Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ONGIN FJÁLTUR Á HALLI OG VENDSYSSEL Kring Vendsyssel ræðast tey at gummibein og fjáltur skal raka liðið, sum hevur beina kós móti Superliguni. Tað er róligur stemningur í hópinum, sigur Hallur Hansson Tróndur Arge Um vikuskiftið vann Vend­ syssel FF 1-0 á heimavølli á Skive. Bæði Hallur Hansson og René Shaki Joensen byrj­ aðu inni. Við sigri­num er Vendsyssel átta stig framm­ an fyri Vejle, sum liggur und­ ir upp­flyt­ingar­strikuni. Ræðast fjáltur og gummibein Í Vendsyssel FF eru tey eisini spent um góðu gongdina. Tó vilja tey flestu ikki trúgva heilt upp á upp­flytingina. Tey ræðast, at gummi­bein og fjáltur rakar liðið. – Vit hoyra allatíð fólk tosa um, at tey eru bangin fyri, at fjáltur kemur á liðið, og vit fáa gummibein, sigur Hallur Hansson, og leggur afturat: – Bæði vit spælararnir, og venj­ararnir, lata okkum ikki ríva við av viðgongdini. Tað er ein róligur stemningur í hópinum. Vit hugsa bara um ein dyst í senn, og at gera okkara besta. So kunnu vit telja saman í juni og vóna at tað røkkur, sigur Hallur Hans­son. Hóast tað fylgir nógv prát og gitingar við sær, so trívist Hallur Hansson í leiklutinum sum oddalið. – Tað er nakað tíðliga enn at tosa um tað, men mær dámar tað væl, staðfestur før­oyski miðvallarin, men tað eru eisini vansar. Mót­ støðu­liðini gera nógv av, tá tey skulu steðga oddaliðnum. – Mótstøðuliðini duga betri at lesa okkum av. Tað irri­terar meg og René Shaki Joensen eitt sindur. Vit koma ikki líka ofta í hesar dei­ligu fræmrættaðu støðurnar, sum okkum dámar, sigur Hall­ur Hans­son. Vinna uttan at spæla væl Einsamalla málið í dystinum móti Skive skoraði Simon Okusun eftir 37 minuttir. Talan var ikki um nakran væl spældan dyst. – Eg haldi dysturin gekk væl. Vit vóru væl betri enn Skive. Sjálvt um tað ikki var polerað fótbóltspæl allatíð, so føldi eg ígjøgnum allan dystin, at vit hava tamarhald á dystinum. Haldi tað var uppiborið, at vit vunnu, sigur føroyski lands­liðs­spælarin, Hallur Hansson. Tað verður mangan sagt, at tað er ein góður eginleiki, at klára at hála úrslitini í land, hóast spælið ikki altíð er so gott sum ætlað. – Tað haldi eg faktiskt er rætti­liga sigandi um okkara lið. Vit kunnu spæla sera góðan fótbólt við­hvørt, men tá tað ikki koyrir, so veist tú at tað verjukenda ongantíð liggur eftir. Tað er torført, at skora ímóti okkum, sigur føroyski lands­liðsspælarin. Tað er kalt í hesum døgum í Dan­mark. Tað merkist eisini á vøllinum, sum ikki eru eins góðum standi, sum um summari. – Vit eru byrjaðir at spæla eitt sindur meira primitivt, nú tá vøll­irnir blíva vána­lig­ ari og vánaligari. Tað verður meira spælt við langum send­ingum, sigur Hallur Hans­son. Hallur Hansson og René Shaki Joensen hava fram­ vegis beina kós móti Super­ l­iguni. ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR HEINI LEINGIR VIÐ FREMAD AMAGER Alt bendir á, at føroyski miðvallarin, Heini Vatnsdal, heldur fram í Fremad Amager, har hann hevur vunnið sær pláss á miðvøllinum Tróndur Arge Heini Vatnsdal kom truml­ andi inn á føroyska fót­ bólts­pallin, tá hann undir Odd­birni Joensen áttii stóran leiklut í, at HB bleiv før­oya­meist­ari í 2013. Harða arbeiði á mið­vøll­ inum gjørdi, at hann vann sær pláss á føroyska lands­ liðnum. Síðani hevur Heini Vatns­dal havt trupult við at liva upp til góða kapp­ing­ar­ árið. Hann spældi ikki eins væl í 2014, meðan hann í ár hevur roynt at funnið sær eitt felag í Danmark. Loksins sær út, at Heini Vatnsdal hevur funnið sítt nýggja fótbóltsheim. Frem­ ad Amager. Leingir sáttmálan Í summar spældi Heini Vatnsdal aftur við HB, men skiftir eftir summarsteðgin til Fremad Amager, sum spælir í triðj bestu deildini í Dan­mark. Fyrst bleiv talan um fyri­ bilssáttmála, men nú er líkt til, at føroyski miðvallarin hevur fær nýggjan sáttmala við felagið. Tað tók eina løtu, áðrenn Heini fann seg til rættis í nýggja felagnum. – Tað gongur væl nú. Tað var eitt sindur trupult at venja seg við grasið og spælistílin, men haldi eg havi gjørt tað gott. Eg vænti eisini, at nýggjur sáttmáli verður skrivaður ein av kom­andi døgunum, sigur Heini Vatnsdal, sum eisini hevur sett sær sum mál at koma á landsliðið aftur. Fremad Amager, sum eisini hevur Christian L. Holst og Finn Justinussen í hópinum, hevur vunnið seg víðari til endaspælið í triðj bestu deildini. trondur@sosialurin.fo