hósdagur 12. november 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
10
tema
Prostatakrabbi
Yvirskeggini
varpa ljós á
krabbamein
Krabbamein er krabbamein
óansæð hvar tað rakar, siga
tey. Men givið er, at júst hesi
bæði krabbasløgini hava eitt
til felags. Tey raka ávikavist
kvinnuliga og mannliga sjálv
virði meint. Í farna mánaði
var bróstkrabbi til viðgerðar í
temasíðunum hjá Vikuskiftis
Sosialinum. Har kom millum
annað til sjóndar, at bróst
krabbi hevur tað ávirkan, at
kvinnuligheitin hjá sjúkling
unum fær eitt slag fyri bógvin,
tá ið bróstini skulu leggjast
undir skurð, takast burtur
og síðani endurbyggjast eftir
lokna sjúkralegu.
Í temasíðunum hesaferð
síggja vit, at prostatakrabbi
hevur neyvt somu ávirkan á
menn, sum bróstkrabbi hevur
á kvinnur. 71 ára gamli Torkil
Skála sigur í blaðnum í dag, at
ein sera keðiligt avleiðing av
viðgerðini fyri prostatakrabba
er, at hann hevur mist sínar
seksuellu førleikar, og tað
ávirkar sjálvsálitið.
Á temasíðunum kanst tú
eisini lesa samrøðu við Jóan
Petur Davidsen, serlækna í
urologi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Niðurstøðan hansara er
døpur. Eingi skjalaprógv eru
fyri, at aggressiv viðgerð móti
prostatakrabba hjálpir, sam
stundis sum viðgerðirnar hava
álvarsligar komplikatiónir,
sum tær hjá Torkili, við sær.
Átøk sum Movember vilja hava
fleiri menn at kanna seg, men
talið á monnum, ið doyggja av
prostatakrabba, er tað sama í
dag, sum tað var fyri 60 árum
síðani.
Um menn skulu lata seg
inspirera av yvirskegga
rákinum, og lata seg kanna
fyri prostatakrabba, mugu
teir sjálvir gera av. Og um
movemberrørslan ger meira
skaða enn gagn, eru ivleyst
nógvar meiingar um. Undir
øllum umstøðum hevur
yvirskeggaátakið havt eina
stóra ávirkan á gransking
innan prostatakrabba. Tað
byrjaði sum ein roynd hjá
avstralskum vinmonnum at
fáa yvirskegg mótarøtt aftur.
Síðani 2004 hava tey ikki bert
verið mótarøtt – tey hava eisini
savnað fleiri milliardir inn til
gransking innan júst prostata
krabba.
Góðan lesihug – hesaferð
um Movember.
Meðan oktober er mánaðurin, tá ið vit varpa
ljós á bróstkrabba, so er november mánaðurin,
har prostatakrabbi kemur undir luppin
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Sigurjon einarson
T
að byrjaði sum skemt,
hattar har við yvirskegg
inum. Hví er tað soleiðis,
at fleiri rák koma aftur og
aftur, men eingin vil kennast við snor
bremsuna á yvirvørrini? Alt kemur
aftur – fyriuttan hatta eyðkenda
yvirskeggið frá 1970-unum. Hvussu
kunnu vit gera tað nýmótans aftur?
Tað var nakað soleiðis, at tríggir
mans úr Avstralia hugsaðu yvir á
einari barr í Melbourne í 2003. Teir
fingu samlað 30 mans, ið hvør játtaði
seg at grógva eitt yvirskegg. Úrtøkan
var null krónur fyrsta árið. Nú, 12 ár
seinni, er hetta yvirskeggið, ið sæst í
øllum støddum og hevur ymisk skap,
við til at fíggja eitt nú gransking av
eista- og prostatakrabba.
Yvirskeggið skuldi
gerast nýmótans aftur
Tað byrjaði eitt sindur av tilvild, men
á ein avstralskan hátt. Menn sótu
og drukku nakrar øl, har tosið kom
inn á, at yvirskeggið ongantíð fór at
blíva nýmótans aftur. Tí komu hesir
vinmenn fram til eina niðurstøðu, at
teir vildu hava yvirskeggið fram aftur
millum manna við at doypa novemb
er til movember. Eitt yvirskegg í
Avstralia verður kallað fyri mo,
stendur millum annað at lesa á
heimasíðuni hjá felagsskapinum,
movember.com.
Tá var tað eingin orsøk til, at ein
fyrst skuldi vera nýrakaður, og síðani
lata yvirskeggið grógva teir næstu 30
dagarnar. Tá var tað bert talan um at
Movember
byrjaði
sum skemt
Dillan, at menn lata yvirskeggið grógva í november
mánaði, byrjaði sum skemt í avstralskari barr.
Nú er yvirskeggið við til at veita stuðul til
gransking, tá tað kemur til heilsuna hjá monnum
»Vit vóru teir einastu í endanum
av 20-unum í øllum Melbourne,
ið høvdu yvirskegg«