hósdagur 12. november 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
11
Temasíðurnar
hesaferð varpa ljós
á prostatakrabba
fáa snorbremsuna nýmótans aftur.
Tað er nú alt broytt.
Síðani 2004 hava menn kring
allan knøttin latið yvirskeggið blíva
sjónligt, fyri at stuðla ymiskum
átøkum, ið hevur við heilsuna hjá
monnum at gera.
Frá skemt til studning
– Í 2003, tá vit gjørdu tað fyrstu ferð
ina, skapti tað stóran ans millum fólk.
Vit vóru teir einastu í endanum av 20-
unum í øllum Melbourne – og kanska
eisini kring allan knøttin, ið høvdu
yvirskegg. Øll spurdu okkum, hvat
tað heila snúði seg um, og tí komu vit
til ta niðurstøðu, at vit í 2004 skuldu
nýta høvi at brúka hetta til nakað
meira, hevur Adam Garone, ið er fyri
sitingarstjóri í Movember-átakinum,
sagt í samrøðu við DR.
Í árunum frá 2004 og fram til í dag
er tað innsavnað áleið fýra milliardir
krónur, ið m.a. verða nýttar til
ymiskar stuðulsverkætlanir og átøk
at skapa ans um evnið, at menn liva
styttri enn kvinnur.
Yvirskeggið flytur mørk
Sjálvur kann Adam Garone sjálvur
síggja, at eitt lítið átta daga gamalt
yvirskegg kann síggja eitt sindur
nørdasligt út, so heldur hann, at yvir
skeggið er nakað heilt serligt.
– Samtalurnar, ið koma vegna
yvirskegginum, eru tað heila vert.
Tá pápi tín, vinur ella arbeiðsfelagi
spyr, hví tú sært so nýrakaður í
byrjanini av november, ella hví tú
letur títt yvirskegg grógva, so skapar
tað trúvirði, og samrøðan um heils
una hjá monnum kann tí koma á ein
natúrligan hátt. Vanliga halda menn
seg aftur, tá onkur spyr teir um heils
una, men tað gera teir ikki, tá tosið
byrjar við einum práti um t.d. skegg,
sigur Adam í samrøðuni.
Tey seinnu árini er tað eisini
komin ein stór dilla kring knøttin,
ið kallast hipstara-mótin. Hetta
hevur eisini verið viðvirkandi til, at
Movember hevur eydnast somikið
væl millum menn, ið hava latið yvir
skeggið grógva – eisini til dagligt.
Hetta hava vit eisini sæð í Føroyum.
So um tín maður gongur runt við
einum yvirskeggi, ið kanska meira
hoyrir heima hjá einum týskum fót
bóltsspælara í 1970-unum ella einum
eyðkendum sjónleikara úr USA, so
fell ikki í fátt. Tað endar 1. desember.
Movember byrjar hvørt ár tann 1.
november og varir mánaðin út.
post@sosialurin.fo
Føroysk yvir-
skegg á netinum
Í 2011 varð bókin 161 yvirskegg givin út
í samband við Movember-rørsluna
Hetta var eitt samstarv millum
Føroyaprent, Rit&Rák, Fotostudio
og bókhandlarnar í Føroyum.
Tann 30. november í 2014 varð so
ein kekkur handaður til Krabba
meinsfelagið. Væl var tikið undir
við bókini og tilsamans var upp
hæddin 42.826,00 kr. Øll inntøkan
av søluni fór óskerd til Krabba
meinsfelagið og gransking í
prostatakrabba.
Movemberrørslan byrjaði í
Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í
movember lata vit menn yvir
skeggið vaksa, fyri at varpa ljós
á og savna pening, til stuðul og
gransking í heilsutrupulleikum
hjá monnum.
Rørslan hevur havt nógva
undirtøku í Føroyum seinastu
árini, men tó er líkt til, at færri
menn ganga við yvirskeggi í ár enn
undanfarin ár. Tó so, november
er illa nokk hálvrunnin, so enn er
møguleiki hjá øllum monnum at
fáa sær eitt movember yvirskegg.
Allar myndirnar í bókini 161
yvirskegg, sum altso eru føroysk
yvirskegg, eru nú at síggja á
netinum.
Myndir: www.foroyaprent.fo
Soleiðis gerst tú ein MO BRO
Ein verður partur av Movember við at melda seg til á movember.com.
Limirnir, ið eisini verða kallaðir mo bros, skulu fylgja fylgjandi reglum:
■ Tann 1. november skal andlitið verða nýrakað.
■ Allar 30 dagar í november skal yvirskeggið grógva og røktast.
■ Ikki er loyvt at lata skeggið grógva saman við tínum
kjálkaskeggi ella tvørtur um høkuna.
■ Allir mo bros skulu uppføra seg sum heiðursmenn út í odd og egg allan
november og leggja dent á at gera nakað gott fyri onnur.
Tá ið tú ert meldaður til, fært tú tína egnu persónligu síðu á movember.
com. Her leggur tú myndir út av tær sjálvum í takt við at yvirskeggið
grør, har tú eggjar øðrum til at stuðla góða endamálinum fíggjarliga.
Peningurin fer til gransking, ið skal bøta um heilsustøðuna hjá monnum
– millum øðrum stríðnum at vinna á eista- og prostatakrabba.
Adam Garone, er fyrisitingar
stjóri í Movember-átakinum