Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barna húsið Imba søkir eftir einum hjál par­ fólkið Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012. Í barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla. Vit kunnu, bjóða tær: eitt tíðaravmarkað starv á 20 tíma viku, frá 01. desember 2015 til 23. desember 2016. Hetta starvið er rokna til frítíðarskúla, og liggja tímarnir seinnapart, tó fríggjadag frá 11:15 Sí eisini treytir undir starvsstaður. Søkt verður eftir einum hjálparfólkið, sum: • hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka • barninum, foreldrum og starvsfeløgum • er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir. • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum • er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt • sær møguleikar fram um forðingar Vit kunnu bjóða: • ein nýggjan stovn við arbeiðssomum starvsfólki • ein stovn við góðum uttandura spæliplássi • ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Starvsstaður er Barnahúsið IMBA, tann, ið settur verður, skal vera opin fyri at starvast við øllum børnunum á stovninum, og um tørvur er á tí, flyta ímillum stovurnar Umsókn við møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. november 2015, kl. 12:00 Hevur tú okkurt at spyrja um, ring til leiðaran tlf. 735891 Umsóknin skal sendast til: Barnahúsið IMBA Fossávegur 23, 730 Norðdepil Ella t-post: barn@hvannasund.fo Deildarleiðari til Matrikuldeildina Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Søkt verður eftir leiðara til matrikul- deildina á Umhvørvisstovuni. Tú skalt hava fyrisitingarligu og fakligu ábyrgdina av deildini, hvørs málsøki stendur fyri eini umfatandi menning í mun til krøv um talgildar mannagongdir og samskifti. Hetta er týdningarmikið og slóðbrótandi arbeiði, sum tú skalt leiða í tøttum samstarvi við leiðslu og aðrar fakdeildir á Umhvørvisstovuni. Vit sóknast eftir landmátara við kandidatprógvi, men áhugaði við aðrari relevantari kandidatútbúgving og royndum innan matrikul- ella eigindómsfyrisiting kunnu søkja. Leiðsluroyndir er ein avgjørdur fyrimunur. Starvið er fulltíðarstarv og verður flokkað sum deildarleiðari II eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur á us@us.fo Umsóknin skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 30. nov. 2015. Meiri fæst at vita við at venda sær til Petur Nielsen, stjóra, á telefon 234310 ella við telduposti til peturn@us.fo Deildarleiðari til Tinglýsingina og Landsfólkayvirlitið Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Søkt verður eftir leiðara til deildina á Umhvørvisstovuni, ið fevnir um tinglýsing og landsfólkayvitlit og navnamál. Tú fert at hava fyrisitingarligu og fakligu ábyrgdina av deildini, hvørs málsøki standa fyri eini umfatandi menning í mun til krøv um talgildar mannagongdir og samskifti. Hetta er týdningarmikið og slóðbrótandi arbeiði, sum tú skalt leiða í tøttum samstarvi við leiðslu og aðrar fakdeildir á Umhvørvisstovuni. Tú skalt umframt røkja løgfrøðiligar uppgávur, knýttar at øllum virksemi stovnsins. Tú skalt vera útbúgvin løgfrøðingur og helst hava arbeitt við tinglýsing og/ella persóns- upplýsingarmálum. Leiðsluroyndir er ein avgjørdur fyrimunur. Starvið er fulltíðarstarv og verður flokkað sum deildarleiðari II eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Traðagøta 38 Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur á us@us.fo Umsóknin skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 20. nov. 2015. Meiri fæst at vita við at venda sær til Petur Nielsen, stjóra, á telefon 234310 ella við telduposti til peturn@us.fo eblaðið sos.fo