Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2004 15 Føroyarutan riggar ikki saman við broytta virkishátti- num hjá Maersk Air. Sølu- og marknaðar- leiðarin sær lítið í vegin fyri, at eitt ann- að flogfelag byrjar at flúgva til Føroya FLOGFERÐSLA Hans Kárason Mikkelsen & Heri á Rógvi Sum tað stóð at lesa í Sosi- alinum leygardagin, so er arbeiðið at frígera prísáset- ingina á Føroya-rutunum sett í verk. Tað verður tó valla í morgin, at føroying- ar fara at uppliva ein koll- veltandi politikk á flog- ferðsluøkinum. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í loftferðslumálum, met- ir, at tað fara at ganga eini tvey ár, áðrenn ætlanin verður veruleiki. Anna Von Glasow, sølu- og marknaðarleiðari hjá Maersk Air, fjalir ikki útyv- ir, at stirvna skipanin við prísásetingum á Føroya- rutunum spælir ein stóran, og kanska avgerandi, leik- lut í sambandi við avgerð- ina at gevast at flúgva til Føroya. - Við verandi skipan ganga tretivu dagar hvørja ferð, vit ætlað at broyta prísin til vit fáa loyvi. Við okkara nýggja bíleggingar- hátti riggar hetta ógvuliga illa, sigur Anna Von Glas- ow. Hon kann ikki svara fyri vist, um Maersk Air hevði valt at verið verandi um so var, at prísásetingin í Før- oyum var sum í ES-londun- um, har tað er frítt at áseta prísin frá degi til dags. Í juni varð Vinnumála- ráðið kunnað um eina um- sókn, ið danski myndug- leikin á økinum, Trafik- ministeriet, hevði fingið um at loyva flótandi prís- áseting í Føroyum. Tað vildi merkt, at flogfeløgini av sínum eintingum kunna bjóða dýrari og bílígari ferðaseðlar - uttan at venda sær til myndugleikarnar áðrenn. Hendan umsóknin vildi fingið viðmæli frá Vinnumálaráðnum, men hon var ikki liðug viðgjørd, tá Maersk-Air almanna- kunngjørdi, at felagið gavst at flúgva til Føroya. Maersk Air nýtir á øðrum rutum eina skipan, tey rópa fyri "Fly as you like", har prísirnir eru ymiskir alt eftir nær tú bíleggur, og hvussu nógv pláss í flog- farinum, tær tørvar. Tað hevur ljóðað, at Maersk Air hevur sent eina umsókn um nýta sama kon- sept á Føroya-rutunum sum á øðrum rutum hjá flog- felagnum, men eingin tílík umsókn er send. - Tað nyttar einki at senda eina tílíka umsókn, tá ið vit framvegis skulu søkja hvørja ferð, vit ynskja at broyta prísin, sigur Anna Von Glasow. Ber til hjá øðrum Við drúgvu royndunum, ið Maersk-Air hevur gjørt sær í Føroyum, og sterku støð- uni hjá Atlantic Airways millum Føroyar, kann tað lættliga tykjast trupult hjá øðrum flogfeløgum at royna seg á Føroya-rutun- um. Men Anna Von Glasow heldur tað vera góðar møguleikar fyri, at eitt ann- að flogfelag fær áhuga fyri at royna seg á Føroya-rut- unum. - Tað krevur sjálvandi nakrar serligar flúgvarar og vitan. Men tað eiga onnur flogfeløg eisini, og eg kann lættliga ímynda mær, at onnur flogfeløg vildi havt áhuga fyri Føroyum, sigur Anna Von Glasow. Tann "stutta" flogbreytin í Vágum hevur eisini spælt ein lítlan leiklut í avgerðini, tá ið tað ikki riggar so væl hjá Maersk Air at lenda við teirra størru flogførum í Føroyum. - Tað er altíð trupult, tá flogbreytin er stutt sum tann í Føroyum. Tað er ein fíggjarligur spurningur fyri eitt flogfelag, tá tú bert kann nýta eitt ella nøkur fá sløg av flogførum at flúgva við, sigur Anna Von Glas- ow. Maersk Air: Skipanin er ov stirvin Tíðin er farin frá samstarvinum millum Maersk Air og Føroya- rutunum. Tað var bíligari hjá einum norskum skótaliði at fara til Føroya enn at ferðast í egnum landi. Og tað angraðu tey ikki FERÐING Heri á Rógvi, heri@sosialurin.fo Øvstun Speidergruppe úr Bergen kundi í ár halda 50 ára stovningardagur. Hetta skal sum vera man hátíðar- haldast. Norsku skótarnir gjørdu av, at hátíðarhaldið skuldi vera ein ferð til Før- oya. Tað var bíligari fyri tey at fara til Føroya enn at fara eystur Noreg. Ein av orsøk- unum er bólkaavslátturin við Norrønu. Eisini er væl bíligari at keypa matvørur í Føroyum. Norska skótaliðið taldi 33 skótar. Frá 10 til 25 ár. Steðgurin gjørdist frá mikudag til sunnudag, men tey vóru heilt ótrúliga væl nøgd við allan túrin. Ikki minst vóru tey heppin við veðrinum. Til Eiðis og Selatrað Skótarnir úr Bergen komu á Havnina ólavsøkuaftan við Norrønu og fóru avstað mánamorgun við Norrønu. Tey búðu á Skótadeplinum á Selatrað. Ólavsøkuaftan vóru tey í Havn; ólavsøku- morgun við bátunum hjá Palla Lamhauge til Eiðis og so síðani til Gjáar og Funn- ings og aftur á Selatrað við Kjartan Dalsgaard sum ferðaleiðara. Fríggjadagin og leygar- dagin nýttu tey til skóta- legu. Tey vóru á floti við bátum av Seðlatrað og grillaðu fongin um kvøldið. Sunnumorgunin var farið í kirkju á Selatrað, har deknurin las lestur á donsk- um. Skótaliðið úr Bergen let- ur heilsa øllum teimum nógvum hjálpsomu fólkun- um, tey hittu í Føroyum. Heldur til Føroya enn til Norra 15 14 Nr. 149 - 10. august 2004 UMMÆLI Kim Simonsen Paprika Steen kenna vit sum ein dugnaligan sjón- leikara í filmum sum »Fes- ten«, »Den eneste ene«, og fleiri ferð um árið síggja vit hana spæla við í onkrum nýggjum donskum filmi. Paprika Steen er sjálv ein stórur filmelskari, og nú hevur hon nú gjørt sín fyrsta film »Lad de små børn«. Leikritið er skrivað av kenda Kim Fupz Aake- son (Den eneste ene, Okay, Forbrydelser). Sjálv hevur hon spælt í filmum hjá Lars von Trier, Thomas Vinter- berg og Susanne Bier. Pap- rika Steen er við í nýggju bylgjuni innan danskan film. Við í filminum hjá Pap- rika Steen eru kendir leik- arar sum Søren Pilmark, Sofie Gråbøl, Karen-Lise Mynster og svenska Lene Endre. Vit síggja ofta hesi fólk í donskum skemtifilm- um, men »Lad de små børn« er eingin skemtifilm- ur. Pilmark kenna vit frá m.a. »Riget«, »Blinkenede lygter«, »Rembrandt« og »De skrigende halse«. So- fie Gråbøl spældi Tove Dit- levsen í »Barndommens Gade«, »De skrigende halse«, »Den eneste ene«, seinast er hon kend frá »Nicolaj og Julie«. Karen- Lise Mynster kenna vit frá Matador, sum bankadaman, ið gjørdist við barn við tí fína og snobbuta Direktør Varnes. Seinni hevur hin havt eina rættiliga stóra framgongd sum sjónleikari og sangari. Hon gjørdi fyri nøkrum árum síðani ein eina- manssangleik um Tove Dit- levsen, ið var sera væl fagnaður. Paprika Steen hevur fingið alt upp í hendurnar, góðar leikarar skrivað av einum av gulldreingjunum innan film í Danmark, men sætt at siga er hon ein dugnaligari sjónleikari enn leikstjóri. »Lad de små børn« viðger eitt sera tungt evni og er ein toluliga góður filmur, men einki meistaraverk. Eftir vanlukkuna Temaið, ið hesin filmurin viðger, hvussu foreldrini koma víðari í lívinum, tá tey hava mist eitt barn. Húsameklarin Annette (Karen-Lise Mynster) er farin at drekka nakað illa, eftir at hon kom at koyra á gentuna, men hon hevði onga skyld í vanlukkuni. Gentan var dóttir arkitektin Claes (Michael Birkkjær) og Britt (Sofie Gråbøl). Claes syrgir so ógvusligt, at arbeiðið sum arkitektur gevir onga meining fyri longur. Hann skeldast ofta við kundarnar. At enda bið- ur vinurin og stjórin hjá honum Niels hann um at fara í orlov. Claes tímir enn ikki at siga konuni frá, hvussu ringt hann hevur tað. Hann er farin at briksla henni, at hon hevur tað so gott sum hon hevur tað. Konan hjá Claes viðger sorgina á ein annan máta, hon er sosialráðgevi og fær ein alt ov stóran stóran áhuga í ungari einligari mammu og barninum hjá henni. Tá sorgin sorar lívið Fyri Claes fyllir sorgin alt. Hann heldur við eitt øll verða grunn og tápulig. Alt melur seg um sorgina, og hann dugir ikki at liva long- ur, tí hann er bittur og óður inn á sjálvt lívið. Serliga týðuligt kemur hetta fram í mun til vinin Niels og kon- una hjá honum, ið eru eydnurík. Niels dugir hin vegin heldur ikki at tosa við Claes, hetta skapar eina stóra kreppu í vinarlagi- num. Júst hetta er sera rea- listiskt, tí tað eru ikki nógv fólk, ið megna at rúma óendaliga sorg og ikki nógv duga at hjálpa øðrum á lívsins royndarstundum. Eitt er vist, at Claes gerst aldrin hin sami aftur. Konan Britt er á ein máta sterkari, hon vil hava eitt annað barn við Claes, men hann livir í einari aðrari verð. Hetta er stundum ein álvarsligur filmur, ið at enda snýr seg um eitt kær- leiksviðurskifti millum tvey, ið syrgja eitt oyði- leggjandi tap, men kemur teirra hjúnarband at tola hetta? Megna tey at bróta einsemið, ið ofta trívist, sjálvt um fólk eru gift. Duga tey at tosa saman um hvat er hent? Filmurin minnir um »Elsker dig for evigt« og hevur sama tematik, sum filmir eftir Pedro Aldo- móar, men er langt frá so góður. Eg hugsaði eisini mangan um Bergmann og filmir sum »Scener fra et ægteskab«, munurin var tó, at hesi fólkini tosa ikki so nógv sum Liv Ullmann og Erland Josephson. Her hava vit tað perfekta hjúnarlagið, við eitt er alt sorlað sundur. Hetta kann minna okkum um at stutt er millum lukku og sorg, kærleika og beiskleika. Kinverjar hava sama tekn fyri kreppur sum fyri menning. Sjálvandi er tað ongantíð mennandi at missa eitt barn, men onk- unsvegna er neyðugt at læra at liva víðari. Lívið er fylt við kreppum, stórum og smáum. Ein klókur maður segði, at tað eru okkara evni at takla kreppur, ið avger, hvussu lív okkara eydnast í longdini. Tað ringasta lagnan ein persónur, ið hevur mist eitt arbeiði ella hvørs giftarmál er farið í søguna, kann fáa, er at sita fastur í beiskleikanum, í sjálvmiskunn og nostalgi. Kreppur endurføða okk- um sum nøkur onnur enn tey vit vóru einaferð, ella hildu okkum vera. Summi verða kálvfødd og koma bert hálv gjøgnum stórar broytingar í lívinum. Kin- verjar siga, at tað broyting- arvindar blæsa, er tað fólk, ið byggja skýli og onnur byggja vindmyllur. Tá stór- ir sorgarleikir henda okkara næsta, ella okkum sjálvum, skulu vit hjálpa teimum og okkum sjálvum. Tað ring- asta vit gera er, sum Niels og konan, at royna at lata sum um einki er hent. Latum børnini Lad de små børn Danmark, 2004, 104 min. Havnar Bio, Bio 2, 16.30 Týsdagin 10. august - hósdagin 12 august. FAKTA C M Y K 14