týsdagur 10. august 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 149 - 10. august 2004
Nr. 149 - 10. august 2004
17
Tórbjørn Jacobsen
setti Ovastevnuna í
Nólsoya leygardagin
OVASTEVNA
Ttórbjørn Jacobsen
Dagarnir eru farnir at stytt-
ast. Kappróðurin, rúsurin
og sosiala samveran á
summarstevnunum
løgd
aftur um bak á hesum sinni,
nú tað líkasum verður tikið
samanum her úti í Nólsoy,
tá ið bygdarfólkið, avstaðs-
fólk og ein armada av bát-
um, í ein sólarring, hevur
verið ávegis av Eiði til hesa
stevnu, sum nólsoyingar
hava skipað til minnis um
ein av bygdarinnar stóru
synum, Ova Joensen. Mað-
urin, ið framdi bragdið,
sum ongin hevði gjørt und-
an honum, og sum helst
ongin kemur at gera eftir
hann. Við berari vøddamegi
at flyta seg sjálvan úr heim-
landinum til høvuðsborg
ríkisins í stórsta listarverki
føroyingar nakrantíð hava
skapað, føroyska bátinum.
Kom við skipi til Keyp-
mannahavnar hetta sama
kvøldið, stutt eftir at Ovi
hevði kyst havfrúnna, og
megin í róminum duldi
ikki, at hetta einmans-
bragdið var søguligt. Tí er
hetta ein vakur varði hans-
ara bygdarmenn hava laðað
um minni mansins, sum fór
heim á tær ævigu veiðiakr-
arnar, ígjøgnum hitt váta
elementið, stutt eftir tað,
sum kundi verið byrjanin til
ein føroyskan Thor Heyer-
dal, eina legendu á heims-
høvunum.
Vit eru mangir sum hava
miða okkum eftir fýrinum á
Borðini. Táið komið var til
lands av longum leiðum,
táið leiðin lá til havs aftur
og hesi endaleysu kvøldini
táið ein hevur vála kring
um í havnargøtum. Litterat-
arnir tóku hann eisini til
sín. Tornið við heimsins
enda, sum stjørnuskaldið
undir Varða rópti hann. So-
leiðis gjørdist hesin magn-
fulli viti alkendur í heimi,
og nú hoyrdu vit í útvarpi-
num, at Oddvør fekk heið-
ursløn fyri skaldsøguna Se-
bastians Hús, harið krum-
tappurin er Borðan og hesi
húsini, sum hon flytur hað-
ani og inn í høvuðsstaðin.
Og her heima er fýrurin
ivaleyst best kendur frá vís-
uni hjá Jóan Peturi, harið
ungdómarnr vála omaneftir
og niðaneftir í havnargøtum
og harið teir, ið so víða
hava farið, so lagaliga
snakka fljóðini upp í lag
ímeðan fýrurin á Borðini
brestur í eyguni og vakir
yvir teirra gerðarmálum.
Men fýrurin á Borðuni er
ikki so einsamallur á oynni,
sum hann tykist vera tað
eina
myrka
vetrarnátt.
Nólsoyarbygd hevur fostr-
að eitt meingið av fýrum,
ella vitum, ið røkka hátt
upp í vitskuni hjá øllum
føroyingum. Menn ið hava
flutt mørk til landsins
frama. Ovi er ein av teim-
um. Taki aftur íaftur aðrar í
ferðini.
Tjóðarhátíðin fór aftur-
við í vikuni, sum fór. Ólav-
svøkan. Hetta klimaksið, ið
onkursvegna hitar politiska
kroppin í føroyinginum, og
fær hann at síggja sjónir, ið
bara eru til í ørandi fepuri.
Prædikan hjá hvalvíkar-
presti, einum fyrrverandi
húsahávi úr Thy, gjørdist
meira enn eitt intermezzo
ímillum løgmansins, og
harvið samgongunar, polit-
iska vælsignilsið fyri teim-
um samkyndu í Grasagarði
og sjálva løgmansrøðuna í
løgtinginum.
Onkur spurdi hví natio-
nalistarnir ikki rýmdu úr
kirkjuni hendan dagin, tá ið
Mogens Tilsted Christen-
sen gav ríkisfelagsskapi-
num eitt rættiligt riddara-
slag í dómkirkjuni á sjálv-
ari tjóðarhátíðini. Ongar or-
søkir vóru fyri tí. Á ein hátt
er hetta besta ólavsvøku-
prædikan, ið nakrantíð er
hildin. Maðurin skar bara
út í papp, hvør ið politiska
støðan hjá Føroyum er í
heimssamfelagnum. Sum
eitt av hjálondunum, ið eft-
iri eru, í danska imperi-
inum.
Maðurin
tosaði
danskt í eini danskari fólka-
kirkju. Tað var nú ikki
meira enn rímiligt. Bað fyri
ríkisfelagsskapinum áðrenn
hann bað fyri Føroyum.
Fyri
kongshúsi,
stjórn,
ríkisumboðsmanni
og
fólkatingi áðrenn hann bað
fyri landsstýri og løgtingi
og fekk onkursvegna mana
hesar 32 tingmenninar og 7
landsstýrismenninar fram
sum gekkar í einum tragi-
komiskum donskum teatri.
Hesir, ið erpnir sum hanar
vóru komnir, við sjógv á
baki, til Havnar, tí at teir
hildu seg umboða evsta
vald landsins, Løgtingið,
og hitt útinnandi valdið,
Føroya Landsstýrið. Og tá
ið hann so segði hesi væl-
signað val valdu orðini:
Lad os f.eks. forestille os,
at dronning Margrethe var
til gudstjeneste her i kirken
i dag. Måske ville hun så
sidde i en særlig stol skjult
for jer i kirken, men alene
bevidstheden om hendes
tilstedeværelse ville afgjort
kaste glans over gudstjen-
esten. Dronningens herlig-
hed smitter af og stråler ud
i rumme som omfatter os,
der er til stede. Således er
også Guds herlighed, tá
mundu fá eygu í hjálandi-
num vera turr, hjørtuni í
teimum flestu ganga kyk og
automatisku sjuntarnir á
blóðtrýstunum geara seg
uppeftir í allari herligheit-
ini. Ikki sørt at hetta gav
onkrum assosiatiónir aftur
til tey gomlu samfeløgini í
Egyptalandi, Mesopotam-
ien, Kina, hjá aztekarunum
og inkarunum, í hinum pre-
colombianska Amerika og í
afrikanskum kongsríkjum
harið dekretir og diktatir
vórðu varpaði niður yvir
fólkið frá einaveldisharr-
um, traditiónum og presta-
skapinum, ið søgdu seg
vera staðgongumenn guð-
anna, tíðin áðrenn grikkar
fóru undir at fjasast við hin
revolutionera tankan um at
koppa pyramiduni á, og
geva fólkinum ræði á sam-
feløgunum, sum tey áttu og
búleikaðust í. Ein leiklutur
sum føroyska fólkið enn
ikki hevur átikið sær. Eigur
á. Eitt løgið konsept má tað
sigast at vera, at hitt danska
demokratiið hevur sama
leiklut í Føroyum, sum
faroarnir høvdu í Egypta-
landi fyri túsundum av ár-
um síðani.
Og tá ið so løgmaður løtu
seinri hevði tikið sær mót
til at røða fyri øðrum enn
teimum sum møttu í Grasa-
garði kvøldið fyri, og boð-
aði frá, at føroyska skútan
var løgd fyri íla í tryggari
danskari havn, og varð
liggjandi har í nøkur ár
frameftir, tóktist alt at vera
fullkomið. Geistligheitin
og politiska valdið vóru
gingin upp í eina hægri
eind. Ein hevði varhugan
av, at ekvivalensur var
ímillum heilamegina hjá
teimum báðum Mogensi og
Jóannesi, alt í ríkisins tæn-
astu. Og nú liggja vit har.
Tað guvar sáttliga úr royk-
hanusi frammi á hvalabaki-
num. Eitt havnaagregat
gongur bara, fyri at ljósini
ikki skula slókna. Onki er
so víst sum tað, at tjóðskap-
armenninir í Føroyum fáa
úr at gera í komandi árum.
Men ongin megnar at
forða
tjóðarbyggingini.
Leiðini fram til sjálvræði.
Heldur ikki í Føroyum. Og
nólsoyingar hava ikki stað-
ið í aftastu røð í so máta.
Sum Pløyen amtmaður sig-
ur í Grindavísuni: "Nols-
inger kan man lide på, de
tiden ej monne spilde.
Udgik at holde til fjelds de
gå, og det både årle og
silde."
Ein av landsins stóru syn-
um vaks upp í bygdini.
Nólsoyar Páll. Fyri tveim-
um døgum síðani vóru tað
200 ár síðani Royndin Fríða
fór av bakkastokki suðuri á
Fløtuni Fríðu í Vági. Fyrsta
havgangandi far í nýggjari
tíð sum var smíða í Føroy-
um. Og ein liður í bardaga-
num hjá Pálli at menna kor-
ini hjá føroyingum. Tað
skula heilt serlig evni, dirv-
ið og áræðið til at ganga
ímóti eini fastlæstari skipan
og eini massivari yvirmakt
soleiðis sum hesin nólsoy-
ingurin gjørdi tað, og tó at
hann lítið og onki fekk
burturúr sínum átøkum
sjálvur, so flutti hann nakr-
ar markapelar og gørdist
ein lýsandi kyndil fyri
komandi ættalið, líka fram
til okkara dagar.
Vandin í at nevna nøvn er
gloymskan um onkran odd-
vita sum basti øllum mót-
gangi. Vann framá og slóð-
aði ræsur fyri føroysku
tjóðina. Men Tróndur á
Malarenda var ein fínur
skribentur, ídag kanska best
kendur fyri vísuna: Í Gøtu
ein dag, sum hann yrkti til
lagið: Velkommen igen, du
Danmarks Fiende og hin
vakra
sangin:
Her
er
dámligt í Føroyum um
krossmessutíð. Og hóast
hann mesta partin av lívi-
num var útlagin, so misti
hann ikki stevið og sam-
leikin, tíansheldur málsliga
førleikan og tað sigst at
hann onkuntíð var megin-
skaldinum,
fræga
mál-
manninum, Janusi Djur-
huus, hollur vegleiðari í
málsligum spurningum.
Ein
maður
sum
vit
hoyrdu nógv um í mínum
ungu døgum var fuglamað-
urin og útstapparin Niels á
Botni. Eisini eitt serligt
fyribrigdið í Føroyum. Ein
maður sum víðkaði mørk-
ini og gjørdi oyggjarnar
kendar úti í heimi.
Maria Eide, dygg í ment-
an, legði væl eftir seg og
ein tann besti málarin sum
tjóðin hevur fostrað mundi
vera slektaður hiðani og
hevur við sínum pensla-
strokum lýst oynna, sum
ongin annar kann gera tað.
Steffan Danielsen. Unikk-
ur. Minnist hann frá skúla-
árunum í Havn í sjeytiárun-
um. Tað sást á meðferðini,
gongulagnum, bráðnum, at
hetta var ein av teimum
stóru orginalunum, sagt í
lívsins bestu merking. Tað
skal vera mín vón at góðar
kreftir taka seg saman og
smíða ein listaskála her úti í
Nólsoy, soleiðis at máln-
ingarnir hjá Stefani, hópur
av teimum standa uppi hjá
Emil veit eg, fáa tað heið-
urspláss ið teir hava uppi-
borið. Samstundis kundi
hetta verið ein magnet í eini
blómandi ferðafólkavinnu,
sum hendan oyggin av øll-
um, eigur at fáa sín stóra lut
í. Og nú eg nevndi Emil.
Emil Juul Thomsen. So má
eg bara staðfesta, at tað er
bara ein Emil. Harvið er
hann eisini ein av hesum
positivu orginalunum, sum
meira enn teir flestu hava
lagt lunnar undir føroysku
tjóðina. Hansara verk er al-
kent víða um lond. Tað er
ikki meira enn at hann
knógvar undir allari tí virð-
ing og tí heiðuri, sum fróð-
armenn og setur og landa-
stjórnir havi latið honum í
fremmandum
londum.
Meiri striltið hevur gingist í
Føroyum, her sum øvundin
liggur meira trá enn aðra-
staðir. Men umsíðir tók
Føroya Løgting seg saman,
fyri fáum mánaðum síðani,
og veitti honum tann heið-
ur, ið hann meira enn nakar
hevði uppibornan. Ein úr-
mælingur, hvørs lívsverk er
skapað av alski til føroyskt
mál og til ta føroysku tjóð-
ina, tí man tað kennast sum
brennandi svullur hjá hes-
um hugdjarva manni at
prædika verður aftur á
donskum
í
føroyskum
kirkjum, at sjónvarpsleiðsl-
an
ætlaði
at
umskipa
landsrásina til ein danskan
fylgisvein og fyri alt tað, at
samgongan hevur lagt tjóð-
skaparskútuna fyri íla aftur
í tryggari danskari havn.
Nólsoyggin er fyritreytin
fyri at høvuðsstaðurin er
har, ið hann er. Nú verður
alt ein kommuna. Og fólka-
talið sær út til at halda
stand, eitt sjaldsamt fyri-
brigdið á útoyggj ídag. Men
her eitt ríkt lív. Ímillum
menniskju, í bø, haga,
bjørgum og á sjógvi. Oygg-
in hevur fostrað eitt ótal av
góðum sjófólki og hesi
seinastu árini tykist tað sum
um, at hon er vorðin eitt
slag av einum metropoli,
einum slaraffenlandi, hjá
evnaligum
tónleikarum.
Her fáa teir íblástur. Sang-
arar, guitaristar, trummu-
sláarar og keyboardspælar-
ar. Og tað frættist, at bygd-
in er á tremur av dugnalig-
um kjallaraorkestrum, sum
vit helst fara at hoyra meira
til í framtíðini.
Tað sigst at tað onga-
staðni í landinum eru so
nógvir orginalar sum í
Nólsoy. Uppá seg. Og tað
er gott. Tann dagin orginal-
arnir doyggja út í Føroyum,
tá verður gerandisdagurin
tristur, gráur og tungur at
koma ígjøgnum. Kopiini
fylgja bara tropp, flyta ikki
mørk eins og orginalarnir,
nakað sum er neyðugt skal
samfelagið mennast. Tí
mega vit ansa eftir at
vøggustovu- & barnagarðs-
kultururin ikki gerst ein
mainstream íðnaður harið
alt kemur útaftur í hinum
endanum
við
einum
nummaspjaldrið á ryggi-
num og ongum serligum
frábrigdum. Og tit mega
svørja eið við allar aðrar
føroyingar, at tit ongantíð
sleppa hesi fantastisku dia-
lektini, sum er so lívgev-
andi, og sum gevur sjálvt
eini rockfløgu hjá Moirae
eina serliga dimensión,
hugsi serliga um hin vakra
sangin Lognbrá, harið Kim
í besta Elton John stíli
syngur um malar"grauti",
ímeðan fingrarnir so smeð-
ið og lættliga fúka eftir
klaviaturinum.
Nólsoyingurin vann ikki
føroymeistaraheitið í kapp-
róðri í ár. Tíanverri. Næst
eftir Eysturoyinginum havi
eg altíð hildið við 10-
mannafarinum hiðani. Og
tað kemur ikki av ongum.
Tí man eg vera boðin higar
ídag. Ein partur av blóði-
num kemur hiðani. Men
hegnið og eygamálið hjá
oldurabbanum fall mær
ikki í lut. Eri sum kúgv í
trappu tá ið tað kemur til
handverk. Men hendurnar á
Jóhan í Garði mundu liggja
nakað væl á takinum.
Skyldmaðurin Hans Pauli í
Hvannasundi,
sum
var
abbasonur hansara, sigur í
endurminningum sínum, at
nólsoyingar søgdu honum,
at okkara felags forfaðir
skuldi smíða omanfyri 900
bátar tilsamans. Tá ið hann
var 97 ára gamal helt hann
seg hava arbeitt nóg mikið
og legði seg upp í lokrekkj-
una at doyggja. Mettur av
døgum. Hann var giftur við
Suffíu
Augustinusdatter
undan Gøtueiði, sum Vi-
derø sigur um í Eysturoyar
Saga, at tá ið hon á Jóan-
svøku fór niðan á Støðla-
fjall at dansa, tá hekk
mykja uppi í klæðum henn-
ara. Hon hevði svá skunda
sær í fjósinum at mjólka og
sópa til tess at fáa hini aft-
ur. Og dansurin, føroyski
dansurin, hevur eisini sína
serligu søgu í Nólsoy.
Borðin
fram
ígjøgnum
ættarliðini. Hesin dýrur
arvur. Meginsúlan undir tí
málsliga førleika, sum er
lívæðrin í samleikanum, ið
ger, at menniskju yvirhøvur
búgva og virka í hesum
landinum, eisini her úti í
Nólsoy.
Tá ið oldurabbin var
komin nakað væl upp í
árini sendi Jóannes Bóndi
honum hesa yrkingina, ella
heilsanina, sum hann sjálv-
ur hevði sett saman:
Skeggið gránar,
sjónin viknar,
kropna kongar,
holdið bliknar,
enn er tú tó
kappin hin rammi.
Frá tí tú seym
á høvdið slóg,
frá tí tú knív úr slíðra dróg,
stóðst tú
í bátssmíði frammi.
Meistari var tú
av øllum í vali,
bátar tú smíddi
í hundrað tali,
hvør bar av øðrum betri.
Nú kvøði eg
tær heiðursljóð,
fyri títt verk takkar
Føroya tjóð,
Nú ævin tín
stundar mót vetri.
Sonur Jóhan, langabbi mín,
Poul Niklái Danielsen, sum
eisini var bátasmiður og
harumframt skipari, út-
gerðarmaður og hevði sín
egna skiparaskúla, flutti inn
á Skálafjørðin at búgva og
soleiðis kom slektin innaft-
ur tann vegin.
Havi nevnt nakrar vitar,
sum
Nólsoyggin
hevur
fostrað, og teir eru uppaftur
fleiri, sum hava verið slóð-
arar og hava verið við til at
lyft og ment tjóðina fram til
tað, sum hon er ídag. Ovi er
farin, men bragdið hann
framdi á føroyskum kjøli
verður ongantíð gloymt. Tí
er tað tykkum ein heiður, at
skipað verður fyri hesum
átakið, ið kann menna
trivnaðin hjá bygdarinnar
ungdómum. Soleiðis at teir
mennast til mans og kunna
gera Føroyar til ein kapp-
ingarføran part í tí pulser-
andi alheimi sum sýgur alt
lív at sær. Vitin á Borðini
verður eisini standandi,
men hann er ikki tornið við
heimsins enda sum William
Heinesen fabuleraði um í
sínum barnaárum, hann er
bara fráfaringarrampan út í
ein stóran heim, sum
kanska stendur og bíðar eft-
ir uppgerðini við faraoarar-
nar í Keypmannahavn og
eftir at veruligt fólkaræði
verður skipað í landinum -
á føroyskum grundvølli
sjálvandi. Alt annað eru
and- & tvørsagnir, ið ikki
hilnast og sum ongi beitis-
rættindi eiga. Hvørki her
ella aðrastaðir. Hervið er
Ovastevnan 2004 sett.
Fýrurin á Borðuni
og fýrarnir í Nólsoy
C
M
Y
K
17
16