Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 20 kostráð Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur Et árstíðarinnar frukt og grønt Guðrið Hansdóttir í Spaniastovu Ein av okkara best umtóktu songkvinnum – Guðrið Hansdóttir – hevur konsert í Spaniastovu leygarkvøldið klokkan 22.00. Høvi verður at hoyra nýtt tilfar, sum Guðrið arbeiðir við, og sum ætlandi skal vera á komandi fløgu. Hetta hendir um vikuskiftið... Regn, rótfruktir og ríkiligt av grýtirættum og suppum. Veturin er myrka og kalda árstíðin, og til hesa ársins tíð hóskar langtíðar kókaður matur við eitt nú káli og rótfruktum seg sera væl Rótfruktir so sum reyðrøtur, persillurót, sellerí og gularøtur eru frálíkar tá tær eru skornar í bitar og bakaðar í ovninum við eitt sindur av olju og kryddurtum. Rótfruktirnar kunnu eisini nýtast í suppum ella kókast og morlast. Tær smakka eisini væl ráar, tá tær verða rivnar og nýtast til rákost við einum góðum dressingi afturvið. Ávís sløg av grønmeti og fruktum eru at fáa árið runt, meðan onnur sløg eru treytaði av árstíðini. Tað fína og tað grova Ein eykaágóði av at eta nógvar rótfruktir ella kál er, at tað inniheldur eina rúgvu av kosttrevjum. Hetta mettar væl og gevur eina góða kenslu í magan. Hvat viðvíkur grønmeti, skilur man ímillum fínu og grovu grønmetini. Fínu grønmetini innihalda í hægsta lagi 1,5 gramm av kosttrevjum pr. 100 gramm, meðan grovu grønmetini innihalda 1,5.6 gramm av kosttrevjum pr. 100 gramm. Novembur grønmeti og fruktir Grov grønmeti – Hvíttkál, pastinakk, persillurót, purra, rósukál, reyðrøtur, reyðkál og sellerí. Fín grønmeti – Kinakál og savojkál. Fruktir – Klementinir og súreplir. Kremut Novembursuppa Nokk til tveir dagar. Tá veturin vísir seg frá sínari vindharðastu síðu, er einki betur enn ein stór skál av suppu. Til hesa uppskriftina er ríkiligt til eina pastasós dagin eftir. Tilfar: 1 kg rótsellerí, pastinakk ella persillurøtur, ½ kg av eplum, 1 leyk, 1 súsk. olivenolju, 1 pungur hvítleyki, 1 ¼ litur grønmetisbouillion, 3 timiankvist, 1 dl mjólk, salt og pipar. Tilhoyr: Dag 1: 2 súreplir, 1 lítið bundi av grasleyki og breyð. Dag 2: Pasta, parmesanostur og fríkst basilikum. Mannagongd: Flys sellerí, pastinakk og persillurøtur og sker í smáar bitar. Flys eplini og sker í smáar bitar. Hakka leykin. Hita oljuna í einari grýtu og brúnka leykin og hvítleykin. Koyr grønmeti og eplir í og brúnka í nakrar minuttir. Koyr síðan 6 dl av bouillion í grýtuna saman við timiankvistunum. Lat suppuna smákóka undir loki í á leið 15 min. til grønmeti er bleytt. Tak timiankvisturnar úr grýtuni og blenda suppuna. Tak á leið helvtina av suppuni, og koyr í annað ílat til dagin eftir. Koyr restina av bouillionini og mjólk í suppuna og fá hana upp á kók. Smakka til við salt og pipar. Dag 1: Sker súreplini í tunnar bátar. Borðreið suppuna við súreplum, grasleyki og breyði. Dag 2: Hita restina av suppuni og koyr kóka pasta í. Stroy parmesanost og fríkst basilikum útyvir. Væl gagnist! mangt og hvat Rósa Maria eyka­ sýning Mikukvøldið var frum­sýn­ ingin av dramakonsertini Rósa Maria. Hvørt kvøld fram til sunnukvøldið eru konsertirnar út­seldar, men nú hevur Norðurlandahúsið boða frá eykasýning mánada­gin klokkan 19.30. Dramakonsertin »Rósa Maria« byggir á søgu hjá føroyska rithøvundanum Jens Paula Heinesen, sála, við sama heiti. Fleiri ymiskar lagnur í Havn verða flættaðar saman í eitt nútímans drama um svik, sorg, kærleika, kæti, tráan og trongd. Unga gentan Rósa Maria stendur í miðjuni. Vit fylgja stríði henn­ara at mennast til eina búna kvinnu í eini torførari tíð. Bergur Rasmussen hevur skrivað tekstir­nar, og Jónleif Jensen hevur smíðað og lagt øll løgini til rættis í drama­konsertini. Konsert... Modellmynd