týsdagur 10. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 149 - 10. august 2004
Nr. 149 - 10. august 2004
13
Stórhendingin í farnu viku
var fríggjadagin, tá kunn-
gjørt var, at einans 32.000
fólk vóru sett í starv í USA
í juli. Tíðindini komu sum
ein veruligur smeitur fyri
fíggjarmarknaðirnar,
tí
væntað var eitt tal á
240.000.
Marknaðirnir
ávirkaðust ógvusligt og
beint eftir kunngerðina
lækkaði t.d. danska 10-ára
rentan úr 4,29% í 4,19%,
dollarin viknaði um 1,7%
og partabrøv lækkaðu.
Eftir at ávísar búskapar-
ligar uppgerðir vóru vána-
ligar fyrr í summar, er
spurningur settur við, um
amerikanski búskapurin er
uppsteðgaður. Greitt er, at
hetta er ov tíðliga at siga
nakað um enn. Hóast flestu
búskapartøl úr USA í sein-
astuni eru vorðin bjørt aft-
ur, og tí benda á, at væl
stendur til í USA, hevur
nevnda arbeiðsmarknaðar-
frágreiðing tó størstu árin á
marknaðirnar í løtuni.
Vánaliga frágreiðingin
kann fáa amerikanska tjóð-
bankan at endurskoða teirra
tillaging av rentustøðinum
soleiðis, at hetta nú fer at
hækka við lægri ferð.
Fyrsta ábending um eina
broytta tillaging kann koma
týskvøldið, tá amerikanski
tjóðbankin (FED) hevur
rentufund. Tá fer FED
væntandi at hækka rentuna
úr 1,25% í 1,50%, orsakað
av prísvakstrartrýstinum,
men nú er vorðið óvist, um
rentan, sum áður væntað,
verður hækkað aftur í sep-
tembur. Tíðindafundurin
hjá FED týskvøldið verður
tí sera týðandi fyri, hvussu
serliga styttru lánsbrøvini
fara at hátta sær í næstum.
Eftir vánaligu frágreið-
ingina, er oljuprísurin kom-
in enn meira í andglettin.
Oljan hevur dagliga sett
nýtt prísmet, men seinastu
dagarnar hava vit, sum nak-
að nýtt, eisini sæð lækkandi
oljuprís. Hetta kann tulkast,
sum at prísurin, í øllum før-
um fyribils, hevur nátt
loftinum; prísurin kann
kortini hækka meira. Hend-
ir hetta, kann oljan ávirka
búskaparframgongdina
í
heiminum og sostatt eisini
gongdina á láns- og parta-
brøvunum.
Enn bendur tó alt á, at
rentustigið sum heild, sum
frálíður er hækkandi og at
rentuhækkingartillagingin í
USA fer at halda áfram.
Fyrsta evropiska rentu-
hækkingin verður tó fram-
vegis ikki at síggja fyrr enn
um ársskiftið.
Er USA uppsteðgað?
Vika 33, 2004
www.kaupthing.fo
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ídag fyllir Mia á Heygum
áttati ár. Hon varð borðin í
heim í Vestmanna hin 10.
august 1924 og hevur búð í
heimbygdini øll hesi árini.
Foreldrini
vóru
Maria
Hummeland og Hálvdan
Haldansen. Sum ung tænti
hon hjá apotekaranum í
Havn, hetta var stríðsárini,
og tá gekk hon eisini á hús-
arhaldsskúla í høvuðsstað-
num. Komin norður aftur til
heimbygdina arbeiddi hon í
Klæðnabúðini. Nakað væl
eftir stríðslok hittust tey
bæði Brynjolfur á Heygum,
sonur hin navnfræma Ólav
á Heygum, og gingu tey
saman í hjúnalag í 1953.
Brynjolfur hevði egið virk-
ið og tá fór Mia at taka sær
av húsinum burturav. Tey
bæði eiga tvey børn, sum
bæði eru alkend í Føroyum.
Bjørn á Heygum advokat,
samfelagsrevsara og fyrr-
verandi
politikkara
og
songlerkin Rúnu á Heyg-
um. Mia kom at sita einsa-
møll tá ið maðurin doyði
hin 19. juli 1986. Mia hev-
ur verið ein dugnalig kona
og hevur røkt starvið sum
húsmóðir,
mamma
og
omma fyrimyndarliga. Og í
Føroyum man hon best vera
kend fyri at svimja á vánni
í Vestmanna at kalla hvønn
dag, eitt ítriv sum byrjaði í
1961, av heilsuávum, og
seinri gjørdist ein góður
vani. Sjónvrpið gjørdi eitt
innslag um hetta fyri nøkr-
um árum síðani og tað eru
tað mong sum minnast og
taka til. Tað hevur verið
stimbrandi at kent eina so
positiva, glaða og viðeiri-
liga kvinnu, ið bara er við tí
góða orðinum. Blíðskapur-
in er altíð í hásæti og sták-
anin øgilig tá ið komið
verður á gátt. Hon fylgir
væl við í tí sum fyriferst í
samfelagnum og hevur sína
meiningar um øll lívsins
viðurskifti, eisini um poli-
tikk. Og tað er onki yvir at
dylja, at í politikki hava
hon og sonurin ikki altíð
drigið eina línu. Hon liggur
uttarlagað á fullveldis-
vonginum. Ongin, sum ikki
veit tað frammanundan,
hevði hildið, at hon nú fer
um kappaaldur. Hennara
ungdómliga sinni ger, at
hon tosar við ungdómar,
sum var hon um sama ald-
ur. Í vikuni sum fór, legði
hon av landinum við Norr-
ønu, og nú hon fyllir runt,
er hon á veg í bivreið av
eysturlandinum og vestur
eftir Íslandi saman við
næstu fjølskyldu síni. Mia
eigur 5 ommubørn. Hjarta-
liga tillukku við degnum.
tj
Mia á Heygum áttati
Dagurin
Laurentius. Lavrasmessa: Laurentius var ein av
teimum best kendu halgimonnum í Norðurlongum.
Hann var prestur og skattmeistari hjá pávanum Sixtusi
II. Í árinum 258 varð hann tikin og illa píndur; m.a.
verður sagt frá, at hann var stoktur á eini rist og skuldi
rópa, áðrenn hann andaðist: “Nú er stokt hesumegin.
Vendið nú steikini.”
Kend er eisini halgisøga um, at hann við hjálp frá
trøllinum Finn eftir einari nátt bygdi dómkirkjuna í
Lund. Hjálparmaðurin hevði kravt í løn sól og mána og
Lavrasar eygu blá, men hann gitti navnið á trøllinum
og fekk vald á tí. Í einari føroyskari vísu um hesa
halgisøgu verður m.a. sungið:
Grát ikki, grát ikki lítil kind,
í morgin kemur faðir tín Finn
bæði við sól og mána
og eygunum í Lavras í Lund.
Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi.
Leygarkvøldið 7.
august var eitt heilt
serligt kvøld í
føroyskari
tónleikasøgu, tá ein
av heimsins mætastu
operasangarinnum,
Kiri Te Kanawa, sang
fyri fullsettum sali í
Norðurlandahúsinum
ORÐ OG MYNDIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi,
at vit í Føroyum fáa vitjan
av heimskendum persón-
um. Men tey, sum leygar-
kvøldið vóru til konsertina
hjá Kiri Te Kanawa í Norð-
urlandahúsinum, upplivdu
hæddarpunktið í skránni
hjá Listastevnu Føroya
2004, tá heimskenda sang-
kvinnan bergtók áhoyrar-
arnar við síni avbera vøkru
sopranrødd.
Fyri nógv av teimum,
sum sjálvi syngja, man Kiri
Te Kanawa vera ein av
stóru fyrimyndunum.
Navnframi klaverspælar-
in Julian Reynolds og Kiri
Te
Kanawa
framførdu
meistarliga og harmoner-
aðu sera væl. Julian Reyn-
olds, sum í mong ár hevur
samstarvað við Kiri, er
føddur í London og býr í
Spanien, hann er giftur við
eini operasangarindu.
60 ára gamla Kiri Te
Kanawa hevur eina fantast-
iska rødd, hon skifti skjótt
millum lágar og heilt høgar
tónar, uttan at tað sást á
henni, hon virkaði full-
komiliga avslappað, og á
ein charmerandi hátt berg-
tók hon áhoyrarnar.
Hon sang úr verkum hjá
Handel, Vivaldi, Mozart,
Strauss, Berlioz og øðrum.
Kiri Te Kanawa setur stór
krøv til umhvørvið, sum
hýsir framførslum hennara.
Alt skal vera í besta standi,
ljóðgóðskan í salinum skal
vera perfekt. Eingin skal
kunna siga, at sangfram-
førslurnar
kundu
verið
betri.
Norðurlandahúsið
livdi fult upp til hesi krøv.
Sangkvinnan er fødd í
Ný Sælandi í 1944. Sum 20
ára gomul hevði hon longu
vunnið fleiri virðislønir í
heimlandinum, men stóra
gjøgnumbrotið kom fyrst í
70-unum, nøkur ár eftir at
hon var flutt til London, har
hon fekk stjørnustatus sum
sangari á Royal Opera
House, Covent Garden.
Hon sang t.d. í St. Paul´s
dómkirkjuni í 1981, tá
Charles krúnprinsur og
Diana
prinsessa
vórðu
vígd.
Í ferðalagnum, sum kom
til Føroya fríggjadagin og
fór av landinum sunnudag-
in, vóru umframt Kiri Te
Kanawa og klaverspælarin
Julian Reynolds, Susanne
Kristiansen úr Danmark og
Nick Grace sum vanliga er
tourmanager hjá stórum
musikalum í London. Tey
vóru øll sera væl nøgd við
túrin í Føroyum.
Kiri Te Kanawa:
Konsert í heimsklassa
á listastevnuni
Kiri Te Kanawa á veg út úr
Norðurlandahúsinum saman
við ferðaleiðaranum Nick
Grace eftir konsertina
leygarkvøldið. Her takkar 12
ára gamla havnargentan
Maria Heinesen henni fyri
konsertina
12 ára gamla Maria Heinesen, sum sjálv spælir violin, var ein av teimum heilt fáu, sum fingu
høvi at heilsa upp á heimskendu sangkvinnuna. Her er Maria saman við foreldrunum Jakku og
Káru Heinesen
Privatbilførarin Ole Valle syrgdi fyri tryggum flutningi av
heimskendu sangkvinnuni, meðan hon var í Føroyum
Okkara heimligu sangstjørnur Gunnvør Poulsen, Joanna Johansen og Berghild Poulsen, sum allar
syngja við í Havnarkórinum og Tarira, hjá Sunleifi Rasmussen og Ólavi Hátún, søgdu, at
konsertin var allar pengarnar verd
Brøðurnir Ólavur og Jóannes á Váli, sum báðir fáast nógv við
sang og tónleik, vóru væl nøgdir við konsertina
Ein onnur kend sangrødd,
Kári av Reyni, segði eftir
konsertina, at hetta var ein av
hansara størstu sanguppliv-
ingum – ein ógloymandi
konsert
C
M
Y
K
13
12