Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 149 - 10. august 2004 Nr. 149 - 10. august 2004 19 Hósvíkar Róðrarfelag leveraði eitt spek- takulert show av bátum umframt eina rimmar veitslu REGATTA 2004 Tá 800 føroyingar í einari konvoy upp á 150-200 bátar sigla av Eiði suður millum Sundini og til Hósvíkar, fyri har at steðga á og halda veitslu áðrenn tey dagin eftir halda leiðina fram til Ovastevnu í Nólsoy -- tá merkist tað. Regattan hjá Hósvíkar Róðrarfelag kann ikki kallast annað enn eitt megnar tiltak, ið bæði savnar og vekur ans. Tú kennir mergin í okkara mentan. Fyri summi var tað alsamt vaksandi árliga tiltakið ein hugnalig familjuútferð, fyri onnur ein rimmar veitslu- túrur, fyri aftur onnur júst tað tað var: eitt mega báta- show. Stemningurin lýsti av andlitunum á luttakarunum, tá lagt varð frá landi úr Hósvík stutt aftan á middag leyg- ardagin. Hetta var aftan á eitt lívligt fríggjakvøld við stórum blíðskapi frá hósvíkingum, ið bjóðaðu stóran døgurða í bygdarhúsinum, og eina nátt sum var gingin við bæði dansi og gaman. Tey sum ikki yvirnáttaðu hjá privatum í Hósvík ella umborð á báti, settu upp tjald. Tosa um rokan á fjørðinum. Og hetta var áðrenn bát- arnir komu til Nólsoyar á stevnu. Regattan rular C M Y K 19 18