Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 19 Sigurjón Einarsson E ins og við filmum, er tón­leik­ ur eisini blivin ein týð­andi partur av einum góð­um telduspæli. Steven Spiel­ berg skal einaferð hava sagt, at tóna­ skald­ið, John Williams, átti helvtina av ær­uni fyri, at filmurin »Jaws« fekk so góða undirtøku millum manna. Í nú­tím­ans samfelag er tónleikur eisini bliv­in ein inngrógvin og fastur partur av alskyns telduspølum, har eitt stórt tón­leika­toymi stendur við ábyrgdini; at finna rætta tónleikin til júst teirra spøl. Og fyri tónaskøld og tónlistafólk er tað eisini blivið týdningarmikið at fáa pláss ella gera tónleik til telduspøl sum ein háttur at skapa sær inntøkur í hes­um nýggja tíðarskeiðnum í tón­ leika­vinnuni. Við fallandi sølu av fløg­um og eisini talgildum tónleiki, ið verður tikin niður á alnótini, er tað nú blivið neyðugt at finna nýggjar inn­ tøku­møguleikar gjøgnum eitt nú film, sjónvarp, lýsingar og telduspøl, skalt tú gera tær nakrar tankar um at liva av tónleiki. Telduspæl opnaði hurðar Ein, ið hevur nakað av royndum at royna seg á hesum nýggju pallum, er Høgni Lisberg. Hann fekk lagið hjá sær »Bow Down (to no man)« við í kurva­bóltstelduspælið, NBA 2K11, og á nýggjastu útgávuni av spælinum, er lagið aftur at finna har – NBA er eitt spæl, ið seldi áleið 1,5 mió. eintøk fyri fimm árum síðani, og sum vænt­ andi fer at selja umleið 9 mió. ein­tøk hesuferð. Á henda hátt, er tón­leik­ ur­in hjá Høgna eisini komin út til ein breiðan lurtaraskara, ið hev­ur opnað nakrar nýggjar hurðar fyri tónleikaran. Gjøgnum keyp av tæn­ ast­um frá lýsingarfelag og seinni eis­ini tónleikaforlag í USA, hevur tað eisini eydnast Høgna at fingið nak­að av sínum tónleiki við í eitt nú am­erik­anskt sjónvarp. – Plaseringar í sjónvarpi, ið fevn­ ir um alt USA – og sum eisini eru heimsumfatandi – geva hægri inn­tøk­ ur frá Koda. Fólk taka tónleik niður á al­nótini, meðan høvuðsinntøkan stav­ar frá stroyming á Spotify, tá tal­an kemur til talgildan tónleiki. Frá You­tube fær ein nærum einki, men hetta er so eisini ein pallur, fyri at fáa tón­leikin út, heldur Høgni Lisberg. Hóast Høgni ikki kemur ítøkiliga inn á, hvussu nógv alt hetta kastar av sær, so heldur hann, at tað kann loysa seg fíggjarliga, meðan okkurt er í hæddini, men at tað er skjótt upp og niður hesum viðvíkjandi. Tí er tað neyðugt, at ein hevur alt appar­ at­ið uppi at koyra – tað verið seg inn­ an­fyri tað talgilda, søla av fløgum, stroym­ing og konsertir – skal tað loysa seg fíggjarliga. Talgildi heimurin í broyting Tey seinnu árini er eisini stór broyt­ ing farin fram í talgilda heiminum. Tað, at taka tónleik niður á alnótini er eisini í nógvari minking, og her er tað, at stroyming, ið vit eitt nú kenna frá Spotify, hevur tikið yvir við rúk­andi ferð. Tað er komið so­mik­ið langt, at sjálvt iTunes gav  sær sjálvum mønustingin fyri nøkr­um fáum vikum síðani, tá tað kem­ur til at taka tónleik niður á al­nót­ini. Teir satsaðu mestsum alt uppá stroyming, har iTunes nú fyrst send­ir teg til eina stroymingtænastu, ætl­ar tú at keypa tónleik, ið kann kenn­ast køvandi fyri keyparan, ið nokk longu hevur Spotify. Hetta er eis­ini ein broyting, Høgni kennir til. At døma út frá mínum hagtølum, so er stroymingin nú 2/3 ella meira av allari inntøku og niðurtøka 1/3 ella minni. Talgildi heimurin broytist alla­tíð­ina, og tú ert noyddur at fylgja væl við og tillaga seg. Ein er noyddur at við­urkenna, at stroyming er tað nýggja, og arbeiða við og rundan um hetta, heldur hann. Kaleo satsaði uppá FIFA Íslendski bólkurin, Kaleo, ið vitjaði á G! Festivalinum í fjør, vóru heilt greið­ir yvir, hvat skuldi til fyri at fáa teirra tónleik fram til ein breið­ an lurtaraskara. FIFA! Hetta var tað, umboðsmaðurin fekk at vita frá bólkinum, tá ætlan varð løgd, hvat næsti leikur skuldi verða á teirra yrkisleið. Gjøgnum nógv lobbiistarbeiði, eydnaðist tað íslendska bólkinum at koma við á ársins útgávu av FIFA-teldu­spæl­in­ um, ið hevur verið viðvirkandi til, at nýggjar hurðar eru latnar upp fyri teim­um í USA, har teir nú satsa uppá tón­leikin. Og júst EA Sports, ið stendur aft­ an­fyri eitt nú FIFA- og NBA spølini, legg­ur stóran dent á, at fáa fatur á nýggj­um og góðum tónleik við á teirra spøl­um. Tí eru viðhaldsfólk av hesum spøl­um og onnur tónleikaáhugaði eins spent uppá, hvat fyri nýggjur tón­leikur eru á nýggju útgávunum, tá nýggj spøl koma út, sum til sjálvt spæl­ið, og hetta eru fólkini aftanfyri spøl­ini eisini heilt greið yvir. Eitt nú legg­ur EA Sports stóran dent á at fáa so fjølbroyttan tónleik við frá øllum heim­inum, tá tónleikur skal finnast til FIFA. Grundin til tess er, at júst FIFA-spælið hevur ein sera breiðan skara av keyparum kring knøttin, og tí er tónleikurin eisini funnin har­ eftir. EA Sports leggur stóran dent á, at teir hava ikki tíð ella vilja lurta eftir demo-fløgum, ið verða sendar til teirra í hópatal. Teir vilja heldur hava talgilt tilfar av hægsta slag, har eisini øll skjøl og Tónleikur Við fallandi sølu av fløgum og minkandi niðurtøkum av tónleiki á alnótini, hevur stroyming av tónleiki vunnið sær vegin fram, umframt at tað blivið neyðugt at finna nýggjar pallar at bera sín tónleik fram á leið. Telduspøl er ein av hesum nýggju pallunum. Telduspøl fáa nýggjan tónleik fram