týsdagur 10. august 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 149 - 10. august 2004
Nr. 149 - 10. august 2004
5
Nýy lemjandi vápn
Um nakrar mánaðir fara amerikanarar at royna eitt
nýtt vápn. Talan er um eina laserstrálu, sum lemjir
fólk, soleiðis at tey fáa einki gjørt. Hinvegin ávirkar
vápnið ikki hjartað ella lunguni, og fólk fáa ikki mein
av tí. Kortini skal vápnið í fyrsta umfari skal vápnið
roynast við høsnarungum, skrivar Reuter.
Keldur í amerikonsku herleiðsluni siga, at eydnast
royndirnar við høsnarungunum væl, kann herurin
taka tað nýggja vápnið í nýtslu um nakrar mánaðir.
Keldurnar siga, at vápnið er væl egnað til at steðga
einari mótmælsigongu ella at doyva fólk, sum skulu
takast. Tær dylja ikki fyri, at tey nógvu mótmælini í
Irak hava skundað undir arbeiðið við laservápninum,
tí tað hevði verið væl egnað til at steðga áganginum
har.
Aðrar keldur hava upplýst, at amerikanski herurin
ger eisini kanningar við mikrobylgjuvápnum.
Mikrobylgjurnar fáa vatnið í húðini hjá fólki at kóka,
so tað kennist, sum at húðin brennur. Tað skal so fáa
fíggindan til at taka til rýmingar, skrivar Reuter.
Rúmsátt í ANC
Sunnudagin kunngjørdi leiðslan í suðurafrikanska
flokkinum New National Party, at flokkurin verður
limaður inn í stjórnarflokkin ANC.
Tað var í síni tíð New National Party, sum kom við
apartheid-politikkinum, og sum setti ANC forboð fyri
at virka. Men síðani er nógv broytt. Í dag sita teir
báðir flokkarnir saman í stjórn, og formaðurin í NNP,
Marthinus van Schalkwyk, er ráðharri í umhvørvis-
og ferðavinnumálum. Hann sigur, at NNP verður ikki
upploystur, men at flokkurin fer at samstarva við
ANC í øllum viðurskiftum. NNP hevur sjey umboð í
suðurafrikanska tjóðartinginum.
Thabo Mbeki, forseti, segði í gjár, at avgerðin hjá
New National Party er søgulig. Hann segði, at
avgerðin fer at fáa stóran týdning fyri tað politiska
arbeiðið í Suðurafrika og fer at skunda undir
menningina í landinum.
Sviar bíligari brennivín
Svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, er til reið-
ar at virka fyri, at avgjøldini á brennivíni verða lækk-
að, so sviar kunnu fáa bíligari brennivín.
Svøríki hevur einkarsøluskipan, men forsætisráð-
harrin sigur, at tað er torfø'rt at varðveita skipanina, tí
í hinum londunum er brennivínssølan frí. Hann vísir
eisini á, at nógvir sviar keypa brennivín og annað
sterkt í Danmark og øðrum londum, har prísirnir eru
nógv lægri.
Júst spurningurin um rúsdrekkaprísirnar var eitt av
evnunum á norðurlendska forsætisráðharrafundinum
á Akureyri sum vikuskiftið. Á einum tíðindafundi
segði norski stjórnarleiðarin, Kjell Magne Bondevik,
at verða avgjøldini á rúsdrekka lækkað í Svøríki, fer
tað sjálvandi at leggja trýst á norsku stjórnina at gera
tað sama. Hann duldi ikki fyri, at hann er ikki serliga
fegin um gongdina í Svøríki og aðrastaðni.
Svam í land fjøtraður
Ein italiumaður prógvaði seinasta fríggjadag, at tað
ber til hjá einum fjøtraðum fanga at svimja av teirri
kendu amerikonsku fongsulsoynni Alcatraz inn á
land.
Tann 43 ára gamli Alberto Cristini var bundin á
hendur og føtur, tá hann grulvaði oman á sjógv á
Alcatraz, og 50 minuttir seinni grulvaði hann upp á
land við San Fransisco. Teinurin er tríggjar kilometr-
ar. Komin upp á land greiddi italiumaðurin frá, at
ferðin hevði verið strævin, men at hann kortini ikki
kendi seg útlúgvaðan.
Amerikonsku myndugleikarnir hildu í mong ár
uppá, at eingin fangi kundi svimja í land bundin á
hendur og føtur, tí streymurin innan fyri Alcatraz er
so harður. Men fleiri hava seinni prógvað, at tað ber
væl til, og nú hevur Alberto Cristini so eisini prógvað
tað.
UTTAN ÚR HEIMI
Irakska stjórnin vil
vera við, at granna-
landið Iran letur
uppreistrarmonnunu
m vápn, sum teir
kunnu halda fram við
bardøgunum.
IRAK
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Teir seinastu dagarnar hava
harðir bardagar verið ímill-
um amerikanskar hermenn
og irakskar uppreistrar-
menn. Tað hevur víst seg, at
uppreistrarmenninir
eru
væl vápnaðir, og nú vil
irakska stjórnin vera við, at
vápnini koma úr granna-
landinum Iran.
– Vápnini, sum vit hava
tikið frá uppreistrarmonn-
um í býnum Najaf, vóru av
iranskum uppruna, og tað
er týðiligt, at uppreistrar-
menninir hava fingið tey
hinumegin markið, segði
irakski verjumálaráðharrin,
Hazem Shaalan, við sjón-
varpsstøðina al-Aeabiya í
gjár.
– Tað, sum vit hava funn-
ið, sigur okkum, at okkara
ringasti fíggindi stendur
aftan fyri ágangin, segði
Hazem Shaalan.
Mikudagin í síðstu viku
kunngjørdi tann víðgongdi
shiamuslimski
presturin
Muqtada al-Sadr, at hann
hevði gjørt av at halda fram
við krígnum við amerikan-
arar og bretar. Síðani hava
harðir bardagar verið í
Najaf og øðrum býum.
Amerikanararnir vilja vera
við, at einir 300 uppreistr-
armenn eru falnir, men tals-
menn hjá al-Sadr avsanna,
at teir hava mist so nógvar
menn.
Chalabi skal takast
Undan krígnum í Irak var
irakski
handilsmaðurin
Ahmed Chalabi ímillum
teirra, sum eggjaðu USA til
at koyra Saddam Hussein
frá, og hann var fleiri ferðir
í Washington og tosaði við
leiðararnar har.
Men nú hava iraksku
myndugleikarnir givið boð
um, at Chalabi skal takast,
tí hann er skuldsettur fyri at
hava falsað pengar. Syst-
kinabarn hansara, Salem
Chalabi, skal eisini takast,
tí myndugleikarnir leggja
hann undir morð, sigur
CNN. Tað var annars Salem
Chalabi,
sum
avhoyrdi
Saddam Hussein.
Ahmed Chalabi vísir
skuldsetingunum
um
pengafalsan
aftur.
Myndugleikarnir í Jordan
vilja eisini hava fatur á
honum, tí har er hann
dømdur fleiri ára fongsul
fyri svik.
Pakistansku myndug-
leikarnir hava
illgruna um, at al-
Qaeda ætlat at nýta
tyrlur til yvirgangs-
atsóknir at málum í
USA
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Myndugleikarnir í New
York og øðrum stórum
amerikonskum býum hava
hert eftirlitið við allari
tyrluflúgving.
Orsøkin er, at myndug-
leikarnir í Pakistan halda
seg hava fingið ábendingar
um, at yvirgangsfelags-
skapurin al-Qaeda kann
fara at nýta ferðamanna-
tyrlur til at søkja at málum
í USA við.
Hvønn dag eru fleiri
tyrlur á flogi uppi yvir New
York við ferðafólki, sum
vilja sleppa at síggja tey
ymsu kendu støðini í býn-
um úr erva. Men sambært
pakistansku myndugleikun-
um er tað ikki óhugsandi, at
yvirgangsmenn
fara
at
royna at leiga eina ellaa
fleiri av hesum tyrlunum og
at nýta tær sum sjálvmorðs-
vápn.
Ferðamannatyrlurnar,
sum flúgva uppi yvir New
York, hava tríggjar flogvall-
ir uttan fyri býin, og nú
hava myndugleikarnir hert
eftirlitið við ferðafólkun-
um, skrivar AP.
Sambært CNN komu
pakistanar fram á ábend-
ingarnar um tyrluálop í
einari av teldunum, sum
teir funnu í íbúðini hjá
Muhammad Naeem Noor
Khan. Hann varð tikin í
Lahore í síðstu viku og
verður hildin at vera ein av
oddamonnunum
í
al-
Qaeda.
Irakskir uppreistrarmenn
fáa vápn úr Iran
Tyrlur sum yvirgangsvápn
Ahmed Chalabi. Undan krígnum í Irak var hann dagligur gestur í Washington. Nú skal hann fyri rættin
– Tað kostar at byggja
nakað upp, men eg eri
vísur í, at við teimum
røttum umstøðunum
er Summarfestival-
urin eitt tiltak, sum er
komið fyri at vera,
sigur Eyðfinn Reyð-
berg, stjóri í Norðoya
Sparikassa
SUMMARFESTIVAL
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá størsta tónleikatiltakið í
Norðyggjum nakrantíð fer
av bakkastokki komandi
vikuskiftið, liggur luturin
hjá Norðoya Sparikassa
ikki eftir. Umframt at vera
høvuðsstuðul hjá Summar-
festivalinum, bjóðar spari-
kassin eisini øllum til stórt
uttandura
morgunmatar-
borð í miðbýnum leygar-
morgunin, har onkrir av
solistunum á festivalinum
eisini verða at hoyra av
sparikassapallinum. Spari-
kassin fyllir nevniliga eisini
85 ár í ár og hevur valt at
nýta hetta høvið til at hátíð-
arhalda dagin. Vanligt er
annars bert at hava eina lítla
móttøku, men sparikassa-
stjórin sigur, at tey leingi
hava hugsað um at gjørt
okkurt meir burturúr, so at
allir norðoyingar eisini
kunna vera partur av há-
tíðarhaldinum. Og tí var tað
upplagt at gera tað hendan
festival-leygarmorgunin.
Trýr uppá tiltakið
Spurdur um, hví sparikass-
in hevur sagt ja til at vera
høvuðsstuðul hjá Summar-
festivalinum, sigur Eyðfinn
Reyðberg, at tað kemst av
fleiri orsøkum.
– Vit hava frá byrjan trúð
uppá hetta tiltakið. Áhuga-
bólkurin aftanfyri er settur
saman av persónum við
røttu førleikunum til at
tryggja, at tiltakið er í so
góðum góðum hondum,
sum til ber, líka frá tí tekn-
iska til tað fíggjarliga. Men
fyrst av øllum er hetta eitt
sera fólksligt tiltak, har
okkurt er fyri flestu aldurs-
og áhugabólkar, sigur Eyð-
finn.
Eyðfinn heldur eisini til-
takið fríggjakvøldið, har
Ken Hensley fer at greiða
frá sínum royndum og ar-
beiði við at gera tónleik,
vera eitt øðrvísi og positivt
innslag, sum ikki minst
ungir ambitiøsir tónleikarar
kunnu fáa stóra gleði av.
Hann heldur hetta vera eitt
týðiligt tekin um, at fyri-
reikarnir eru nakrar eldsál-
ir, ið meina nakað við tað,
og at slíkum kreftum eiga
vit at øll at stuðla.
– Vit eru sum oftast skjót
at fílast á, at ov lítið hendir
her norðuri, men ofta er tað
misjavnt við uppmøtingini,
tá so onkur endiliga tekur
stig til at gera nakað. Nú
haldi eg vit øll hava eitt gott
høvi til at vísa stigtakarn-
um, at teir ikki standa
einsamallir, sigur Eyðfinn.
Sparikassin og
tónleikurin
Hetta er ikki fyrstu ferð,
navnið á Norðoya Spari-
kassa er at síggja í samband
við tónleik. Tá peninga-
stovnurin fylti 80 ár, varð
»Tónleikagrunnur Norðoya
Sparikassa« settur á stovn,
og endamálið við grunnin-
um er at stuðla og menna
tónleikin í Føroyum í breið-
ari merking. Hesi fimm
árini,
grunnurin
hevur
virkað, hevur hann latið út
við 1 millión í stuðli til
fløguútgávur, tónleikatiltøk
og einstaklingar, og onkur
av hesum nøvnunum verða
eisini at síggja á Summ-ar-
festivalinum.
Eyðfinn Reyðberg sigur,
at tað sjálvsagt altíð liggur
nakað av marknaðarføring í
at stuðla einum tiltaki sum
Summarfestivalinum, men
at tankin hesuferð røkkur
nakað væl longri enn bara
til stuttskygdan lýsingar-
vinning.
– Tað kostar at byggja
nakað upp, men eg eri
rættiliga vísur í, at við
teimum røttu umstøðunum
frá byrjan, kann Summar-
festivalurin gerast eitt til-
tak, sum er komið fyri at
vera, og sum fer at lokka
nógv fólk hendan vegin tá
tunnilin kemur, sigur Eyð-
finn, sum heldur tað vera
sera hóskandi at Klaksvíkin
við
Norðoyastevnuni
í
mei/juni
og
Summar-
festivalinum í august so-
leiðis verður karmur um
byrjanina og endan á før-
oyska stevnu- og festival-
árinum. Sjálvur er Eyðfinn
sera spentur til komandi
vikuskifti, men enn hevur
hann ikki rættiliga gjørt av,
hvørjum hann fer at lurta
eftir.
– Í fyrsta umfari fari eg at
peila av, práta við fólk og so
annars njóta tann serliga
festivalstemningin, sum fer
at merkja býin hesar dag-
arnar, sigur sparikassastjór-
in, sum vónar at síggja
nógv fólk í býnum komandi
vikuskiftið.
Norðoya Sparikassi á Summarfestival
Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, ivast ikki í, at Summarfestivalurin komandi
vikuskifti verður eitt afturvendani tiltak og eitt gott boð uppá, hvat veruliga fer at lokka fólk til
Klaksvíkar í august mánað framyvir
Mynd: Jan Müller
Fríggjadagin lat upp
listaframsýning í
Gallerí Kunningar-
stovan hjá teimum
báðum klaksvíks-
kvinnunum Siggu og
Lydiu Petersen
Sigga Petersen byrjaði at
mála fyri eini 3–4 árum
síðani. Hon hevur verið við
á framsýningum fyrr, eitt
nú á Norðoyastevnufram-
sýningini og á framsýning-
ini »Fram í ljósið« hjá
Norðoya Sparikassa, men
hetta er fyrstu ferð, hon
meira ella minni hevur
sjálvstøðuga framsýning.
Myndevnini hjá Siggu eru
fyri tað mesta landsløg,
men hon roynir seg eisini
við meir abstraktum hug-
lagsmyndum.
Lydia Petersen er vorðin
ein rættiliga kend lista-
kvinna eftirhondini. Hon
hevur verið við á nógvum
framsýningum, og serliga
hava hennara pappírs klipp-
myndir verið vælumtóktar.
Hesuferð eru tó ongi klipp
við, men akvarellir og olju-
málningar av landsløgum
og bygdum, bæði í kenda
stílinum hjá Lydiu og í
onkrum nýggjum meir
eksperimenterandi útgáv-
um
Tilsamans telur framsýn-
ingin hjá Lydiu og Siggu í
Norðoya Kunningarstovu
heili 41 størri og smærri
myndir.
Framsýningin er at síggja
hvønn dag í vanligu upp-
latingartíðunum hjá hjá
Kunningarstovuni.
-ave-
Gallerí Kunningarstovan:
Tvær klaksvíkskvinnur
hava listaframsýning
»Í Gjógv« hjá Lydiu Petersen
»Fólk«
hjá Siggu
Petersen
C
M
Y
K
5
4