitt ár fram. Uppmøtingarstaðurin í
løtuni er Smyrilsvegur 14 í Tórshavn, men
roknast má við koyring til onnur økir í
landinum.
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í
løtuni í endurvenjing í Viðskiftadeplinum.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 16. November 2015 kl.12.
Almannaverkið
søkir starvsfólk
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Starv innan
bókhald og
fyrisiting
Hjá El|net sóknast vit eftir
dugnaligum fólki at umsita
bókhald og fyrisiting annars fyri
El|net og El|frost.
Starvið fevnir um:
· Bókhaldsarbeiði
· Avgreiðslu av lønum
· Telefonavgreiðslu
· Uppgávustýring & arkivering
· Aðrar fyrikomandi uppgávur, ið
verða álagdar av leiðsluni
Tað er ein fyrimunir, um umsøkjari
hevur kunnleika til Navision og
Løttløn.
Starvs- og lønarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, og
verður løn ásett sambært avtalu
við leiðsluna. Setunarviðurskifti
annars eru sambært løgtingslóg
um starvsmenn (funktionerlógin).
Starvsbyrjan verður sum skjótast –
og í seinasta lagi 1. januar 2016.
Umsóknir:
Umsóknir við viðkomandi
upplýsingum skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 20. november,
og skulu sendast á elnet@elnet.fo
ella til:
El|net
Grønlandsvegur 19
100 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til
Bernhard H. Petersen, stjóra, á
tlf. 284800 ella á bernhard@elnet.fo
Um El|net og El|frost
El|net eru løggild
el-innleggingarfyritøka við høvuðssæti
í Slættanesgøtu 11 í Havn. Eisini hava
vit deild í Vestmanna. Vit veita tænastu
innan allan el-ídnaðin, umframt
at vit veita útgerð og tænastur til
tannlæknar.
El|frost er løggild kølifyritøka við
høvuðssæti í Havn.
Samanlagt fevnir samtakið um á leið
30 starvsfólk.
grafix@email.fo
Skattalistin fyri Eysturkommunu
liggur frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni frá 12. november
til og við 26. november 2015.
Skrivstovan er opin:
Mánadag – Hósdag
kl. 9 - 15
Fríggjadag
kl. 9 - 12
Námsfrøðingur
til Gjáa í Gøtu
Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 01.
desember 2015. Talan er um starv á 35
tímar um vikuna.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:
• at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar
í gerandisdegnum.
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur
og børn.
• at virða tað einstaka barnið
• at ferðast nógv í náttúruni.
• ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio
Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska
mentan.
Vit ynskja at tú:
• ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag.
• vilt vera við til at mynda og menna tað
námsfrøðiliga umhvørvið.
• undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við
starvsfólkið, vil verða við til at mynda og
menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skulu sendast til Eysturkommunu,
Kulibakki 8, 520 Leirvík.
Umsóknarfreistin er mánadagin 23. november
2015 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Dagbjørt Ó. Hansen, stovnsleiðara á telefon 73 00
51.
Barsilsavloysari til
Fiskivinnuskúlan
Fiskivinnuskúlin søkir avloysara fyri lærara í
barsilsfarloyvi frá 1. januar 2016 og restina av
skúlaárinum í hesum lærugreinum:
Enskum B- og A-stig (7,5+5 t/v) og
miðlakunnleika C-stig (3 t/v)
Lærarar, sum hava undirvísingarførleika í
aðrari ella báðum lærugreinunum, kunnu
søkja.
umsóknarfreistin er fríggjadagin
13. november 2015 kl. 12.
Starvslýsingin sæst á heimasíðu skúlans:
www.fiskvest.fo
Fiskivinnuskúlin
jakup.andreasen@skulin.fo
Tlf. 424573 ella 221654
Garðhagi Uttari
á Selatrað
Innkalling til hagastevnu
Evni: Val av hagastýri.
Møtast á Skótadeplinum
á Selatrað 25.11.2015 kl. 19.