Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 149 - 10. august 2004 Nr. 149 - 10. august 2004 11 Ì vikuni verður ríkisfundur í Grønlandi. Ein ríkisfundur er ein fundur, har forsætisráð- harri, grønlendski landsstýrisformaðurin og løgmaður hittast á máli. Ríkisfundurin er eitt rættiliga nýtt og eitt heilt óformligt fyri- brigdi, ið ikki er fyrisett í nakrari lóg. Endamálið við fundinum er, at partarnir skulu kunna hvønnannan um týðandi mál av felags áhuga, skifta orð um stórar politiskar spurningar av týdningi fyri ríkisfelagsskapin og annars hittast undir óforpliktandi umstøðum. Tað má ásannast, at ríkisfundurin er eitt eitt sindur løgið fyribrigdi. Hetta, at toppleiðarar hittast uttan formligar karmar og uttan, at nøkur niðurstøða ella felags fráboðan verður send út eftir fundin, kann vera gagnligt. Tað kann sjálvsagt vera gagnligt, at ovastu politisku leiðararnir í ríkinum fáa høvi at skifta orð og hittast uttan at vera órógvaðir av pressu og trongum formligum og løg- frøðiligum rammum. Tað kann ivaleyst eitthvørt gott koma burturúr slíkum fundi, serstakliga har talan er um eym mál ella um mál, har misskiljingar hava gjørt seg gald- andi. Hinvegin skerst ikki burt, at slíkir toppfund- ir, hildnir undir hesum nevndu fortreytum, eisini eru eitt sindur ivasamir sæð frá einum demokratiskum sjónarmiði. Er tað í tráð við góðan fyrisitingarsið at halda toppfundir av hesum slagi? Er hetta í tráð við alment galdandi demokratiskar og parlamentariskar spælireglur? Er tíðin ikki farin frá hesum formi. Áttu vit ikki heldur at gjørt ríksifundirnar til ein formligan og týðandi part av politisku skipanunum í teimum trimum londunum? Tá alt hetta er sagt, skal samstundis verða gjørt vart við, at stór og týdningarmikil mál ivaleyst verða viðgjørd á ríkisfundinum í Grønlandi. Vit kunnu nevna spurningin um avleiðingarnar av ES grundlógini, trygdar- spurningar, sjálvstýrismál og mangt annað. Tað verður tí sjálvsagt áhugavert at frætta, hvat, ið kemur burturúr ríkisfundinum, tá ið avtornar. DAGSINS MEINING Sosialurin Ríkisfundur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Ívar Iversen …Og Guð sá, at alt var gott… Jenis av Rana tykist ikki vera samdur við hann – Alfaðirin. Sum eitt óløgi leggur hann eftir løgmanni, tí hann hevur dittað sær at tala – ella umrøtt – søk teirra í minniluta. Hesin nýggi »hertogi av Alba«, ið var ein sterkur stuðul hjá sponsku inkvisitiónini, ið herjaði eirindaleyst millum »trúgvandi og vantrúgv- andi« serliga í Niðurlond- um fyri sløkum 500 árum síðan, hevur við løgnu út- søgn síni vanvirt tey, ið eru ikki – eftir hansara (Jenis- ar) meting – Guðs rættu skapningar. Tað kendist sum ein ófrættakendur og kaldur gjøstur niður eftir bakinum, tá hesin nýggi inkvisitor- urin við sálvumiklari rødd í útvarpinum stutt eftir ólav- søku bar fram harmljóð sítt um, at Føroya løgmaður hevði dittað sær (uttan at havt spurt hann, Jenis, eftir!) inn í Grasagarð til tess at vísa hesum fólkum, at hann – í hvussu so er – ikki hevur burtursagt tey, men viðurkennir tey sum Guðs skapningar ið eiga sín sjálvsagda rætt at liva í hes- um okkara samfelagi sum vanligir borgarar uttan at benda eftir teimum og meta tey sum »útskot«. Ymist er sum hvør ein- stakur okkara er útborin – handliga og andliga. Summi eru handliga ella kropsliga illa fyri, tá tey koma í verðina; onnur eru andliga illa útborin. Tilvildarlig forsturtøka er av tí ónda og eigur at vera avmarkað til tað minst møguliga – tað kunnu vit vera samd um. Sum lækni veit Jenis av Rana, at børn koma í verðina við ymsum brekum og lýtum – andlig- um ella likamligum. Hann veit eisini, at framkomna tøknin kann nærum við vissu ávísa og staðfesta ávís brek longu nakrar mánaðir eftir gitnaðin; kanska eisini tað, at barnið longu í móðurlívi hevur tað eyðkenni, sum fer at gera tað samkynt, tá tað verður kynsliga búgvið. Tá kundi hann, andsýnis tí Várharra mælti til, lúka »illgresið« burtur í góðari tíð, hóast okkurt av hveitini av mis- gáum kanska kom at fylgja við og hevði møguliga broytt hugsan hansara, ella komið honum – Jenisi – í eina tvístøðu um fosturt- øku. Løgið tykist tað mær – og kanska mongum øðrum okkara – at eingin letur við seg koma, at ein tinglimur – parlamentarikari – kann hóreiggja sær, sum Jenis av Rana ger, og skorða seg undir trúarmál. Er tað kanska stillisliga vorðið góðtikið, at hann hevur tikið við luti Várharra? Ella eru »taburettirnar« vornar so dýrabarar, at einki – etiskt ella óetiskt – kann viga upp í móti? Hevur Jenis tikið við luti Várharra? Nina Dahl Laksen er et eventyr, der er ved at gå ind i en Torne- rosesøvn. Aladin og den vidunderlige olielampe la- der vente på sig – og mens vi taler om fremtiden og det videnbaserede samfund, der skal skabe eksport- kroner og arbejdspladser, er det nutiden og den realitet, at Færøerne i mange år fremover vil være bundet til fisken. Redere, fiskere og fab- riksdirektører giver gen- sidig hinanden skylden for, at fisken går utilvirket ud af landet. Politikerne taler om at skabe nye arbejdspladser og forudsætning for trivsel, imens de eksisterende ar- bejdspladser ekspoteres ud af landet til Europa til videreforarbejdning (ikke til kineserløn), og økono- merne bekræfter hinanden i, at markedskræfterne må man ikke røre ved. Ingen tør tale om at lægge en told på den fisk, der går utilvirket ud af landet, Det hele er nok ikke så slemt. Lagmanden siger, at trods alt er arbejds- løshedsprocenten ikke mere end 4%. Statestik er så mange ting. Giver det mening at tale om 4% arbejdsløshed? Politisk ønsker man ligestilling mellem mænd og kvinder. Arbejdsløshe- den rammer især kvinder. Hvor høj er arbejdsløshe- den mellem kvinder? Poli- tisk ønsker man at støtte lokalsamfundene. Arbejds- løsheden rammer i aller- højeste grad lokalsamfun- dene. Hvad er arbejdsløs- heden målt i % udenfor Strømø, og endelig, hvor høj er arbejdsløsheden blandt ufaglærte i forhold til faglærte og funktio- nærer. Læg en told på den fisk, der går utilvirket ud af landet – sæt den i en er- hvervsfond fiskeindustrien til fremme med en særlig bonusordning til nye produkter. Forskellen på indkøbs- prisen af fisken og det, den er værd, når den er på mar- kedet, er de lønkroner, som arbejderen får, og den for- tjeneste, der er opnået, den ligger tilbage i landet til forbrug her og ikke i Europa. Landet, folket, fisken Jacob Vestergaard Tá Sumbiar Kommuna tók stig til at kanna møguleikan fyri at leggja kommunurnar í Suðuroynni saman í eina kommunu, var tað við tí fyri eyga, at royna at samansjóða Suðuroynna, og fyri at fáa suðuroyingar at hugsa sum suðuroyingar. Hugburðurin er broyttur nakað seinastu árini, so tað í dag er lættari at tosa um kommunusamanlegging, enn tað var fyri bert fáum árum síðan, men tíverri vísur tað seg at nakað skal til afturat, áðrenn øll Suðuroyggin kann savnast í eina kommunu. Hóast kanningar hava víst, at meirilutin av suður- oyingum taka undir við kommunusamanlegging, har øll Suðuroyggin verður løgd í eina kommunu, hava kommunupolitikarar í Suð- uroynni eina aðra áskoðan. Soleiðis var tað bert Tvør- oyrar Kommuna sum var sinnað at koma á fund við okkum, at tosa um komm- unusamanlegging. Kommunusamanlegging kann og skal bert fara fram, um einstaka kommunan er sinnað fyri tí, og tí er tað fult og heilt upp til komm- ununa at gera av, um hon vil leggja saman við aðrari kommunu ella ikki. So tá sagt verður, at »um« kommunusaman- legging skal verða, er tað at skáka sær undan at taka støðu til spurningin. Somu kommunur átti at sagt okk- um, hvat skal til, fyri at tíðin skal verða »búgvin« til kommunusamanlegging. Tíðin er nakað knøpp, tí kommunuval verður í heyst, men flest allir kommunupolitikarar eiga at hava gjørt sær tankar/hugs- anir um spurningin, og átti tað tí ikki at verið nakar trupulleiki við tíðini, um viljin annars var til staðar. Ein hoyrir framvegis sjónarmiðið um at leggja Suðuroynna saman í tvær kommunur, men hóast undirritaði tók undir við hesum, sum eina byrjan, tá kjakið um kommunusam- anlegging tók seg upp mið- skeiðis í 90-árunum, er tað mín sannføring í dag, at tíð- in er farin frá hesum. Hyggja vit at teimum kommunusamanleggingum sum eru framdar, har vit hava fingið rættuliga stórar kommunalar eindir, gevur tað als onga meining, at býta Suðuroynna, við uml. 5000 fólkum, sundur í tvær kommunur. Suðuroyggin er eitt nátt- úrligt økið at leggja saman í eina kommunu. Vit eru øll í sama báti, og tí í somu støðu, og mugu og skulu draga eina línu. Við einari kommunu í Suðuroynni høvdu vit havt amboðið til at samansjóða alla Suður- oynna sum eina eind. Hetta hevði ikki verið møguligt, um vit býttu oynna upp í tvær kommunur. Vit høvdu vónað, at tað vóru fleiri kommunur, sum tóku av okkara innbjóðing. Átakið var meint sum ein roynd at samansjóða kommunurnar í Suður- oynni, so vit á tí komm- unala økinum komu at standa saman sum ein. Vit høvdu betur kunna lagt til rættis, hvørji átøk skuldu verið gjørd á øllum økjum, soleiðis at tey gagnaðu Suðuroynni best. Samlaði kommunukassin á uml. 100 milliónir kundi verið brúktur nógv betur, so hann tænti heildini, allari Suðuroynni. Vit høvdu kunna økt tæn- astuna til borgaran í Suður- oynni munandi á øllum økj- um, og kundu veruliga bjóða okkum fram, javn- bjóðis við aðrar partar av Føroyum. Vit kundu somu- leiðis fingið gagnnýtt tær tænastur, sum vit hava í Suðuroynni, bæði á privata og kommunala økinum, munandi betur. Hetta hevði økt okkara førleika og verið við til at skapt arbeiðspláss í Suðuroynni. Kommunurnar í Suður- oynni hava, sum er, onga umhvørvisdeild, onga sosi- ala deild, bert avmarkaða orku á tekniska økinum, o.s.fr. Hetta eru alt tænastur, sum vit keypa aðrastaðir, fyri nógvar privatar og kommunalar pengar. Har- við eru vit við til at uppi- halda ikki so fá kvalifiser- aði størv aðrastaðir, størv sum vit kundu havt í Suður- oynni. Taka vit t.d. umhvørvis- økið, so hava kommunurn- ar í Suðuroynni ongan um- sitingarligan førleika á økinum, hvørki til at røkja tær vanligu kommunalu uppgávurnar á umhvørvis- økinum, ella aðrar uppgáv- ur av meira tekniskum slag. Vinnulívið og kommun- urnar í Suðuroynni brúka eina rúgvu av pengum til kanningar av ymiskum slag, kanningar sum væl kundu verið gjørdar á einari vælkvalifiseraðari um- hvørvisstovu/-deild í Suð- uroynni. Sama er galdandi á øðr- um økjum, ikki minst á sosiala økinum, har rættu- liga nógvir pengar verða brúktir til tænastur/ráðgev- arar, av ymiskum slag. Vit hava ongantíð hugsað um Suðuroynna sum eina eind, og lagt politikkin á teimum ymisku økjunum til rættis eftir tí. Vit hava hvør í sínum lagið bert hugt eftir okkara lítla øki, okkara kommunu, og ikki hugsað um heildina. Tað vísur seg at verða sera trupult at koma burturúr »dunnuhylinum«. Við- merkingarnar seinastu dag- arnar eru gott dømi um tað. Í einari samráðingar- støðu, har kommunurnar settu sær fyri at leggja Suð- uroynna í eina kommunu, høvdu vit havt ein gyltan møguleika at hugt eftir allari Suðuroynni, frá Sumba til Sandvík. Vit kundu lagt til rættis, hvar í Suðuroynni vit skuldu skipa okkum á teimum ymisku økjunum, tað verið seg á vinnuøkin- um, sosiala økinum, ment- anar økinum, skúla økin- um, o.s.fr. Við at hyggja at Suður- oynni sum einari eind, hevði eisini verið neyðugt at tikið atlit til, hvat er neyðugt fyri trivnaðin í teimum ymisku bygdunum, og stuðla undir tí, men sam- stundis duga at skipa so fyri, at savna allar suðuroy- ingar til ávís tiltøk, og á tann hátt hækkað støðið á ymiskum økjum. Við einari kommunu í Suðuroynni hevði hugburð- urin hjá suðuroyingum broytst. Vit kundu tá betur staðið saman, og lært suð- uroyingar at brúkt tær tæn- astur, sum hóast alt eru í Suðuroynni, í staðin fyri at farið aðrastaðir. Við tí rætta hugburðin- um, hava vit alt at vinna við at leggja Suðuroynna sam- an í eina kommunu. Við tí rætta hugburðinum verða tað ongin taparar, bert vinn- arar. Tá verður tað ongantíð spurningurin hvør kemur at »bestemma« yvir hvørjum, men heldur tað, at vit í felag fáa sum fragast burt- urúr, allari Suðuroynni at gagni. Longur vit bíða við at leggja kommunurnar sam- an, verri verður tað at fylgja við restini av landin- um. Avgerðin hjá tí ein- støku kommununi kann ikki verða avgerðandi fyri, um aðrar kommunur leggja saman ella ikki. Í skrivandi stund verður hugsað um at fara undir samráðingar um at leggja Sumbiar og Tvøroyrar kommunu saman. Hvussu verður við tí, er ov tíðliga at siga nakað um tað enn. Um Sumbiar og Tvøroyrar kommuna leggja saman í »Suðuroyar Kommunu«, er tað eitt stig á leiðini til at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunu. Tað hevði verið ein góð byrjan, og dugi eg ikki við míni bestu sannføring at síggja nakran vansa í at leggja Sumbiar og Tvøroyr- ar kommunu saman. Ein kundi tá sæð fram til, at tað til kommunuvalið í 2008 bleiv valt til eina kommunu í Suðuroynni. Kommunusamanlegging í Suðuroynni VIÐMERKINGAR – Men hjálpin má ikki drukna í burokrati og fyrisiting sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður MENNINGARHJÁLP Jan Müller jan@sosialurin.fo – Komandi føroyska menn- ingarhjálpin eigur ikki at drukna í burokrati og um- siting. Ætlanin er at brúka longu kendar felagsskapir og teirra royndir og eksp- ertisu í eitt nú Danmark ella Íslandi. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, løg- maður við mánaðarblaðið hjá danska hjálparfelags- skapinum DANIDA. Blað- ið skrivar, at føroyingar ætla sær at taka størri globala ábyrgd og vera meira virknir, tá talan er um at vera við til at loysa trupulleikar í menningar- londunum. Í blaðnum »Udvikling«, sum júst er útkomið sigur løgmaður, at til tess at forða fyri at avmarka móttakara- londini, so skal man broyta fokus burtur frá fiskivinn- uni. – Føroyingar eru góðir til annað enn fiskarí, eitt nú IT. Vilja vilja økja um útbjóðingarmøguleikarnar og á henda hátt skapa ein samanhang millum før- oyska vinnulívið og global- ar samstarvspartnarar sigur løgmaður við blaðið. Blaðið skrivar annars, at sum heild eru politikarar í Føroyum positivir, tá talan er um økta meninngarhjálp, men tilmæli hjá ST um at lata 0,7 % av bruttotjóðar- úrtøkuni er tó eitt sindur ov ambitiøst fyri Føroyar. Tað vil svara til 70 milliónir kr. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at Føroyar koma at lata sjey milliónir í menningar- hjálp afturímóti teimum 200.000 til 300.000 kr., sum higartil eru latnar um árið og sum hava verið umsitnar av eitt nú ymisk- um átrúnaðarligum felags- skapum. Landsstýrið hevur tó latið tvær milliónir kr. til Afganistand og tvær til Kosovo. Føroyar vilja taka størri globala ábyrgd Jóannes Eidesgaard, løgmaður: – Føroysk menningarhjálp má ikki drukna í burokrati og umsiting C M Y K 11 10