hósdagur 12. november 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
22
Matgerð
Lat eina
polkapitsa
leiða teg inn
í vikuskiftið
– Um at nýta mat at flyta teg úr einum
stað í annað
Tjóðhild Patursson
E
in av mínum síðstu døgum
í Nólsoy, áðrenn vit fóru til
Svøríkis, prátaði eg við eina
konu í handlinum. Hon
keypti frystipitsa, og eg helt ikki heilt,
at tað líktist henni.
Ja, eg havi heilt víst nógvar for
dómar um matvanarnar hjá fólki, og
ofta havi eg rætt og dugi at gita, hvat
fólk eta. Eg átti at sloppið at verið við í
eini sjónvarpssending, sum æt: Hygg í
kuldaskápið, og sig mær hvør býr her.
Konan sá, at eg hugdi og segði:
Ja HVØNN fríggjadag enda vit
arbeiðsvikuna við pitsa, kola og
Disney Show.
Eg merkti, hvussu handan kenlsan
av øvund vaknaði í kroppinum.
Tað var ikki pitsa eg øvundaði, ikki
kolain og heldur ikki Disney Show;
nei eg øvundaði strukturin. Eg
øvundaði tí sum eg í mínum høvdi
skilti sum eitt slag av sermoni. Ein
sermoni sum skilti gerandisdagin frá
vikuskiftinum.
Okkara fríggjakvøld eru vanliga
merkt av teimum tilvildum, sum
raka okkum júst tað fríggjakvøldið.
Eg merki ikki vikuskiftið koma, og
eg merki tað ikki fara. TÍ øvundaði
eg hennara frystipitsa-fríggjakvølds-
sermoni.
Eg setti mær fyri, at tá ið vit
komu til Svøríkis, skuldi eg skapa
mær nakrar sermoniir; nakrar
markeringar, sum skilja eitt brot úr
lívinum frá hinum. Brúka matin til
at flyta meg úr einum stað í annað, úr
gerandisdegnum og inn í vikuskiftið.
Og mín sann, eg helt orð (næstan).
Hvørt leygarkvøld bjóða vit nú
vinfólki her í Lund til pitsa. Onkuntíð
heimabakað og onkuntíð keypt.
Eg veit ikki, hví tað endaði við at
vera leygarkvøld? Tann avgerðin varð
helst tikin, áðrenn eg heilt skilti, hvat
sermoniin handlaði um.
Eg má fara at broyta tað til fríggja
kvøld. Ja, tað er hervið broytt. So verð
ur leygardagurin ikki avskorin við
pitsabaking, men kann heldur dansa
freestyle við tilvildini, júst soleiðis
sum honum dámar tað.
Men hvat so við sunnudegnum?
Hvussu endar man vikuskiftið?
Huff, eg havi nógv at læra við hesum
sermoniunum. Eg má fara at finna
mær eina sunnudagssermoni. Okkurt
sum kann senda meg út aftur í ger
andisdagin. Ikki tí at tað er trupult at
koma í gongd aftur við arbeiðið, men
heldur tí at eg havi lyndið til at byrja
áðrenn vikuskiftið heilt er av.