hósdagur 12. november 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
13
og vóru vitandi um júst hansara
støðu.
– Tann dagin eg fekk mína sein
astu stráluviðgerð, góvu tey mær eitt
danskt flagg. Vit flentu eitt sindur
eftir um tað skuldi flagga í hálvari
stong ella heilari, minnist Torkil
aftur á.
Og fyri hann er eingin ivi. Trygg
leikin er tað mest umráðandi fyri ein
krabbameinssjúkling. At tú kennir teg
tryggan við umstøðurnar, læknarnar
og viðgerðina tú fært.
– Eg vóni tað er blivið betri í
Føroyum nú og eg skilji, at manna
gongdirnar eru broyttar síðani tá,
sigur Torkil.
Hjáárinini ávirka
kynsliga sambandið
Á sumri í fjør varð Torkil Skála stað
festur frískur fyri prostatakrabba.
Tað var ein góður dagur fyri Torkil
og familju hansara. Síðani Torkil kom
aftur av Ríkissjúkrahúsinum hevur
hann tikið blóðroynd hálva hvørt ár
fyri at vita, um PSA talið veksur ella
stendur í stað. Og í 2014 segði læknin,
at nú hevði PSA talið staðið í stað nóg
leingi til, at Torkil kann kalla seg fyrr
verandi krabbameinssjúkling, og bert
koma til kanningar einaferð um
árið ístaðin. Men hjáárinini
hava framvegis ávirk
an. Og tað á eitt
økið, sum vit ikki
hoyra nógv um.
Seksuellu før
leikarnir hjá
Torkili eru
burturi.
Torkil og konan Esther hava verið
gift í 47 ár. Um trý ár ætla tey sær at
hátíðarhalda teirra gullbrúdleypsdag.
Men seinastu trý árini hava verið
strævin fyri hjúnini, tí viðgerðin av
prostatakrabba hevur viðført, at
Torkil og Esther ikki longur kunnu
hava seksuella samveru.
– Tað er ein keðilig avleiðing av
sjúkuni, og serliga fyri konuna. Eg eri
keddur hennara vegna, men vit hava
prátað nógv um tað fyri at góðtaka
støðuna, sigur Torkil.
Tá tú verður lagdur undir skurð
fyri prostatakrabba verður tú kunn
aður um, at skurðviðgerðin ávirkar
seksuellar førleikarnar, men við heili
vági og endurvenjing ber til at betra
um støðuna.
– Eg vildi ikki fara undir endur
venjingar og taka heilivág, tí eg eri so
gamal. Men eg ímyndi mær hvussu
hart tað er fyri yngri menn, sigur
Torkil.
Hann og konan tosaðu saman um
støðuna áðrenn skurðviðgerðina, og
tey vórðu samd um at lata standa til
og góðtaka skerdu førleikarnar.
Sjúkur aftur
Í dag er Torkil aftur sjúkur. Ikki
við krabbamein, men hesaferð við
Parkinsonsjúkuni. Bert eitt gott hálvt
ár eftir, at Torkil fekk tey gleði boð,
at hann ikki longur var krabbameins
sjúklingur, fekk hann eina aðra sjúku
at dragast við.
– Tey siga aldurdómur sjáldan
kemur einsamallur. Mangan fylgja
sjúkur við. Og tað má man siga er
støðan hjá mær, sigur Torkil.
Hann er sera harmur um, at enn
ein sjúka hevur rakt hann, men aftur
hesaferð er okkurt jaligt at finna í tí
ringa. Sjúkan varð uppdagað sera
tíðliga.
– Tað er tað eg altíð hugsi um.
Hvussu umráðandi tað er, at vit lata
okkum kannað, tí verður ein sjúka
uppdagað tíðliga, so er hon nógv lætt
ari at liva við og at gerast frískur av,
sigur Torkil at enda, áðrenn leiðin
gongur aftur á ambulatorii til
árligu kanningarnar av PSA
tølunum.
barbara@sosialurin.fo
»Tann dagin eg fekk mína seinastu strálu
viðgerð, góvu tey mær eitt danskt flagg.
Vit flentu eitt sindur eftir um tað skuldi
flagga í hálvari stong ella heilari«
Torkil Skála
– Eg vildi ikki fara undir
endurvenjingar og taka
heilivág, tí eg eri so gamal.
Men eg ímyndi mær hvussu
hart tað er fyri yngri
menn, sigur Torkil Skála
Mynd: Álvur Haraldsen