hósdagur 12. november 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
15
Talvan til høgru er úr kanning úr USA, ið kannaði menn, ið vóru
deyðir í ferðsluvanlukku, fyri prostatakrabba. Kanningin vísir, at
tað er neyvur samanhangur millum krabbamein í prostata og aldur
Óbrúkilig kanning
Tað verður onkuntíð sagt, at prostata
krabbi, er ikki ein sjúka, tú doyr av,
tað er ein sjúka, tú doyr við. Í veru
leikanum eru sannlíkindini fyri at
miðaldrandi, og eldri menn, hava
prostatakrabba, nógv størri enn at
teir ikki hava tað, sigur Jóan Petur
Davidsen.
– Men støðan er tann, at prostata
krabbi ber seg ikki at sum krabbi
aloftast ger og veruleikin er, at tað
eru bara nøkur heilt fá mannfólk við
prostatakrabba, sum nakrantíð verða
sjúk av tí.
– Tey liva sítt vanliga lív og
doyggja av heilt øðrum orsøkum,
uttan nakrantíð at varnast, at tey
hava krabbamein í prostata, sigur
serlæknin.
– Jóan Petur Davidsen sigur, at
bara mannfólk liva nóg leingi, kunnu
tey vera rættiliga vís í at fáa krabba
mein í prostata.
Tískil er ein blóðroynd, ið kannar
PSA tølini í blóðnum eisini ein óbrúk
ilig kanning.
– Høg PSA tøl kunnu vera tekin
um krabbamein, men høg PSA tøl
kunnu eisini vera tekin um so nógv,
sum einki hevur við krabbamein at
gera, sigur Jóan Petur Davidsen.
Sambært serlæknanum eru flestu
urologar tí eisini samdir um, at vit
eiga ikki at seta skipaða screening í
verk, har PSA tølini verða kannað hjá
mannfólki. Til tað eru avleiðingarnar
alt ov stórar.
Dýrur prísur
Sambært Jóan Petur Davidsen er
prísurin fyri at viðgera menn fyri
prostatakrabba, ið ikki hava viðgerð
ina fyri neyðini, stórur.
Kanningar vísa, at verða 1410 mans
screenaðir verða 47 mans funnir, sum
verða settir í viðgerð. Av teimum er
tað bara ein einasti maður, ið bjargar
lívinum. Harumframt er vandi er fyri,
at onkur kann doyggja av sjálvari við
gerðini.
Men serliga eru tað hjáárinini av
viðgerðini, ið gera, at urologar nú eru
farnir at seta spurnartekin við, hvat
teir í roynd og veru útsett sjúklingar
við prostatakrabba fyri seinastu
nógvu árini.
– Hjáárinini av viðgerðini fyri
prostatakrabba eru so ring, at tey
vilja vit vera fyri uttan. Tað er heilt
vanligt, at menn verða impotentir
av skurðviðgerðini, og fáa ikki hildið
vatninum, og sostatt mugu teir brúka
blæðu restina av lívinum, eisini menn
í bestu árum.
– Og tað er ein dýrur prísur at
rinda fyri eina viðgerð, sum er teir eru
lagdir undir á heilt skeivum grundar
lagi, heldur Jóan Petur Davidsen.
Eingi eftirfarandi
sjúkueyðkenni
Í dag er ein annar háttur mentur at
kanna prostatakrabba enn at máta
PSA tølini, sum ofta verða brúkt.
– Tað er gleason hátturin, sum
er tann mest álítandi hátturin at
kanna krabbamein í prostata. Tað er
ein mikroskopisk kanning, har hugt
verður eftir, hvussu krabbakyknurnar
síggja út. Uttan at fara í smálutir við
eini vísindaligari frágreiðing, eru
50-60 prosent av øll um tilburðum
av prostatakrabba gleason 6 og
gleason 7.
Gleason 6 er somikið góðkynjað
krabbamein, at tað førir aldrin til
nakað. Av teimum, sum hava gleason
7, fara 97 prosent til 98 prosent aldrin
at merkja nakað til krabban.
– Men so er tað gleason 8, 9 og 10,
sum vit fara miðvíst eftir at viðgera.
Men tað eru bara eini 5 prosent av øll
um teimum, sum fáa prostatakrabba,
sigur Jóan Petur Davidsen.
Størsti trupulleikin er bert, at
álvarsligu prostatakrabba-formarnir
eingi beinleiðis sjúkueyðkenni hava.
– Einki hevur víst, at vit fáa fatur
á álvarsligu formunum av prostata
krabba. Teir eru so aggressivir, og
breiða seg so knappliga, at tað er
trupult at fanga teir tíðliga. Hetta
eru gleason 8, 9 og 10. Hesar sjúkurnar
royna vit at bjarga sum frægast. Sam
stundis eru vit varugir við gleason 6
og 7, sum vit kunnu viðgera. Hinir
formarnir útvikla seg ongantíð til
sjúkuna, sigur Jóan Petur Davidsen.
Far tá tú følir teg sjúkan
Av tí at eingi beinleiðis sjúkueyðkenni
eru, ið kunnu geva ábending um, nær
ein maður eigur at lata seg kanna, er
boðskapurin stutt og greitt, at tú skal
fara til lækna, tá tú følir teg sjúkan.
Jóan Petur Davidsen leggur aftur
at, at sjálvur vísir hann ikki mann
fólki frá sær.
– Kemur ein maður til mín og vil
kannast, taki eg royndir og møguliga
vevsprøvar. Men vit fáa okkum fyrst
eitt nágreiniligt prát um, hvat hetta
inniber og hvørjar avleiðingarnar
kunnu vera.
Tá talan er um átøk sum
Movember, staðfestir Jóan Petur
Davidsen, at tað er eitt slag av ræðu
herferð, sum teir sum læknar ikki
eiga at taka lut í.
– Okkara týdningarmesta upp
gáva er at skapa tryggleika, og ikki
lufta leysar pástandir, ið einki hald
hava í veruleikanum. Vit mugu halda
okkum til veruleikan, staðfestir Jóan
Petur Davidsen.
rogvi@sosialurin.fo
20-29
90
80
70
60
50
40
30
20
10
0
30-39
40-49
50-59
60-69
70-79
Mynd: Gerardo Obieta (broytingar framdar í mun til upprunamynd)
Prostata, á føroyskum eisini nevnt
bløðruhálskertil, er tann kertilin
har sáðleiðari, sáðbløðra og urin
bløðra renna saman í urinrørið.
Prostata situr innvortis, skamt
undir urinbløðruni.
Í miðal fáa 30 mans í Føroyum
staðfest prostatakrabba árliga.*
Í miðal doyggja 12 mans av
prostatakrabba í Føroyum árliga.*
Hagtøl eru miðaltøl og kunnu
ikki siga nakað um júst tína støðu.
Tí eigur tú at tosa við egnan lækna
um júst tína sjúku
Tað verður ikki screenað fyri
prostatakrabba, av tí at eingin
kanning er nóg neyv til at staðfesta,
um tú hevur prostatakrabba
Við illgruna um krabbamein í
prostata kannar læknin teg við at
føla upp á prostata og taka eina
blóðroynd, ið málar innihaldið av
PSA (Prostata Specifikt Antigen).
Síðani verður tú sendur til víðari
kanningar hjá einum urologi
Prostatakrabbi hevur eingi bein
leiðis sjúkueyðkenni, men nøkur
eyðkenni kunnu geva ábendingar
um prostatakrabba.
Hevur tú illgruna um, at tú hevur
krabbamein, eigur tú at seta teg í
samband við egnan lækna og verða
kannaður nærri. Sjúkueyðkenni
eru ikki neyðturviliga tekin um
krabbamein, men eiga kortini at
verða tikin í álvara. Tey kunnu vera
tekin um, at tú ert við at útvikla
krabbameinssjúku. Er tað støðan,
er sjálvandi best at koma í viðgerð
skjótast gjørligt.
* 2009-2013 tøl frá NORDCAN
Kelda: Kræftens Bekæmpelse (cancer.dk)
Um prostatakrabba