týsdagur 10. august 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 149 - 10. august 2004
Nr. 149 - 10. august 2004
9
Rytan flutti tilsamans
3.500 fólk um Nólsoy-
arfjørð í vikuskifti-
num, bátatalið var
umleið 140, og nakrir
skjóttgangandi glas-
trevjabátar sigldu
stútt ímillum við
fólki.
- Leygarkvøldið var
fólk at síggja alla-
staðni í Nólsoy – bæði
ovarliga og niðarliga í
bygdini, uttanfyri
bygdina og í bønum,
har tey tjaldaðu. Eg
haldi, vit kunnu siga,
at Nólsoyarbygd kók-
aði í veitslurómi, sig-
ur Jógvan Thomsen,
bygdarráðsformaður
OVASTEVNA
Vilmund Jacobsen,
vilmund@sosialurin.fo
Hýrurin á fólki var sum al-
tíð góður, tá ið ovastevna á
ellivta sinni varð hildin í
Nólsoy um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið var klárt í
veðrinum og lýtt og gott
veður. Beint áðrenn vit
løgdu leiðina úr høvuðs-
staðnum og út um fjørðin
klokkan 19 hetta kvøldið,
máldi hitamátarin við ovara
enda í Bøkjarabrekku í
Havn heili 18 stig!
Eitt óvanliga lýtt summ-
arkvøld í Føroyum.
Mjørki og turt
Nakað væl út á seinnapart-
in leygardagin var eisini
hampiliga klárt í veðrinum,
men mjørkin úr eysturætt-
ini lá og lúrdi eystanfyri
oynna. Stundum rakk hann
nakað niðan á bakkan eyst-
anfyri og hevði hug at hála
seg longur og longur vestur
á oynna.
Sum leygardagurin leið,
køvdi hann rættiliga av við
mjørka,
sum
lá
allan
seinnapartin, alt kvøldið og
náttina við. Tá ið tjúkkast
var, sást valla millum hús-
ini í bygdini, og tú sást
verri enn so tvørtur um
vánna.
Men veðrið var turt og
gott meginpartin av viku-
skiftinum. Kanska føldist
onkur
dropi
niður
úr
mjørkanum onkra løtu,
men hetta hevði ongan
týdning.
Umframt hópur av fólki í
trongu
bygdargøtunum,
stóðu fleiri tjøld stóð ymsa-
staðni í bønum. Fólk vóru
at síggja allastaðni. Tey
hugnaðu sær og høvdu tað
gott. Hugnaligt var at síggja
roykin standa upp frá grill-
unum úti í bønum, meðan
onkur góður biti lá og
ringdi seg omaná heita
kolinum.
Fólk forsýnaðu seg bæði
við mati og vætu.
Jú, hýrurin var góður – av
besta slag!
Tíðliga
fríggjakvøldið
sóust tveir løgreglumenn
ganga í nólsoyargøtum,
men neyvan hildu teir, at
brúk fór at verða fyri teim-
um, tí longu seinni um
kvøldið fóru teir innaftur
við Rytuni og sóust ikki
aftur í bygdini.
Enn eitt met
Rytan sigldi við hópin av
fólki út um fjørðin, og leyg-
arkvøldið var bíðirøðin á
bryggjuni í Havn i mangan
stór – eins og hon eisini var
stór á bryggjuni í Nólsoy, tá
ið tey fyrstu byrjaðu at leita
sær til hús aftur leygar-
kvøldið og leygarnáttina.
Skiparin á Rytuni, Er-
lendur Simonsen, sigur, at
teir sigldu við umleið 500
fólkum frá fríggjamorgni til
leygarmorgun, 2600 frá
leygarmorgni til sunnu-
morgun og umleið 400
fólkum sunnudagin.
- Vit sigldu í pendul-farti,
so leingi fólk bíðaðu á
bryggjuni, og leygarkvøld-
ið sigldu vit sjey túrar í slag
út um fjørðin og heili
níggju túrar innaftur leyg-
arkvøldið og sunnunáttina.
Hann vísir á, at frá leyg-
armorgni til sunnumorgun-
in sigldi Rytan 17 túrar við
tilsamans 2.600 fólkum.
- Samanlagt fluttu vit
umleið 3.500 fólk um Nóls-
oyarfjørð í vikuskiftinum,
og tað eru í minsta lagi 500
fólk fleiri enn á seinastu
ovastevnu.
Erlendur sigur, at sein-
astu árini er flutningurin á
ovastevnu øktur, og líkt er
til, at hann setir met á
hvørjum ári.
- Tað er ikki bara sum at
siga tað at flyta so nógv
fólk, men í ár høvdu vit
fyrireikað okkum betur við
portrum á brygguni, soleið-
is at fólk ikki bara tustu um-
borð. Somuleiðis høvdu vit
vaktir umborð sum gjørdi,
at flutningurin fall lættari.
Bygdin kókaði…
Jógvan Thomsen, bygdar-
ráðsformaður í Nólsoy, sig-
ur, at leygarkvøldið var fólk
Nólsoyarbygd kókaði í veitslurómi á ovastevnu
at síggja um alla bygdina.
- Líka mikið, hvar túr
gekk, so sást tú fólk – í uppi
í bygdini, á bryggjuni,
uttanfyri bygdina og í bø-
num, har fleiri tjøld stóðu.
Eg vil siga, at bygdin rætti-
liga kókaði í veitslurómi
hetta vikuskiftið.
Jógvan veit at siga, at
umleið 150 fólk vóru í
dansi í tjaldinum í skúla-
garðinum fríggjakvøldið,
og leygarkvøldið var talið
helst meira enn 800.
- Tað merkir, at út við
1000 fólk vóru í dansi í
tjaldinum fríggjakvøldið og
leygarkvøldið, sigur Jógvan
Thomsen, ið var ein av
teimum mongu, sum tók
sær av at halda skil á í
tjaldinum.
Leygarkvøldið var eisini
dansur í Royndarhúsinum,
har Fimmbogi Lisberg og
Jógvan Olsen spældu. Eini
250 fólk vóru í dansi.
Fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið spældu Showmenn
í tjaldinum, og gestatón-
leikarar vóru Anfinn Niel-
sen og Terji Rasmussen.
Jógvan sigur, at hópur av
bátum komu til Nólsoyar
leygardagin.
- Í fyrsta lagi komu
regatta-bátarnir úr Hósvík,
umframt fleiri aðrir bátar,
sum komu úr Havn og aðra-
staðni.
Hann heldur, at tá ið
flestir bátar lógu inni í
havnini í Nólsoy, mundi
talið tátta í 150.
- Aftrat flutninginum við
Rytuni, sigldu eisini nakrir
glastrevjabátar stútt um
fjørðin leygarkvøldið og
sunnunáttina við fólki, sigr
Jógvan Thomsen.
Svimjari setti met
Erlendur Simonsen, sum
hesaferð á sjeynda sinni
skipaði fyri stuðulssvimj-
ingini um Nólsoyarfjørð,
sigur, at bert fýra svimjarar
royndu seg á ovastevnu í ár.
Sjálvur
hevur
hann
svomið um fjørðin á hvørj-
um ári, síðan farið varð
undir hetta tiltak.
- Hóast talið av luttakar-
um ikki var so stórt hesa-
ferð, so fingu vit kortini eitt
nýtt met.
Tað var 20 ára gamli,
Jóannes á Fløtti, sum setti
metið í ár við at svimja um
fjørðin uppá ein tíma og 17
minuttir. Gamla metið var
ein tími og 20 minuttir. Á
øðrum plássi í ár endaði
Evald Rasmussen, sum
brúkti ein tíma og 23
minuttir - og á triðja plássið
var Erlendur Simonsen
sjálvur, sum svam um
fjørðin uppá ein tíma og 31
minuttir, ið er sama tíð hjá
honum sum seinasta ár.
Erlendur veit at siga, at
Jóannes fyrstu ferð svam
um Nólsoyarfjørð sum 13
ára gamal fyri sjey árum
síðan.
- Hann hevur ikki verið
við árini síðani, fyrr enn nú
hann varð við aftur og setti
metið, sigur hann.
Fjórði svimjarin, sum
roydi seg hesaferð, Fríða
við Streymin av Norðskála,
er bert 13 ára gomul. Hon
hevði ein triðjing eftir av
fjørðinum, tá ið hon noydd-
ist at gevast, tí hon var
vorðin so køld.
- Líkindini at svimja vóru
av teimum bestu. Veðrið
var gott, og streymurin
góður, sigur Erlendur Sim-
onsen.
Góð kabarett
Eitt afturvendandi og nógv
eftirspurt tiltak á ova-
stevnu, er afturvendandi
kabarettin, sum ungfólk í
Nólsoy spæla.
Malan Hansen sigur, at
tilsamans fýra sýningar
vóru í vikuskiftinum, og
tann seinasta skuldi vera
mánakvøldið.
- Eg vil meta, at eini 300-
400 fólk hava sæð kabarett-
ina, sum aftur í ár eydnaðist
stak væl, sigur hon.
Kabarettin, sum hesaferð
bar heitið, " Nólsoyar-
bygd… ein býlingur í
Havn", viðgerð sum áður
ymiskt, sum er hent í Nóls-
oy síðan seinastu ova-
stevnu.
Tá ið sunnumorgunin
kom, var minni fólk at
síggja í gøtunum í Nólsoy,
men sunnukvøldið savnað-
ust eini 100 fólk aftur í
tjaldinum niðri á kaiuni til
harmoniku-og orgultónleik
aftur við felagssangi.
Enn er ov tíðliga at siga,
hvat ovastevnan í ár hevur
givið í peningi.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, setti ovastevnuna í ár.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sum altíð, setti Nólsoyar
Sangkór undir leiðslu av Leif
Hansen, sín serliga dám á
setanina.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Og børnini hildu seg ikki
aftur í Geilini hendan
dagin. Tey sungu av
hjarta.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tær hugnaðu sær óført
á ovastevnu…
Mynd: Vilmund Jacobsen
Friður er aftur í Nólsoy,
nú mongu gestirnir eru
farnir avstað aftur.
Heima á bryggjuni
stendur tjaldið, sum
sunnukvøldið var
karmurin um
endabrestin av
ovastevnu.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jóannes á Fløtti setti nýtt
met um Nólsoyarfjørð í ár.
Her taka teir ímóti
heiðurslønini, fv. Erlendur
Simonsen, Evald Rasmussen
og Jóannes á Fløtti.
Bygdarráðsformaðurin,
Jógvan Thomsen, handar
heiðursmerkini.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8