Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 16 Í nýggju skaldsøguni Hinumegin garðin lýsir rithøvundurin William Smith barnaárini í Vági í 1950unum, har serliga sunnudagsskúlalærarin ger lívið hjá smádronginum til ein ævigan bardaga at sleppa undan fortapilsi Dømdur til helvitis hvørja viku William Smith Bókaútgáva Dorit Hansen Í einum mikrosamfelagið sum tí føroyska hava vit lindi til at feia tað keðiliga undir gólvteppi, vit fjala tragediur og ræðuleikar, tí tað kann hava so ógvusligar av­leið­ ingar at heingja skitnu klæðini út í almenna rúmið. Tað sigur William Smith, sum hevur skrivað eina stutta, sjálvævigsøguliga skaldsøgu, Hinumegin garðin, har frá­ søgupersónurin er hann sjálvur sum lítil smádrongur. – Bókin snýr seg um míni barnaár fyrst í 1950unum, men eg fór í gongd við at skriva bókina í indignation um nútíðina. Eg var óður um hartrópandi, fundamentalistiska kristindómin í Føroyum í dag. Fyrstu barnaárini búði William Smith í Vági. Tá hann var átta ára gamal, flutti hann saman við mamm­ uni og systkjunum til Tvør­oyri, og sum ungur maður flutti hann til Dan­markar, har hann búði í góð 40 ár, áðrenn hann flutti heim aftur fyri fáum árum síðani. – Eg gjørdist rættiliga skakkur, tá eg flutti heim. Eg trúði, at Føroyar høvdu broytt seg eins og onnur lond. At tað religiøsa hevði mist valdið. Men støðan er hvaðna verri í dag. Tað sum barnið hoyrir Høvuðspallurin í bókini er sunnu­ dags­skúlin í brøðrasamkomuni í Vági, har sunnudagsskúlalærarin hóttir børnini við helviti og ævigum eldi, um tey ikki taka ímóti Jesusi og venda syndini bakið. Lítli drongurin tekur alt, sum hann hoyrir, í álvara, men kenn­ir ongantíð hesa heitu kensl­ una, sum tey siga mann skal kenna, tá mann verður frelstur. – Tað er vandamikið, tá fólk for­ einkla verðina og skapa ein veruleika, sum einki hevur við vit og skil at gera. Tá fólk siga, at tey hava tosað við Jesus og billa børnum inn, at tey skulu gera tað sama. Ella tá tey siga, at tú mást venda við og verða frelstur. So­vorði fingu vit trútta niður í okkum hvørja viku. Í skaldsøguni Hinumegin garðin hugsar fimm ára gamli drongurin so bókstaviliga, sum børn gera, tá tey eru í tí aldrinum. Og tá sunnu­dags­ skúlalærarin sigur, at hann endar í helviti, um hann syndar, so tek­ur hann tað sum sannleika og vænt­ar at verða brendur í allar ævir. Hann roynir at skilja tað, sum sunnu­ dags­skúlalærarin sigur og roynir at gera alt, sum tað krevst fyri at vera frelstur. Men tað er ikki so lætt. Mann skal seta seg sjálvan lágt, sigur sunnudagsskúlalærarin. Men tá drongurin setir seg á gólv­ið, háar lærarin hann. Mann skal vera eyð­ mjúkur, sigur sunnu­dags­skúla­lær­ arin, men tað einasta mjúka drong­ urin kennir, er fressurin. Og nálareyga roynir hann eisini at skilja. Hann hevur roynt at kroyst reyðmaðkar gjøgn­um nálareygað í stoppinaálini hjá ommuni, men »maðkurin slapp ikki ígjøgnum. Hvussu skuldi so nak­ að menniskja sleppa ígjøgnum?« Mann skal liva eitt dadelfrítt lív, sigur sunnudagsskúlalærarin, sigur sunnudagsskúlalærarin eisini. Men øll eta dadlur á jólum, og hjá mostrini lærir hann at biðja Faðir Vár og ”gev okkum í dag dadlur upp á breyð”. Og so eru tað illimaður og óndimaður, sum báðir eita Satan til eftirnavn. Og ikki at tala um allar fanarnar, sum arbeiða hjá teimum. Tað er vanda­ mikið, tá fólk for­ einkla verðina og skapa ein veru­ leika, sum einki hevur við vit og skil at gera. Tá fólk siga, at tey hava tosað við Jesus og billa børn­um inn, at tey skulu gera tað sama« Framhald á næstu síðu Mentan – Eg gjørdist rættiliga skakkur, tá eg flutti heim. Eg trúði, at Føroyar høvdu broytt seg eins og onnur lond. At tað religiøsa hevði mist valdið. Men støðan er hvaðna verri í dag, sigur William Smith