Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 12 tema Prostatakrabbi Barbara Holm 2009 skuldi vera eitt gott ár fyri tá 65 ára gamla havnarmannin Torkil Skála. Tað var árið, tá ið hann takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu sum fólkaskúlalærari og fór á pensjón. Men árið gjørdist ikki eins gott og ætlað. Í januar í 2009 fekk Torkil stað­fest prostatakrabba og heimurin broyttist. Áðrenn hevði ein nábúgvi hjá Torkili fingið staðfest prostatakrabba, og hann doyði stutt eftir, tí sjúkan hevði spreitt seg. – Eg minnist eg hugsaði um hann. Men læknarnir søgdu við meg, at tað varð uppdagað so tíðliga, at eg hevði góðar møguleikar fyri at gerast frísk­ ur, sigur Torkil. Tá hevði føroyska sjúkrahúsverkið ikki drúgvar royndir við prostata­ krabba, og tað metir Torkil eisini hava ávirkað tilgongdina hjá honum. Torkil fekk tveir møguleikar. Antin skuldi hann fara undir stráluviðgerð ella skuldi hann leggjast undir skurð. – Læknarnir vildu ikki siga mær hvat var best fyri meg. Teir søgdu eg skuldi sjálvur taka støðu til hvat eg vildi, men tað er jú vónleyst at meta um sjálvur, sigur Torkil. Hann tók tó avgerð um at fara undir skurð og við tí vóna, at gerast frískur. Men so skuldi ikki vera. Einsamallur til Keypmannahavnar Tað vísti seg nakað eftir skurð­við­ gerð­ina, at krabbi framvegis var í vev­inum rundan um prostata, og tí varð neyðugt hjá Torkili at fara undir stráluviðgerð. Tað eru mát­ing­ ar av tí tey kalla PSA talinum, sum skulu staðfesta hvussu til stendur. Veksur nøgdin av PSA í kropp­inum, so er neyðugt at viðgera fyri prostata­ krabba. Og talið vaks hjá Torkili eftir skurðviðgerðina. Tíðliga í 2011 varð hann tí sendur til Keypmannahavnar, har hann skuldi undir eina umfatandi stráluviðgerð. Tveir mánaðir skuldi hann vera í Danmark. Men hann fekk ongan fylgjara við. – Eg vildi so fegin hava konuna við, tí tað er so einsligt at ganga einsa­ mallur í Keypmannahavn í tveir mán­ aðir, greiður Torkil frá. Hvønn dag skuldi hann inn á Ríkissjúkrahúsið at fáa stráluviðgerð, men hetta tók sjáldan meira enn 10 minuttir. Restin av samdøgrinum fór tí við at ganga einsamallur í stór­ býnum. – Tað vóru eisini tveir kaldir mánaðir, og kanska hevði tað verið frægari um tað var um summari, heldur Torkil. Men viðgerðin fekk ein enda og eingi hjáárin stóðust av strálunum. Eftir tveir mánaðir í Danmark slapp Torkil heimaftur á klettarnar. Hesa­ ferð frískur. Hildin fyri spott á Landssjúkrahúsinum Í sjúkraleguni hjá Torkili Skála var Landssjúkrahúsið, sum vera man, miðdepilin fyri allari kunning og við­ ger, undantikið teir tveir mán­aðir­nir í Danmark. Men á Lands­sjúkra­hús­ inum kendi Torkil seg ótryggan og ráða­leysan. Í alt vóru níggju neuro­ logar um Torkil hesi árini. – Eg var ólukksáliga keddur um, at tað vóru so nógvir ymiskir læknar. Onkursvegna kendist tað sum, at eg sjálvur mátti finna útav hvat vendi upp og niður, greiður Torkil frá. Læknin, sum legði Torkil undir skurð í 2009, var bert einaferð eftir tað í myndini. Átta aðrir neurologar skiftist síðani um at kalla Torkil inn til hetta og hatta. – Fimm teirra søgdu mær als einki, sum eg ikki visti áðrenn. Og eg kendi meg snøgt sagt ikki tryggan, sigur Torkil. Hann ynskti sær ein lækna, sum hann kundi hava álit á og knýta sam­ band við gjøgnum sjúkraleguna. – Eg føldi tað sum eg var hildin fyri spott, tí læknarnir settu seg ikki inn í mína støðu, sigur Torkil. Men á Ríkissjúkrahúsinum var betur. Har vóru tey fitt og fryntlig – Seinastu trý árini hava eg og konan einki seksuelt samband havt, tí skurðviðgerðin kostaði mær seksuellu førleikarnar. Tað er keðiligt fyri okkum bæði, og mangan taki eg so synd í henni, sigur 71 ára gamli Torkil Skála, sum í 2009 fekk staðfest prostatakrabba. Nú vil hann púra opið greiða frá hvussu lívið við og aftaná prostatakrabba er Torkil Skála Tað er ein keðilig avleiðing av sjúkuni, og serliga fyri kon­una. Eg eri keddur henn­ ara vegna, men vit hava prátað nógv um tað fyri at góð­taka støðuna« Viðgerðin kostaði mær sexlívið