Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 14 Rógvi Nybo Í 1952 doyðu 19 av hvørjum 100.000 monnum av prostata­ krabba í Norður­londum. Í 1992 doyðu 19 av hvørjum 100.000 monnum av prostatakrabba í Norðurlondum. Í 2012 doyðu 21 av hvørjum 100.000 monnum av prostatakrabba í Norður­ londum. Beiski veruleikin er við at ganga upp fyri urologar. Hóast vit síðani 1992 hava kent til sokallaða PSA-talið, og vit í nógv ár hava heitt á menn um at lata seg kanna fyri prostatakrabba og hava sett teir í aggressiva við­ gerð, doyggja eins nógvir menn av prostata­krabba í dag, sum tað gjørdu fyri 60 árum síðani. Hóast nógv hevur verið gjørt, og fleiri mans hava verið í aggress­ivari viðgerð móti prostata­ krabba, eru eingi skjalprógv fyri at hon hjálpir. Tað stend­ur hinvegin rimmarfast, at við­gerðin hevur nógvar álvarsligar komplika­tiónir við sær, ið minka mun­andi um lívsvirðið hjá mannfólki. So greiður er beisk­i boðskapurin frá Jóan Petur Davidsen, serlækna í urologi á Suður­ oyar Sjúkrahúsi. Vit eru stutt sagt næstan ong­an veg komin við at fyribyrgja prostata­ krabba seinastu 60 árini. Ræðuherferðin Tað er ikki til at taka feil av, at prostatakrabbi er ein álvarslig sjúka. Tað eru eini 2-3 prosent av øllum teim­um, ið fáa prostatakrabba, ið doyggja av sjúkuni, og tí eiga vit at taka prostata­krabba í størsta álvara. Men screen­ingar og PSA-kanningar, ið ynski hevur verið at fáa sett systemat­iskt í verk, høvdu ongan mun gjørt sambært Jóan Petur Davidsen. – Síðani 1992, tá PSA-talið varð funn­ið, er talið á tilburðum av prostata­krabba munandi vaksið, tí síð­ani eru nógv fleiri kannað fyri sjúk­una og sostatt verða eisini nógv fleiri tilburðir uppdagaðir. Men sam­ stund­is er talið á monnum, sum doyggja av prostatakrabba nú á døg­ um, at kalla akkurát tað sama, stað­ festir serlæknin. Hann tekur tí rívan til og kallar átøk sum eitt nú »Movember« og upp­lýsingar­faldaran »Kennir tú tín prostata« frá 2014 fyri beinleiðis ræðu­herferð móti mannfólki. Seta øll mannfólk í vandabólk Orsøkin til, at Jóan Petur Davidsen kallar átøkini fyri beinleiðis ræðu­ herferðir liggur í, at átøkini varpar ljós á ymisk sjúkueyðkenni fyri prostata­ krabba, sum í roynd og veru flyta øll mannfólk yvir í ein vandabólk, ið eigur at lata seg kanna. Millum hesi ávaringartekin um krabbamein í prostata, sum hava verið nevnd í upplýsingarfaldaranum frá í fjør, kunnu nevnast at mannfólk noyðast upp um náttina at pissa, at strálan kann vera veik og at bløðran ikki verður tømd. – Men hetta eru púra vanlig aldurs­tekin og hevur einki við prostata­krabba at gera, sigur Jóan Petur Davidsen. – Tað er tað sama við manglandi kyns­hugi, bløðrubruna og øðrum so­kall­aðum vandateknum, sum eru nevnd í faldaranum. Er blóð í land­ inum skal tað altíð kannast, men tað hevur einki ítøkiligt við krabbamein í prostata at gera, men kann vera nógv ymiskt annað, sigur Jóan Petur Davidsen. Jóan Petur Davidsen sigur, at eitt annað ávaringartekin, sum verður nevnt í faldaranum, eru hovin bein og pína í lendunum. Tað kann verða tekin um prostatakrabba, sum kanska hevur spjatt seg, sigur hann. Onnur vandatekin, sum verða nevnd, eru møði og vekttap, sum er vanligt fyri øll sløg av krabbameini. Herferðin at fáa mannfólk at kanna seg fyri prostatakrabba byggir so­statt á ósannindi og ræðsluna hjá fólki fyri at fáa eina herviliga sjúku. tema Prostatakrabbi Niðurstøðan frá serlækna í urologi er døpur. Eingi skjalprógv eru fyri, at aggressiv viðgerð móti prostatakrabba hjálpir, samstundis sum viðgerðirnar hava álvarsligar komplikatiónir við sær. Átøk sum Movember vilja hava fleiri menn at kanna seg, men talið á monnum, ið doyggja av prostatakrabba, er tað sama í dag, sum tað var fyri 60 árum síðani Serlækni í urologi »Veruleikin er, at ein stórur partur av mannfólki fáa prostatakrabba. Men tað eru so ómetaliga fá mann­fólk, sum nakran­tíð verða sjúk av tí og sum tískil nakran­tíð upp­daga tað« Movember størri skaða enn gagn Jóan Petur Davidsen, serlækni í urologi Savnsmynd