Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 149 - 10. august 2004 Nr. 149 - 10. august 2004 3 Av 28 innsendum handritum var »Sebastianas hús« hjá Oddvør Johansen kosið at vera tað besta. Tað var ein samd dómsnevnd, ið útnevndi handritið. Harvið fekk Oddvør eisini virðislønina, sum var á 150.000 kr. LISTASTEVNAN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Fyri uml. hálvum øðrum ári síðani var skaldsøgukapp- ingin í samband við lista- stevnuna útskrivað. Tá væntaðu fyrireikararnir kanska at fáa eini 5-10 handrit inn. Teir vórðu tó tiknir av bóli, táið freistin varð farin. Heili 28 handrit komu inn. Katrin Næs úr Hvanna- sundi var ein av trimum í dómsnevndini, ið skuldi finna vinnaran. – Vit høvdu ikki droymt um, at tað skuldu koma so mong handrit inn. Tað er so sera stórt arbeiði í at skriva eina skaldsøgu, at hetta høvdu vit als ikki væntað. Um- framt tey 28, sum komu inn, veit eg eisini um fleiri handrit, sum ikki blivu lið- ug til tíðina, so talið kundi verið enn hægri, sigur Katrin Næs. Í dómsnevndini sótu Katrin Næs, Bergur Hansen og Turið Kjølbro. Uppgáv- an hjá trýmanna dóms- nevndini var at finna besta handritið, men tey høvdu ikki sett sær nøkur minsta- krøv til skaldsøgurnar. – Vit lósu bara og arbeiddu í fleiri umførum. Síðani valdu vit tað handritið, sum okkum dámdi best, og tað vísti seg at vera tað hjá Oddvør, greiðir Katrin frá. Ònevndir høvundar Dómsnevndin visti ongan- tíð hvørjir høvundarnir vóru, ímeðan tey arbeiddu við at velja besta handritið. Allir høvundarnir vóru dul- nevndir, bert merktir við einum nummarið. Táið tey høvdu tikið avgerðina, um hvat handrit skuldi vinna, kunngjørdu tey nummarið fyri listastevnunevndini, sum hevði øll nøvnini. – Vit skuldu velja besta leikritið burturúr og tað gjørdu vit so. Eingin gjørdist nr. 2 og 3 og vit vita framvegis einki um hvørjir hinir høv- undarnir eru. Vit vita so- statt ikki um hetta eru nýggir ella vandir høvund- ar, ið hava sent inn, sigur hon. Spurd um hini handritini, er Katrin ógvuliga trek at svara. – Avgjørt varð, at vit einki skuldu siga um hini handritini, eftirsum at hetta var ein dulnevnd kapping. Høvundarnir eiga sjálvir upphavsrættin til handrit- ini, og um teir vilja al- mannakunngera, so vera teir um tað. Tað er ikki nakað eg kann fara at úttala meg um. Men tað vóru fleiri góð handrit, og eg vænti, at fleiri av teimum fara at verða givin út, heldur Katrin Næs fyri. Víðari sigur hon, at tað jú komu ógvuiliga fáar skald- søgur út í fjør, og at fólk kanska hava bíða við at geva út inntil eftir hesa kappingina. 150.000 kr er jú nógvur peningur eftir okkara maátistokki, heldur hon. Hon dugir ikki at siga hvør kapping fer at vera á skránni komandi lista- stevnu, men hon væntar, at okkurt fer at vera. – Nú hava tað verið stuttsøgu- kapping, útvarpsleikskapp- ing, yrkingakapping og skaldsøgukapping, so tað verður spennandi at síggja hvat fer at vera, sigur hon at enda. Oddvør átti bestu skaldsøguna Eitt av mest forkunnugu tiltøk- unum á ársins Lista-stevnu verður í Meiarínum týskvøldið og mikukvøldið. Tblisi Marionette Theatre kemur higar at framføra dukkuleik, ið snýr seg um víðagitna bardagan í Stalingrad LISTASTEVNA Tíðindaskriv Tað hevði illa borið til at sett ein tann blóðugusta bardagan í søguni upp á pall. Men við at gera tað um til dukkusjónleik fáa ógvusligu tilburðirnir eitt snið, ið setir kríggj í perspektiv. Tblisi Marionette Theatre úr høvuðs- staðnum í Georgia er heimskent. Gabriadzé, sum skrivaði leikin, búði í útlegd undir borgarakrígnum í Georgia. Um hetta mundið fór Sovjettsamveldið í søguna, og hesar hendingar hava ávirkað leikstjóran í stóran mun. Leikurin er ein áminning um ræðuleikarnar í kríggi og snýr seg um, tá ið týskir og russiskir hermenn til fánýtis stríddust um russiska býin, sum varð týndur undir seinna heimsbardaga. Í ongamannalandi millum nazistiska og kommunistiska herin liggja borgararnir í Stalingrad. Allar dukkurnar hava sína egnu persónmensku, og áskoðarin kemur í tætt samband við fólkini í Stalingrad, ið allar hava kenslur, dreymar og ótta. Tað er ógvusligt, men tað er eisini skemtiligt og kensluborið. Framsýningarnar verða á Meiarínum, týskvøldið 10. august og mikukvøldið 11. august klokkan 19.30. Atgongu- merkini kosta 150 krónur. Dukkur og kríggj á Meiarínum Skrivið frá dómsnevndini við grund- gevingunum fyri vinnandi skaldsøguni ljóðaði soleiðis: Skaldsøgukappingarnevndin hevur avgjørt at heiðra handritið Sebastians Hús við virðislønini hjá Listastevnu Føroya í 2004. Grundgevingin hjá dómsnevndini er henda. Sebastians Hús er ein prosalýrisk skaldsøga við sterkum persónlýsingum og einum eyðkendum tíðar- og staðardámi. Rithøvundurin dylir ikki yvir, at talan er um eina Havnarlýsing. Karmurin um alla søguna er Sebastians Hús, sum er vitin av Borðuni, fluttur til Havnar. Húsini eru ein felags royndarheimur hjá fleiri ættarliðum og haraftrat ein mynd í støðugum vøkstri. Hesar lýsingar av tí ítøkiliga undir liðini á tí óítøkiliga geva skaldsøguni ein dám av torgreindum samljóði og samanhangi. Við sínari nýtslu av serliga ljós-myndini setur rithøvundurin sær fyri at fáa eina samtalu í lag millum hesar í grundini ósambærligu heimar. Á sermerktan hátt verður lýst, hvussu vitahúsini - eftir at tey eru vorðin býarhús – varðveita sína serstøku støðu og sítt serstaka ljós, sum tey kasta út yvir heimbýin og heimin allan. Hetta ljósið er skapan og kreativitetur í fjøltýddum líki, og hesi ganga sum ein meginæðr gjøgnum alla skaldsøguna. Samanumtikið er Sebastians Hús ein rámandi lýsing av stríðnum millum ein vakran og frælsan dreyma- heim og so veruleikans krøv og tvingsil. Við hesari skaldsøgu hevur føroyskur skaldskapur fingið eina perspektivríka heimstaðarlýsing aftrat. C M Y K 3 2