týsdagur 10. august 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2004
21
Í Sosialinum miku-
dagin verður eitt ser-
blað um Summar
Festivalin 2004, har
lesast kann um bólk-
arnar og tað, sum
annars er á skránni
SUMMAR
FESTIVALUR
Blaðið verður 24 síður í
litum, og í tí eru greinar,
samrøður, skrá, upplýsing-
ar og annað um Summar
Festivalin, sum verður hild-
in í Klaksvík um viku-
skiftið.
Á Summar Festivalinum í
Klaksvík fara kend føroysk
og útlendsk nøvn at spæla.
Millum nøvnini eru Ken
Hensley, Boney M, Kjell
Samuelson, Frændur, Han-
us G. Johansen, Gunnar
Mikkelsen,
Hjarnar
og
Guðrun Sólja Jacobsen.
Eisini fara Ólavur Presley
and his Dirty Rag Rags at
gera comeback.
Nógv á skránni
Konsertir verða í Atlantis,
KÍ-høllini, á Vágsbøi og á
Sparikassapallinum.
Hóskvøldið hevur Pætur
við Keldu konsert í Atlan-
tis. Fríggjakvøldið verður
workshop við Ken Hensley
í Atlantis og dansur og kon-
sert í KÍ-høllini við millum
annað Gunnari Mikkelsen.
Leygardagurin er stóri
festivaldagurin við stórari
uttandurakonsert. Norðoya
Sparikassi bjóðar ókeypis
morgunmat leygarmorgun-
in millum kl. 10.00 og
12.00.
Frá kl. 15.00 verður
undirhald og tónleikur av
teimum báðum pallunum í
miðbýnum. Útikonsertin
endar um midnáttarleitið,
og aftaná verður dansur í
KÍ-høllini.
Sunnukvøldið kl. 20.30
verður gopselkonsert.
Í blaðnum um Summar
Festivalin, sum verður í
Sosialinum mikudagin, ber
til at lesa meira um bólk-
arnar og skránna.
RÍKISFUNDUR
Tíðindaskriv
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður og frú Anita eru í
dag farin til Grønlands á
Ríkisfund. Sjálvur Ríkis-
fundurin verður í mikudag-
in kl. 12.30 í Itilleq, sum er
føðibýurin hjá landsstýris-
formanninum Hans Enok-
sen.
Tað er eingin føst fund-
arskrá til Ríkisfundin. Van-
liga verður kunnað um bú-
skaparligu støðuna. Har-
umframt ætlar løgmaður at
umrøða flogvøllin, yvir-
tøkulógina, uttanríkispolit-
isku lógina og møguleik-
arnar at seta ein felags em-
bætismannabólk at kanna
ES-grundlógina og møgu-
lig árin hennara á støðu.
Blað um
Summar
Festivalin
Løgmaður á ríkisfund
21
20
Nr. 149 - 10. august 2004
Grovt herverk
– Vikuskiftið hevur verið nakað buldrasligt, sigur
vakthavandi á løgreglustøðini á Sandi.
– Eg vil kalla tað grovt herverk í Skopun náttina
millum fríggjadagin og leygardagin. Hetta tók nógva
tíð hjá løgregluni og var umfatandi, sigur vakthav-
andi.
Herverk varð framt á hús og ognir hjá kommununi
fyri tað mesta. Tað var serliga í skúlanum, at herverk
varð framt.
Tað almenna pisshúsið fekk harða viðferð, og
pisshúsið í skúlanum fekk somu viðferð. Talan var
um brot á hurðar og veggir.
– Hetta kemur at kosta einar 30-40.000 krónur,
vildi eg mett, sigur vakthavandi.
Talan er um fimm unglingar, sum eru í andglett-
inum fyri herverkið. Unglingarnir eru tiknir, av-
hoyrdir og skuldsettir. Løgreglan kannar ikki málið
longur.
-hkm
Ein viðmerking til
Jørgen Niclasen,
Torbjørn Jacobsen og
Jógvan á Lakjuni
Mikkjal Helmsdal
sjónvarpsstjóri
Tá Løgtingið í mai mánað
endaliga samtykti fíggjar-
lógina fyri í ár, avgjørdi tað
at taka burtur játtan sjón-
varpsins til tøkni, sum í
2003 var 3,5 milliónir krón-
ur. Við hesi minking í játt-
an stovnsins tók Løgtingið
innaftur 94% av tí hækkaða
sjónvarpsgjaldinum, sum
varð álagt hyggjarunum frá
1. januar 2003.
Sjónvarp Føroya vísti í
seinastu ársfrágreiðing síni
á, at um stovnurin fær 3,5
milliónir minni at arbeiða
við frameftir, so fer hetta at
merkja færri sendingar.
Stovnurin heitti tí á Løg-
tingið um at seta játtanina
til tøkni aftur á fíggjar-
lógina í 2005 fyri at sleppa
undan einum niðurskurði í
talinum av føroyskum sjón-
varpstímum.
Hesum venda løgtings-
menninir Torbjørn Jacob-
sen og Jørgen Niclasen og
landsstýrismaðurin Jógvan
á Lakjuni á høvdið í við-
merkingum í Sosialinum og
Útvarpi Føroya fríggjadag-
in tann 6. august. Allir
tríggir snara fráboðan sjón-
varpsins í ársfrágreiðingini
tann vegin, at SvF hevur
sagt seg kunna framleiða
minni fyri meira pening.
Og
leggja
samstundis
leiðslu stovnsins undir ikki
at megna at fáa nóg væl
burtur úr tí peningi, ið
sjónvarpið hevur at arbeiða
við.
Men pástandurin er bein-
leiðis ósannur. Sjónvarp
Føroya hevur ongantíð sagt
seg kunna framleiða minni
fyri meira pening. Bert víst
á, at um Løgtingið tekur 3,5
milliónir frá stovninum, so
má stovnurin minka virk-
semið tilsvarandi.
At snara fylgjunum av
sínum egnu gerðum móti
leiðslu sjónvarpsins er tí
heldur enn ikki jánkasligt,
serliga av Torbirni og
Jørgeni, sum báðir hava
atkvøtt fyri at avtaka játtan
sjónvarpsins til tøkni og
lata hyggjaran gjalda hesar
útreiðslur um hyggjara-
gjaldið.
Men
útsagnirnar
hjá
teimum trimum eru sjálv-
andi ikki tiknar úr leysum
lofti. Bert er bland komið í
hjá teimum. Ein almennur
fjølmiðlastjóri hevur nevni-
liga verið frammi og sagt,
at tað verða færri sendingar
fyri fleiri pengar. Tá kunn-
gjørt varð, at útvarpsgjaldið
hækkar við 100 kr. í ár,
segði útvarpsstjórin við
fjølmiðlarnar, at hetta fór at
merkja sparingar og møgu-
liga uppsøgnir og færri
sendingar. Tann sakliga
grundgevingin fyri hesum
var sjálvandi, at hækkingin
var ov lítil í mun til øktu
lønarútreiðslurnar
hjá
stovninum. Men hvat telja
sakligar grundgevingar, tá
ið
almennir
fjølmiðlar
verða viðgjørdir politiskt?
Løgtingið tók hyggjaragjaldið innaftur
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
20