hósdagur 12. november 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
18
– Bókin er kanska stuttlig at lesa,
men fyri dreingin er tað blóðugt
álvara. Hann kennir seg sum stór
syndara á veg til fortapilsi hvørja
ferð hann letur seg freista av smákøk
unum í konditarínum, og tá sunnu
dagsskúlalærarin lýsir fanarnar,
stúrir hann av álvara fyri, at pápin
er ein teirra.
Síggja ikki barnið
Eitt gjøgnumgangandi tema í bókini
Hinumegin garðin er, at tey vaksnu
í veruleikanum ikki síggja børnini
og tí ikki virða tey sum menniskju.
Grefligasta dømi um hetta er sunnu
dagsskúlalærarin, sum sær út til at
njóta at ræða børnini. Í seinnu helvt
av bókini byrjar drongurin í barna
skúlanum, sum ikki er serliga barna
vinaligur. Lærarin hóttir ikki við for
tapilsi, men slær og knúskar børnini.
Og heima við hús uppdagar drong
urin spakuliga, at pápin heldur ikki
er at lýta á.
– Onkur spyr kanska, hví eg skrivi
so um lærararan og um pabba, men
hví skal tað fjalast, sum øll vistu?
Lærararnir kundu vera óndskaps
fullir og djevulskir, og summir vóru
eisini perversir móti børnunum.
– Pabba var ógvusligur í orðum,
men hann sló ongantíð. Kanska er tað
tí, tað kennist so ógvusligt, tá hann
blakar appelsinskalið eftir mær, sum
eg lýsi einastaðni í bókini.
Omman, sum býr hjá teimum,
er góð við dreingin, og hann finnur
sær skjól hjá henni. Hennara trúgv
er øðrvísi enn tann hjá sunnudags
læraranum, hóast hon hoyrir til
somu samkomu. Hon troystar hann
og syngur nina nái fyri honum. Men
omman stúrir samstundis alla tíðina
og tekur hann við á møti fyri at fáa
hann á rætta kós.
At mála kenslur
Eitt annað menniskja, sum er lýst
við ljósum pensli í bókini, er fastir
drongin, málarin Ruth Smith. Hon
biður hann hvíla seg á divanuni,
meðan hon teknar hann, og »blýant
urin skróvaði, og tað kendist, sum
omman ninaði mær náðina.« Hon
bjóðar honum eisini við, tá hon fer
út at mála, og hon lærir hann at máta
perspektivið frá blýantsspíssinum og
niður á tummilin.
»Og hygga nú, nú flyti eg per
spektivið niður á blokkin, so er pláss
fyri bæði Lopransfjørði og fjøllunum
aftanfyri.«
Sigur hon, tá tey standa niðri í
fjøruni. Hann við tráðu og hon við
pensli.
Drongurin heldur ikki, at myndir
nar hjá fastrini líkjast, men Ruth
Smith svarar, at »eitt málarí behøvist
ikki at líkjast akkurát. Málaríið skal
heldur vísa kenslurnar, tú hevur, tá
ið tú málar ellar teknar okkurt.«
Við bókini Hinumegin garðin
hevur William Smith megnað at skapt
pláss fyri einari heilari barnaverð í
einari lítlari bók, og tað er upplagt at
spyrja hann, um hann eisini hevur
hugsað um orðini hjá Ruth, meðan
hann skrivaði.
Hugsaði tú, at tú gjørdi tað sama
á skrift, sum Ruth ger á lørifti, tá tú
skrivaði?
– Nei, als ikki. Soleiðis havi eg ikki
hugsað. Men tú hevur rætt í, at alt
verður lýst ígjøgnum kenslurnar hjá
dreinginum. Tá eg fór í gongd við at
skriva, mintist eg ikki hvørja detalju
úr mínum barndómi, men eg mintist
kenslurnar, og eg mintst sunnudags
skúlasøgurnar, og so havi eg smíðja
søguna kring tað. So ein hátt er
tað kanska sum við málningunum
hjá Ruth. At tað eru kenslurnar
hjá dronginum sum hava týdning.
Tað er hann, sum sær, hoyrir og
merkir.
Meira mammon í dag
Eftir 40 ár uttanlands flutti William
Smith heimaftur til Føroya í 2006.
Søgan um smádreingin í sunnu
dagsskúlanum búnaðist spakuliga,
men spírin var, sum sagt, ikki fortíðin,
men nútíðin.
– Eg gjørdist skakkur av, hvussu
lítið religiøsa fanatisman var broytt.
Um nakað, so er hon vorðin verri, tí
nú eru eisini útvarpsrásir, sum spýta
ørskapin út í døgndrift, og politikk
arar draga vanvitið inn á ting.
Drongurin í søguni upplivir for
døming, hatur og reinan ørskap í
salinum, har hann gongur í sunnu
dagsskúla og eisini tá hann onkuntíð
fer á møti við ommu síni. Heldur tú
ikki, at samkomurnar eru broyttar í
dag?
– Grundleggjandi er ekstremi
kristindómurin undirkúgandi, ótole
rantur og fávitskutur, og tað er hann
altíð og alla staðni. Men sjálvandi er
okkurt broytt. Baptistarnir eru til
dømis blivnir meira verðsligir. Teir
hava boygt seg fyri mammon og
byggja í dag tey flottastu húsini í
landinum og koyra teir dýrastu bilar
nir. Men fordømingin og manglandi
næstakærleikin eru har við sama lag,
sigur William avgjørdur.
– Medlidenheitin er avmarkað
til skótoyseskjur til Rumenia, men
mann orkar ikki, at tey øðrvísi koma
ov nær. Tey samkyndu eru ikki sam
kynd, og muslimar skulu bara halda
seg burtur. Hetta mótsigur tann eyð
mjúkleika, sum tey prædika, stað
festir William, sum í Hinumegin
garðin lýsir, hvussu smádrongurin
spakuliga fær eyguni upp fyri, at
fólkini, sum hann heldur vera so
frelst og góð, als ikki eru tað.
– Sunnudagsskúlalærarin sær als
ikki, hvussu óndur hann er. Hann
heldur, at hann er góður og í parti við
einum góðum gudi. Tað er í grundini
rættiliga óhugnaligt, at fólk kunnu
lúgva soleiðis fyri sær sjálvum. At
mann kann fyrigykla sær sjálvum,
at mann er meira enn tað, mann er.
Hvat siga fólk, sum hava lisið bók
ina? Hevur nakar mótmælt myndini,
sum tú málar av Vági eftir kríggið?
– Eg havi bara hoyrt frá fólki, sum
kenna seg aftur. Tað eru bæði fólk í
Vági, men eisini fólk aðrastaðni frá í
landinum, sum siga, at tey hava upp
livað okkurt líknandi.
So tú hevur eingi mótmæli fingið?
– Nei, men eg vóni, at eg fái nøkur.
Tað besta, sum hendi Dan Brown, var
at pávin lýsti bókina hjá honum The
Da Vinci Code í bann. Tá gjørdist hon
ein metsølubók, hóast hon einki nytt
aði, sigur William Smith við einum
skálkabrosi.
Drongurin sleppur undan
Drongurin í bókini er fimm ára
gamal, tá søgan byrjar, og hann er
átta, tá lesarin er komin á síðstu
síðu. Í fyrstuni er hann fulkomiliga
fangaður av søgunum og hóttanunum
hjá sunnudagsskúlalæraranum, men
so líðandi uppdagar drongurin, at tey
góðu eru ikki altíð góð, og tey, sum
hann helt vera fanar, eru bara menn
iskju.
– Tað er ein sena í bókini við
einum
rotnum
fiskablikkið,
sum
eg
hevði
keypt
frá
sunnudagsskúlalæraranum, sum
eisini var handilsmaður. Tann hend
ingin var ein eye-opener, tí hon
oyðilegði mína illusión um, at tey,
sum søgdu seg vera frelst, vóru góð
menniskju. Sunnudagsskúlalærarin
var ongantíð góður við børnini. Hann
dugdi fantastiska væl at siga søgur,
og vit sóu helvitiseldin og merktu
hitan, men hann var óndskapsfullur
og hatskur. Tað skilti eg bara ikki, fyrr
enn eg fekk rotnað blikkið við fiska
bollum slongt aftur í andlitið.
Í søguni er tað mamman, sum loysir
dreingin úr gandakenda valdinum
hjá sunnudagsskúlalæraranum. Tá
hann lotur kemur aftur við rotna
fiskabollablikkinum, reagerar hon
soleiðis:
»Hasin forbannaði fanin! Hatta
skinnhelliga reyvarholið! Eg skal visa
honum, hvar fiskabollarnir vórðu
keyptir!«
Mamman fer niðan
í handilin og kemur
aftur við einum góðum
fiskabollablikki, og
drongurin undrast,
tí »mamma mátti
hava líka nógv at
siga í Verðini, sum
sunnudagsskúla
lærarin hevði at
siga í Salinum.
Tá ið vit høvdu
etið,
segði
eg,
at
eg
ikki tímdi
at ganga í
sunnudags
skúla longur.«
Gavst tú at ganga í sunnudags
skúla tá?
– Ja. Tað var omma, mamma pápa
mín, sum gekk í salinum og vildi hava
okkum øll at ganga har. Mamma helt
seg burtur frá øllum slíkum. Og eftir
hendingina við fiskabollunum fór eg
bara, tá eg fekk pakkar. Eg fór á jóla
fest í Missiónshúsinum og nýttárs
fest í Salinum. Tú kanst siga, at eg
útnyttaði religiónina, sum hon hevði
útnyttað meg.
William smílist.
Tú ert átta ár, tá bókin endar, og
tit flyta til Tvøroyri. Fáa vit skjótt eina
bók um ungdómslívið á Tvøroyri?
– Nei, tað vil eg ikki siga nakað
um. Eingin visti, at eg skrivaði hesa
bókina, fyrr enn hon var so at siga
liðug, og hóast søgan kom lættliga til
mín, tók tað tíð at rudda alt tað vaksna
úr henni. Tað er smádrongurin sum
eygleiðir og hugsar. Skal eg skriva eitt
framhald, er tað ein drongur, sum
hugsar heilt øðrvísi. Tíbetur.
post@sosialurin.fo
»Eg havi bara hoyrt frá fólki, sum kenna seg
aftur. Tað eru bæði fólk í Vági, men eisini fólk
aðrastaðni frá í landinum, sum siga, at tey
hava upplivað okkurt líknandi«
– Bókin snýr seg um míni barnaár fyrst í 1950unum,
men eg fór í gongd við at skriva bókina í indignation um
nútíðina. Eg var óður um hartrópandi, fundamentalistiska
kristindómin í Føroyum í dag, sigur William Smith
Mentan
Mynd: Álvur Haraldsen