Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 10. august 2004 Nr. 149 - 10. august 2004 7 Fyri Finnboga Ísakson, sum bæði hevur arbeitt í sjónvarpinum og útvarpinum, eins og hann hevur verið bæði løgtings- og landstýrismaður, er samanleggingin av loftmiðlunum ein gomul ætlan, sum nú verður sett í verk. Longu í 1983 hevði hann sjálvur eitt uppskot frammi um at leggja stovnarnar báðar saman SAMANLEGGING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Finnbogi Ísakson heldur tað vera eitt framstig at leggja loftmiðlarnar saman. – Eg vænti, at tað fæst meiri burturúr um stovn- arnir verða lagdir saman, heldur hann. – Hetta er ein sera góður háttur at effekt- ivisera stovnarnar, og eg vænti, at fyrimunirnir við samanleggingini verða fleiri enn vansarnir. Finnbogi nevnir, at møguleikarnir gerast nógv fleiri tá ið umsitingin gerst felags. Um stovnarnir fara at duga at útnytta felags umsitingina, verða fleiri fyrimunir fyri báðar stovn- ar. T.d. kunnu starvsfólkini skifta ímillum arbeiðs- plássini, soleiðis, at tey halda á at mennast og at fáa íblástur. – Eg eri greiður um, at sendiflatan hjá út- varpinum og sjónvarpinum ikki er tann sama, men har eru nakrar ógvuliga stórar umsitingarligar líkheitir. Tí hevði ein felags umsiting verið ein stór effektiviser- ing, heldur hann. Finnbogi nevnir víðari, at útvarpshúsið varð bygt við tí fyri eygað, at sjónvarpið eisini skuldi koma at húsast har. T.d. var útvarpshøllin ætlað til sjónvarpsfram- leiðslu. Tað hevur tó ikki verið serliga aktuelt higar- til. – Vit síggja tað í útlond- unum, bæði í Danmark, Noregi og aðrastaðni, at miðlar verða lagdir saman við sera góðum úrslitum. Hví skuldu vit ikki kunna gjørt tað her eisini, spyr Finnbogi. Hann nevnir, at ein sam- anlegging fer at lata nakrar hurðar upp, tá ið tað kemur til at talgilda útgerðina hjá sjónvarpinum, eins og hon longu er tað hjá útvarp- inum. Verjið kappingina Finnbogi Ísakson leggur tó eisini dent á, at tað kann fara at verða ein trupul upp- gáva, at fáa stovnarnar at fungera undir eini leiðslu. Tað eru altíð vansar við eini samanlegging, men Finn- bogi væntar tó, at teir fara at finna ein lykil til trupul- leikarnar. – Tað er týdning- armikið fyri kappingina, at teir framvegis fara at varð- veita tvær sjálvstøðugur redaktiónir. Ein ávís kapp- ing má vera, og tí mugu teir eisini leggja dent á at hava tvær deildir, sigur hann. Víðari heldur hann, at vánaliga fíggjarstøðan hjá svf kann fara at verða ein bági, tá stovnarnir verða lagdir saman. Tað er ein vandi fyri, at SvF fer at eta frá ÚF, men Finnbogi rokn- ar tó ikki við, at umsitingin fer at lata tað henda. Teir mugu finna eina fíggjar- ætlan, sum fyribyrgir at vánaliga støðan í Svf koppar ÚF. Spurdur um framferðar- háttin hjá landsstýris- manninum í málinum, hev- ur Finnbogi Ísakson lítlar og ongar viðmerkingar. – Eg kann siga, at eg taki undir við prinsippinum um samanlegging. Hvat lands- stýrismaðurin hevur gjørt havi eg sum so onga við- merking til. Men eg gangi út frá, at hann man hava sínar orsøkir til at gera júst soleiðis. Hann hevur jú ikki tikið eina avgerð, sum verður sett í verk frá einum degi til annan. Hann hevur tikið eina avgerð, sum verður sett í verk um eitt hálvt ár, so tað er enn nakað av tíð, har partarnir kunnu tosa saman og finna útav hvat er rætt at gera, stað- festir Finnbogi Ísakson. Av- gerðina hjá landsstýris- manninum um at seta útvarpsstjóran sum stjóra í báðum stovnunum, heldur Finnbogi vera í lagi. – Jógvan Jespersen hevur verið útvarpsstjóri í 14 ár, og hann er komin sera væl frá tí. Mikkjal Helmsdal er nógv nýggjari í stjórasess- inum. Eg haldi tað vera rímiligt at seta hann, sum hevur verið longri í starvi til stjóra yvir báðum stovn- unum, sigur Finnbogi Ísak- son at enda. Mikkjal Helmsdal stjóri í Svf sigur við Sosialin, at avgerðin um at sløkkja fyri SvF í vikuskiftinum var skeiv. – Tað var skeivt at taka hyggjaran til gísla, sigur hann SAMANLEGGING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Um vikuskiftið hevur nógv knarr verið at hoyra frá ónøgdum sjónvarpshyggj- arum. Serliga teimum, ið enn ikki hava ognað sær parabol, og sum tí bert síggja føroyingin. Seinastu tíðina hevur føroyska sjón- varpið verið fyri hørðum ákoyringum, so tað er sum so ikki nakað nýtt í tí. Hesuferð var orsøkin til stóru misnøgdina tó ikki vánaligt, útlendskt tilfar ella endursendingar, tí einki varð víst yvirhøvur. Mikkjal Helmsdal sjón- varpsstjóri skilir væl, at fólk eru ónøgd og hann heldur sjálvur, at avgerðin um at gevast at senda var skeiv. Hann hevði tó onga ávirkan á tað sjálvur. Starvsmannafelagið sløkti Tá ið boðini komu frá landsstýrismanninum, um at sjónvarpið og útvarpið skuldu leggjast saman, gekk ikki long tíð fyrr enn starvsmannafelagið eisini kom upp í leikin. Teir avgjørdu, at Svf ikki skuldu senda um vikuskiftið. Mikkjal Helmsdal, stjóri, sigur, at hann hevði fund við starvsfólki hjá sær leygarmorgunin, har tosað varð um, hvørt tey skuldu senda í vikuskiftinum ella ikki. Sjálvur helt hann, at tað var skeivt ikki at senda. Mikkjal sigur tó, at eftir at starvsfólki hevði verið á fundi við starvsmannafel- agið varð avgerð tikin um ikki at senda. – Hetta var ein provokati- ón frá starvsmannafelagn- um og tað eru tiltøk frá teimum, sum hava lagt skermin svartan alt viku- skiftið. Hetta var ikki ein avgerð hjá stovninum, og hetta er heldur ikki ein av- gerð eg stuðli. Eg haldi ikki, at tað var rætt at taka hyggjaran til gísla alt vikuskiftið, fyri at gera vart við sína ónøgd mótvegis landstýrinum, sigur ein ógvuliga avgjørdur Mikkjal Helmsdal. Hann metir ikki at hyggjarin skal blandast inn í hetta málið. Spurdur um hetta málið ikki er blivið til ein hana- kamp, har allir partar royna at vera raskastir at provok- era hinar, sigur Mikkjal Helmsdal seg onga við- merking hava til. Hann hev- ur tó ofta verið lagdur undir at provokera, serliga við seinastu ætlanunum, um at samsenda við eina danska rás. Í løtuni tykist støðan hjá sjónvarpsstjóranum vera sera ógreið. Greitt er tó, at við at sløkkja skermin í vikuskiftinum, gekk starvsmannafelagið bein- leiðis ímóti stjóranum í svf. Fleiri fyrimunir við samanlegging Sjónvarpsstjórin: Skeiv avgerð at sløkkja í vikuskiftinum Finnbogi Ísakson heldur avgjørt at fyrimunirnir við samanlegging eru fleiri enn vansarnir, serliga innanfyri tað umsitingarliga. Sjálvur hevði hann uppskot frammi í 1983 um at samanleggja stovnarnar Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri bleiv tikin av ræði leygardagin. Starvsmannafelagið gjørdi av at svartleggja skermin hóast Mikkjal Helmsdal ikki helt tað vera rætt – Vandin við eini samanlegging av ÚF og SVF er, at vit fáa ein ov einstáttaðan tíðindaflutning uttan kapping. Stovnurin kann við hesum gerast ov sterkur og hava ov lætt við at stýra politiskt, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gregersen. Hann sigur seg tó skilja avgerðina hjá lands- stýrismanninum, sum SVF stjórin sjálvur hevur framprovokerað SAMANLEGGING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Niðri á Bornholm situr fyrrverandi sjónvarpsstjór- in Árni Gregersen og fylgir væl við, hvussu eftirkomar- ar hansara hava tað í før- oyska fjølmiðlaheiminum. Bumban hjá Jógvani á Lakjuni mentamálaráð- harra fríggjamorgunin kom eisini dátt við hjá Árna Gregersen, men hóast hann prinsipielt er ímóti eini samanlegging, sigur hann seg skilja avgerðina orsak- að av støðuni, SVF eftir- hondini er komið í. Mikkjal provokeraði – Tað tykist, sum SVF er komið í eina ónda ringrás, har einki kann lata seg gera. Stovnurin hevur hóast alt fingið meiri pening frá politiska myndugleikanum og hevur nú 32 milliónir at arbeiða við, men kortini verður minni sjónvarpstil- far framleitt. Ta sannroynd má politiski myndugleikin fyrihalda seg til, sigur Árni Gregersen. Hann heldur, at núver- andi sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal í ein mun sjálvur hevur fram- provokerað avgerðina, tí hann á sinni valdi bert at senda føroyskt tilfar frá 18- 21 og annars samsenda við Danmark Radio. Tí er sam- anleggingin ein avgerð, Árni í ein mun hevði væntað. – SVF tykist ikki verða ført fyri at koma burturúr æviga kjakinum um meiri pening, og drastisku av- gerðirnar hjá stjóranum hava avgjørt havt sína ávirkan, sigur Árni. Horvin kapping Men Árni Gregersen óttast eisini avleiðingarnar av eini samanlegging, og fyrst og fremst eru vandarnir á tíð- indaøkinum. Sambært Árna kann kappingin at framleiða tíðindi nú hvørva, og tað er í sær sjálvum sera álvarsamt. Árni Gregersen ávarar, at føroyingar nú fáa eina ein- staka felags redaktión ella ov tætt samstarv millum redaktiónirnar, har tíðinda- flutningurin kann gerast ov einstáttaður. Felags stovn- urin kann sambært Árna Gregersen nú eisini gerast ov sterkur og hava ov lætt við at stýra politiskt. – Tí vil eg harðliga mæla til, at tvær sjálvstøðugar redaktiónir framhaldandi verða varðveittar, so kapp- ingin og fjølbroytnið ikki hvørvur. Umframt hetta er tað alneyðugt, at tíðindi og annað tilfar verður tikið upp og viðgjørt á tveimum støðum, sum ikki hava samband við hvørt annað, tí annars kunnu áðurnevndu vandar gera seg galdandi, sigur Árni Gregersen. Fyrrverandi sjónvarps- stjórin heldur, at føroyski tíðindastreymurin longu nú er alt ov einstáttaður, og tí vónar hann, at redaktión- irnar verða skildar at og áhaldandi vera í kapping. – Við tað at føroysku bløðini framvegis eru polit- isk, er tað grundleggjandi neyðugt, at almennu loft- miðlarnir varðveita tað sindrið av fjøltáttaðum tíð- indatilfari, sum enn er í Føroyum, sigur Árni Gre- gersen. Boðskapurin hjá Árna er tí greiður: Varð- veitið tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir. Í tíðindaskrivinum frá Mentamálaráðnum fríggja- dagin stóð í hesum sam- bandi soleiðis: »Sostatt fáa vit ein sterkan almennan public service stovn, ið tó av givnum grundum eigur at hava tvey sjálvstøðug og óheft redaktiónsum- hvørvi«. Við hesum í huga bendir nógv á, at ynskini hjá Árna Gregersen verða praktiser- að, og at broytingarnar ikki verða tær stóru fyri hyggj- aran og lurtaran. Samstarv Men hóast Árni Gregersen mælir til ikki at leggja tíðindaredaktiónirnar sam- an, varpar hann samstundis ljós á samstarvsmøguleikar millum sjónvarps- og út- varpsfólk. – Í einum og sama stovni kunnu og eiga starvsfólk sjálvsagt at arbeiða saman, og tað gjørdu vit eisini í síni tíð, hóast vit ikki ar- beiddu á sama stovni. Tað hendi meiri enn so, at vit í SVF syrgdu fyri myndum, meðan starvsfólk í útvarp- inum tóku sær av ljóði, minnist Árni Gregersen aftur. Hann heldur, at líknandi samstarv millum útvarp og sjónvarp er náttúrligt, ser- liga tá farið verður undir størri og meiri grundleggj- andi verkætlanir. Men Árni Gregersen undirstrikar, at um fjølbroytni skal vera í føroyska tíðindaheiminum, er kapping ein treyt, og tá má talan vera um tvær sjálvstøðugar redaktiónir. Administrativir fyrimunir Meðan Árni og onnur við óttast, at tíðindaredaktión- irnar verða lagdar saman ella vera í ov tøttum sam- starvi – sum í botn og grund kann gerast ein hótt- an fyri fólkaræðið – metir Árni Gregersen, at fyri- munirnir við samanlegg- ingini eru administrativir. – Sum Jógvan á Lakjuni hevur víst á, eru fyrimun- irnir við eini samanlegging rationaliseringar og spar- ingar í umsitingini. Hesar grundgevingar meti eg vera møguligar at realisera, men mín vón er sum áður nevnt, at samanleggingin ikki ávirkar tíðindaredaktión- irnar, sigur fyrrverandi sjónvarpsstjórin Árni Gre- gersen at enda. Sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal heldur, at avgerðin um at samanleggja ÚF og SVF er tikin uttan neyðugu fyrireikingarnar, og hann kann framvegis einki siga um, hvør leiklutur hansara verður eftir samanleggingina SAMANLEGGING Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Eingin veit, hvør leikluturin verður hjá núverandi sjón- varpsstjóranum Mikkjali Helmsdal undir og eftir samanleggingina av ÚF og SVF. Og nógv bendir á, at Mikkjal ikki sjálvur veit, hvar á talvborðinum hann er staddur. – Eg kann ikki siga nakað um, hvør framtíðin hjá mær verður, og í løtuni bíði eg eftir nærri upplýsingum frá avvarðandi myndugleikum. Eg umhugsi støðuna sum heild, og meiri kann eg ikki siga, eru viðmerkingarnar hjá Mikkjali Helmsdal. Sjónvarpsstjórin hevur onga uppsøgn fingið, og tí kann væntast, at hann framvegis verður ein partur av føroyska loftmiðlaheiminum eftir nýggjár, men enn er einki greitt hesum viðvíkjandi. Ov skjót avgerð Mikkjal Helmsdal finnist annars at mentamálaráðharr- anum fyri framferðarhátt hansara. Sjónvarpsstjórin heldur, at avgerðin er tikin uttan neyðugu fyrireiking- arnar. – Jógvan á Lakjuni hevur tikið avgerðina uttan neyðugu analysuna. Hann hevur hvørki ráð-ført seg ella verið í samráð við avvarðandi stovnar, og hann hevur ikki tikið sakkunnleikan við uppá ráð, sigur sjónvarps- stjórin. DR og bygnaðarbroytingar Tá Sosialurin hevði Mikkjal Helmsdal á tráðnum mánadagin fyrrapart, vóru annars nógvir spurningar, hann ikki kundi gera viðmerkingar til. Í leygardags- blaðnum segði sjónvarpsstjórin, at ætlaðu bygnaðarbroytingarnar í SVF ikki verða framdar, og at ætlanirnar at samsenda við DR verða lagdar á hillina. Mikkjal Helmsdal vil í dag ikki gera viðmerkingar til tey málini, men alt bendir á, at samanleggingin hevur fyribils forða teimum ætlanunum at verða stungnar út í kortið. Árni Gregersen: Varðveitið tvær sjálvstøðugar redaktiónir Framtíðin hjá Mikkjali er ógreið - Við tað at føroysku bløðini framvegis eru politisk, er tað grundleggjandi neyðugt, at almennu loftmiðlarnir varðveita tað sindrið av fjøltáttaðum tíðindatilfari, sum enn er í Føroyum, og tí eiga tíðindaredaktiónirnar at arbeiða hvør sær, sigur Árni Gregersen, fyrrverandi sjónvarpsstjóri C M Y K 7 6