Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 21 Kári Svensson í Ribarhúsi Listamálarin, Kári Svensson, letur leygardagin upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, har hann fer at sýna fram eitt fjølbroytt úrval av sínari list. Í samband við upplatingina leygardagin, verður fernisering í tímunum frá klokkan 16 til 18, og framsýningin verður opin til 25. november. klumman Tróndur Arge, ítróttarredaktørur Dokumentarurin um Ronaldo Mánadagin bleiv nýggi doku­ mentar­urin um Cristiano Ronaldo frumframsýndur í London. Somu­leiðis varð møguligt at keypa doku­mentarin á netinum fyri 169 krónur. Tað eru somu framleiðarar, sum millum annað gjørdu virda doku­mentar­in um formula eitt koyraran, Ayrton Senna, sum hava gjørt doku­mentarin. Í stuttum snýr dokumentarurin seg um lívið hjá portugisiska fótbóltsspælaranum, Cristiano Ronaldo, sum í løtuni hevur heitið sum heimsins besti fótbólts­pælari. Í dokumentarinum sleppur tú við handan leiktjølini hjá super­stjørn­ uni, ið spælir við spanska stór­ felagnum, Real Madrid. Hann tosar um pápa sín, sum doyði av drukk, um sonin, hvørs mamma er ókend, og um lívið sum ein heimsstjørna í kanska størstu ítróttar­greinini í heiminum. Í somu løtu dokumentarurin endaði hugsaði eg, at sjálvandi fóru vit ikki at síggja nakað, sum kann skaða handilsligu møguleikarnar hjá Cristiano Ronaldo í framtíðini. Tí stóð eg eftir við eini eitt sindur tómari kenslu – og tó. Sugursøtur Ronaldo Dokumentarurin er væl gjørdur. Tú sleppur tætt at Ronaldo, men ongantíð so tætt, at hárið ikki situr, sum tað skal. Tað er hugvekjandi at síggja hann fáast við sonin. Ronaldo heldur ikki at sonurin hevur brúk fyri eini mammu. Tað er nokk við Cristiano Ronaldo. Men ongan­tíð er ilt millum hann og sonin. Tað er alt eitt sindur sugursøtt. Dokumentarurin fylgir eisini Ronaldo í HM endaspælinum í 2014. Hann hevur ein skaða í knænum, sum ger, at hann ikki spælir upp til sítt besta. Tó gongur tað mesta út uppá, at síggja hvussu mamman taklar mótgongdina hjá soninum, heldur enn at síggja hvussu Ronaldo taklar skaðan. Í so máta er dokumentarurin ikki gjørdur til okkum fótbóltsnørdar, sum kanska ynskja at fáa meiri vitan um sjálvt fótbóltsspælið. Heldur er talan um eina familjusending, har vit síggja mammuna gráta, tá tað gongur illa. Irriterandi umboðsmaðurin Eisini umboðsmaðurin hjá Cristiano Ronaldo, tann til tíðir irriterandi Jorge Mendes, fær nakað av tíð á pallinum, Tó fáa vit ongan­tíð veru­liga at síggja hvat hesin superumboðs­ maðurin kann, annað enn at verða smá irriter­ andi við sínum práti og endaleysa rósi – bæði av øðrum og sær sjálvum. Cristiano Ronaldo er ein dundrandi egoist. Tað er einki nýtt í tí, men í dokumentarinum fært fleiri dømir um, at hann heldur nógv um seg sjálvan. Vit læra okkara børn, at slíkir tankar eru ikki í ordan. Men fyri at blíva heimsins besti fótbóltsspælari, so skalt tú vera gjørdur úr heilt serligum tilfari. Tað er Cristiano Ronaldo. Hann hevur uppgivið alt fyri at røkka fótbóltstindunum, og tann trýr upp á seg sjálvan. Í dokumentarinum kemur tú betri at skilja, hví hann hugsar sum hann ger. Tað er ikki fyri at niðurgera onnur, men fyri at framheva og verja seg sjálvan. Ronaldo hevur verið ótrúliga málrættaður. Ongin skal steðga honum í at røkka málinum. Veruligi Ronaldo manglar Eg sakni eitt sindur fleiri upptøkur av veruliga Ronaldo. Manninum, sum ikki vaknar sum um hann hevur verið til frisør hjá Lissi Mouritsen í tveir tímar. Hann sær stutt og greitt for gott út í filminum. Tað er ov nógv »Instagram-myndir« yvir tí heila. Alt sær so gott út. Klædningurin situr sum hann skal, húsið er reint, sonurin aktar og øll elska Ronaldo. Tað eru bara mamman og annar av beiggjunum, sum veruliga lova okkum heilt inn at hjartanum. Myndir av mammuni, sum grætir, tí Ronaldo hevur vunnið Ballon’ d’Or , havi eg sæð fyrr. Eisini søgan um pápan og beiggjan havi verið frammi fyrr. Eg siti eftir við eini kenslu av, at Cristiano Ronaldo ikki lovar okkum heilt inn í hjarta í dokumentarinum. Tað hevði eg væntað fyri 169 krónur. Kostaði dokumentarurin mær einki, so hevði sagt at hetta var ein frálíkur doku­ mentar­ur. Fyri 169 krónur, og frum­fram­sýning í London við José Mourinho, Carlo Ancelotti og øðrum gestum, so hevði eg onkurs­vegna væntað eitt sindur meir. Men tak ikki feil. Hetta er vert at hyggja eftir, um tú hevur eitt sindur av áhuga fyri fótbólti. Dokumentarurin er væl úr hondum greiddur. Tað er sjáldan tú keðir teg, hóast tað er ov sugursøtt og stílreint. Ert tú Cristiano Ronaldo fjeppari, so er ongin ivi um, at tú skal síggja dokumentarin. Hetta er eisini ein dokumentarur, sum øll fam­ iljan kann hyggja at. Tað er ikki neyðugt við fótbóltsvitan fyri at fáa eina góða upp­living. Men kanska akkurát tí, so er hann ikki verdur 169 krónur fyri ídnastu fótbólts­fjeppararnar. Eg havi hug at siga, at hetta er ein doku­ mentarur, sum allar fótbóltsjepparar mugu síggja, men við tí fyrivarni, at hetta er ein dokumentarur, sum ikki pilkar við handilsliga virðið á Cristiano Ronaldo, og ikki kemur heilt tætt at fótbóltsspælaranum, sum tríggjar ferðir er kosin til heimsins besta. Hetta er ein dokumentarur, sum eins væl kundi verið ein lýsing fyri CR7, sum er brandið hjá Cristiano Ronaldo og Jorge Mendes. Døgg á Reinsarínum Mikukvøldið verður aftur Open Stage / Open Mic í Reinsarínum. Hesaferð verður Døgg Nónsgjógv við sum gestur. Døgg vann virðisløn fyri Ársins Sang á Faroese Music Awards fyri sangin Tú Tók Mína Hond. Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein ein kreativur verkstaður, har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Skraín er hendan: 19:30: Tilmelding 20:00-20:30: Døgg Nónsgjógv 20:30-20:45: MonkeyRat Duo 20:45-22:00: Open St./Open Mic Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja. Bukkakokk fyri aðru ferð í Sirkus Bukkakokk verður fyri aðru ferð nú fríggjakvøldið kl. 18.00. Kokkurin hesaferð er Áki Herálvsson, og hann fer at borðreiða við oksa­tartar við frískum krydd­urtum og sitrónsaft, sinnops­mayo­ nnaise og breyð. DJS afturvið eru Cren & Bjartur René (hip hop / reggae) Bacalaokvøld á Barbara Fishhouse um vikuskiftið Føroyska fiskamatstovan Barbara Fishhouse ger burtur­ úr um vikuskiftið. Bacalao­ kvøld verður á skránni við Føroyabankatoski, sum er flaktur á Áartúni uttan­ fyri Barbaru og saltaður á Vaðhorn.