Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 11. november 2015 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Viljormur og Vejle hanga í Viljormur Davidsen var við frá byrjan, Vejle vann 3-0 á Helsingør. Jóan Símun Ed­ mundsson var ikki tøkur hjá Velje vegna skaða. Thomas Mikkelsen legði Vejle á odda 1-0, tá 24 minuttir vóru farnir. Simon Nagel økti til 2-0, tá 54 minutt­ir vóru farnir, og sami Simon Nagel staðfesti sig­ urin hjá Vejle í 76. minutti, tá hann skoraði til 3-0. Vejle er bert eitt stig aft­ an­fyri AC Horsens, sum liggur á triðja plássi. Horsens hevur 28 stig, með­an Vejle hevur 27 stig. Rógvi og Fredericia taptu á útivølli Rógvi Baldvinsson, og lið­ felag­arnir í FC Fredericia, upp­livdu eitt aftur­stig í royndini at nærkast upp­flyt­ ingarplássunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. FC Fredericia, sum hevði Rógva Baldvinsson við frá byrjan var á vitjan hjá HB Køge. Heimaliðið vann 2-1. FC Fredericia er nú numm­ar fimm í næstbestu donsku fótbólts­deildini við 23 stig­um. Fimm stig eru upp til Horsens, sum er á triðja plássi, sum gevur uppflyting upp í superliguna komandi kappingarár. Heini, Finnur og Holst víðari til endaspælið Grundspælið í donsku 2. deild - triðbestu deildini - er liðugt. Frem­ad Amager, sum hevur Heina Vatns­dal, Finn Justinussen og Christian L. Holst í hópinum, hevur vunn­ið seg væl og virðiliga víðari til uppflytingarspælið, sum verður komandi vár. Bæði Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen vóru á vøllinum frá byrjan, tá Frem­ad Amager um viku­ skiftið vann ein knúsandi 4-0 sigur á liðnum, sum Julian Johns­son venur, Svendborg. Støðan í steðg­inum var 3-0. Nicolas Mort­en­sen skeyt tvey mál, meðan Johannes Blak Madsen og Malte Meier Carl­sen syrgdu fyri hinum báðum mál­unum. Christian Lamhauge Holst var ikki við. Fremad Amager tek­ur 10 stig við sær í uppf­lyt­ingar­ spæli. Fýra tey bestu liðini í hvørjum av teimum trimum bólkunum í 2. deild taka innanhýsis stigini við sær til upp­flytingarspælið. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR FÓTBÓLTUR SPÆLISTÍLURIN AVGERANDI FYRI KAJ LEO Kaj Leo í Bartalsstovu og Levanger megnaðu akkurát at bjarga sær lívinum í næst bestu deildini. Nú er Kaj Leo uttan sáttmála, men landsliðsspælarin stúrir ikki Tróndur Arge Tvey ár upp í slag hev­ur Levanger rokkið mál­setn­ inginum. Fyrst fluttu teir upp, og nú megnaðu teir at yvirliva í næst bestu deildini. Kaj Leo í Bartalsstovu spældi ein stóran leiklut í upp­flytingini, men hetta farna kappingarárið hevur tað ikki eydnast eins væl. Hann hevur sitið nógv á bonk­inum, meðan heldur óroyndi venjarin hevur roynt at vart seg til stigini. Móti endanum av kapp­ inga­r­árinum fekk Kaj Leo tó meiri spælitíð, og endaði eisini við at fáa fast pláss á landsliðnum. Føroyski landsliðs­spæl­ ar­in er nú uttan sáttmála. Hann hevur fyrr sagt, at hann ætlar at menna seg sum fótbóltsspælara, og tí er ein túrur í triðj bestu deild­ ina ikki ein møguleiki. Ikki tikið støðu enn Við bjargingini bleiv Leveng­ er aftur ein møguleiki fyri komandi kappingarár. – Eg havi ikki tikið støðu til, hvar eg spæli komandi ár. Tað er veldugt at vit yvir­ livdu, so Levanger er altíð ein møguleiki, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Til komandi ár skal Le­ vanger hava nýggjan venj­ ara. Tað kann gera, at Kaj Leo hevur størri móti upp á at halda fram, eftir at spæli­ stílurin ikki hevur passa so væl til hann hetta kapp­ingar­ árið. – Tað er týdningarmikið fyri meg, at eg spæli í einum felagi, ið passar til mín spæli­stíl. Tað er eisini áhugi aðrastaðni frá, so nú fáa vit at síggja hvar tað verður, sig­ ur Kaj Leo í Bartalsstovu at enda. Bóltsnillingurin hevur eisini boðað frá, at hann ikki er sinnaður at koma aftur til Føroyar at spæla, hóast feløg sum Víkingur og B36 enn leita eftir einum avgerandi pro­fili í FM stríðnum. trondur@sosialurin.fo Kaj Leo í Bartalsstovu uttast til høgru