týsdagur 10. august 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2004
23
Sjáldsama fáu áskoð-
ararnir vóru vitni til,
at B36 - eftir at teir
beinanvegin høvdu
gjørt sítt - ikki løgdu í
at ovbyrja seg, og so
sóu áskoðararnir, at
heimaliðið megnaði
ikki at lyfta seg úr
siropinum, sum teir
tykjast standa fastir í
KÍ-B36
Jóannes Hansen
Tað gongur, sum tað plagar,
og hesa ferð var talan
kanska um vánaligasta av-
rikið av øllum í hesum ári-
num. Heldur ikki ímóti B36
megnaði KÍ at gera mál, og
harvið var sjálvsagt eingin
møguleiki fyri, at teir
skuldu vinna.
Fyri fjórðu ferð á rað fór
B36 úr Klaksvík við øllum
stigunum. Teir fingu mál
beinanvegin. Jens Kristian
Hansen legði innfyri mið-
skeiðis av KÍ helvtini úr
vinstru, og tá ið misskiljing
í KÍ verjuni hevði við sær,
at bólturin ikki varð rudd-
aður av vegnum, takkaði
Egil á Bø, sum hesa ferð
var í B36 álopinum, fyri.
Hann setti krúllin undir
bóltin, sum fór í netið. Har-
við hevðí B36 lagt seg á
odda,
og
fyritreytirnar
styrknaðu hjá teimum at
verja um tað, sum teir
høvdu fingið.
Fyrr í summar tóktist
B36 vera á veg ímóti triva-
ligum sigri. Ta ferðina
sveik
konsentratiónin.
Klaksvíkingar fingu um
endan, spældu í 2. hálvleiki
sum leyvur, teir javnaðu til
2-2, og tað var um reppið,
at teir eisini fingu sigurs-
málið.
Hesa ferð var B36 í gás-
areygum bara frammanfyri
við einum máli. Men teir
vórðu ongantíð hóttir. Talan
var avgjørt ikki um meist-
araspæl, og spurningurin
fer altíð at vera ósvaraður,
hvussu tað hevði tørnað út,
um heimaliðið hevði verið
ført fyri at lagt B36 undir
sama trýstið, sum teir
gjørdu í Gundadali í øðrum
leikumfari.
KÍ liðið legði ikki B36
undir trýst. Tað megnaðu
teir ikki. Heldur ikki fram
ímóti dystarenda, tá ið
trivaliga áskoðarafjøldin í
Klaksvík plagar at bera sítt
lið fram til trýst og mál,
sum so plaga at bera stig
við sær. Hesa ferð vóru fót-
bóltslíkindini so góð, sum
tað kann ímyndast, at tey
kunnu vera. Men tað vóru
ikki fleiri klaksvíkingar,
enn tað plaga at vera leyg-
ardagar, tá ið teir næstbestu
spæla. Og teir, sum, hóast
vánaligu gongdina higartil í
ár, savnaðust á Eiðinum,
tóktust ikki trúgva uppá, at
teirra lið skuldi fáa fatur í
langa endanum. Heldur
ikki um áskoðararnir høvdu
stuðlað og borið.
Talan var ofta um langar
sendingar. Bólthaldarin hjá
KÍ hevði ongantíð nógvar
møguleikar at spæla. Teir
fluttu seg ikki nóg nógv og
skjótt. Tískil eru tað fáir,
sum bjóða seg fram, og so
verður talan oftast um lang-
ar sendingar. Jacob Bymar
og Erling Fles royndu, og
onkra ferðina var um repp-
ið, at teir gjørdust leysir.
B36 verjan hevði somu
manning, sum hon hevði
næstsíðst, tá ið vit vístu á,
at teir fýra - Allan Mørkøre,
Jóhannes
Joensen,
Pól
Thorsteinsson
og
Jens
Kristian Hansen - tilsaman
hava spælt knappiliga hálvt
annað hundrað landsdystir.
Og teir vóru ov rutineraðir
til at geva klaksvíkingunum
nakra ikki ætlaða og fram-
skundaða hundrað ára føð-
ingardagsgávu.
Magnus Poulsen var í
B36 málinum, og hann
hevði so at siga einki høvi
at vísa, hvør dugur tað er í
honum. Ta einu ferðina í 1.
hálvleiki
stútaði
Leon
Bjartalíð í tvørtræið og
uppum. Tað var einasta
ferðin, sum tað við einum
góðum vilja kundi tosast
um roynd móti B36 máli-
num.
At tað hevði verið linligt
og við ongum hugflogi í
fyrra umfarinum hevði við
sær, at KÍ venjarin beinan-
vegin eftir steðgin gav
tveimum av teimum, sum
høvdu verið á beinkinum,
møguleikan. Harley Bert-
holdsen loysti Jan Andrea-
sen av, og Arnhold Joensen
kom inn fyri Eyðun Klak-
stein. Men tað segði tað
sama hjá KÍ.
Overvaðu seg ikki
Merkisvert var tað, at B36
miðvøllurin var mannaður
við lutfalsliga óroyndum
spælarum. Burtursæð frá
brasiliumanninum var talan
um tríggjar spælarar, sum
eru uppvaksnir í B36.
Frammanfyri teir vóru John
Petersen og Egil á Bø, sum
seinnu árini bara hevur ver-
ið verjuspælari.
B36 spældi seg ikki til
upplagdar møguleikar. Eis-
ini hjá teimum var ofta tal-
an um langar sendingar og
um skeivar sendingar. Allan
Mørkøre hevðí stutt eftir
einasta málið góða roynd úr
høgra borði, men bólturin
fór skeivu megin handara
stólpan.
Bergur Midjord kom á
vøllin fyri John Petersen, tá
ið eitt korter var eftir. Hann
gjørdist fram ímóti dystar-
enda einsamallur innanfyri
KÍ verjuna, men vinkulin
gjørdist nakað spískur, og
so var tað ikki so torført hjá
Jákupi Mikkelsen at verja
fyri.
B36 spælararnir og ikki
so ógvuliga nógvu við-
haldsfólkini vóru ovurfeg-
in, tá ið tey í dýrdarveðri-
num fóru úr Klaksvík. Men
samstundis vóru tey greið
yvir, at hóast avrikið hevði
borið fulla úrtøku við sær
ímóti KÍ, so verður neyðugt
við betri avrikið næstu
ferðirnar, um tað skal hugs-
ast um at vinna meistara-
skapin frá grannunum.
KÍ-B36 0-1 (0-1)
0-1: Egil á Bø 2.
Dómari: Eiler Rasmussen
KÍ: Jákup Mikkelsen - Jan
Andreasen (Harley Bert-
holdsen, 46.), Ovi Nysted,
Niclas Niclasen, Marek
Wierzbicki - Leon Bjarta-
líð, Atli Danielsen, Eyðun
Klakstein (Arnhold Joen-
sen, 46.), Símun Joensen -
Jacob Bymar, Erling Fles
(Julian Samuelsen, 72.)
Gult kort: Niclas Nicla-
sen, Ovi Nysted, Atli Dan-
ielsen
B36: Magnus Poulsen -
Allan Mørkøre, Jóhannis
Joensen, Pól Thorsteinsson,
Jens Kristian Hansen -
Kenneth Jacobsen (Ronnie
Samuelsen,
89.),
Niels
Joensen, Klæmint Matras,
Alex Dos Santos - John
Petersen (Bergur Midjord,
75.), Egil á Bø
Gult kort: Niels Joensen
Klaksvíkingar á frostmarkinum
Ætla framvegis at taka HB
Vit spæla fyri møguleikanum so leingi, sum
vit hava hann, sigur B36 veteranur
KÍ-B36
Jóannes Hansen
B36 fekk øll stigini við sær úr Klaksvík. Tað hava teir
gjørt fleiri tey seinastu árini. Men onkra ferðina hevur
leikliga avrikið verið meiri sannførandi, enn tað var
hesa ferð.
- Rætt er tað. Men vit eru hjartans fegnir um, at tað
eydnaðist. Tað er hugaligt at vera við so leingi, sum
man hevur møguleikan. Tað eru nógvir góðir spælarar
á liðnum, og eg ivist ikki í, at spælið kann gerast betri.
Hesa ferð ráddi tað um stigini, og tey fingu vit, stað-
festir Jens Kristian Hansen, sum sigur, at eingin vandi
er fyri, at John Petersen ikki verður við ímóti GÍ.
Álopsspælarin fór av vøllinum, tá ið tað restaði eitt
korter. Hann hevur smávegis trupulleikar við knænum.
Tit halda tykkum framvegis hava møguleika at vinna
FM?
- Tað hava vit, og vit fara at stríðast fyri at varðveita
møguleikan. Um tað eydnast okkum at fáa fult hvørja
ferð, so kunnu vit ikki gera meiri. So mugu vit vóna,
at HB kiksar í onkrum dysti.
Tit kendu tykkum ikki kroystar í Klaksvík?
- Tá ið munurin bara er eitt mál, kann alt henda. Men
eg haldi ikki, at Magnus Poulsen í málinum hjá okkum
nakra ferðina noyddist at tveita seg fyri at bjarga.
Kanska legði hann seg omanyvir bóltin onkra ferðina,
tá ið teir royndu langt úti frá, men tað var einki at tosa
um, sigur Jens Kristian Hansen.
Lagið er í botni
Klaksvíkingar halda leikliga avrikið ímóti
B36 vera eitt tað vánaligasta á árinum
KÍ-B36
Jóannes Hansen
KÍ fyllir hundrað um fjúrtan dagar. Øll tiltøkini, sum
felagið hevur skipað fyri í tí sambandinum, hava ging-
ið sum eftir ánni. Eisini fótbóltsskúlin í síðstu viku og
fótbóltskappingin í yngru deildunum, sum var um
vikuskiftið.
Í hesi kappingini vunnu KÍ piltarnir. Teir tykjast rættu-
liga evnagóðir og ivaleyst fara fleiri teirra um nøkur ár
at vera við til at styrkja um besta liðið. Í løtuni gongur
tað av skriðuni hjá besta liðnum. Tað skal leitast langt
og leingi eftir einum ári, har KÍ bara hevur vunnið eina
ferð á heimavølli.
Soleiðis er tað í ár. Sunnudagin tóktist sum um, at
sjálvsálit og íblástur eru burtur.
- Vit flyta okkum ov lítið fyri hvørjum øðrum.
Bólthaldarin hevur ov fáar møguleikar, og so endar tað
alt ov ofta og í dag oftast við longum sendingum fram
til álopsspælararnar, og tað er sjálvandi ikki nóg gott,
staðfestir liðformaðurin, Atli Danielsen.
Tá ið KÍ sunnudagin skal norður á Mølini á Eiði verð-
ur talan um rættuliga skert lið, um sammett verður við
teir fyrstu ellivu ímóti B36. Jákup Mikkelsen verður
neyvan við orsaka av vøddaskaðanum, sum hann fekk
ímóti B36, og bæði Ovi Nysted og liðformaðurin, Atli
Danielsen, eru leikbannaðir eftir gul kort ímóti B36.
B36 fór aftur til Havnar við øllum trimum stigunum, eftir at teir sunnudagin høvdu verið á vitjan í Klaksvík og vunnið 1-0 á
KÍ.
mynd: Símun á Høvdanum
23
Sterki rumenski
bakkurin hjá Stjørn-
uni, Alina Olaru, ið
átti sín stóra part í
gullkrónunum hjá
klaksvíkingum síðsta
kappingarár, hevur
gjørt avtalu við eitt
felag í fremstu
fronsku deildini.
Klaksvíkingar vistu
av ongum.
LEIKARAFRÁGONGD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað gjørdi góðan mun hjá
Stjørnuni í fjør, at liðið um
jóltíðir fekk Alinu Olaru til
felagið úr StÍF. Rumenski
bakkurin gjørdist skjótt ein
lyklaleikari hjá Stjørnuni,
og eingin ivi er um, at hon
átti ein stóran part av heið-
urinum av, at tað eydnaðist
klaksvíkskvinnum at ogna
sær greipuna.
Spældi við
fríggjakvøldið
Leiðslan í Stjørnuni helt
eisini, at Alina Olaru fór at
verða partur av liðnum
aftur í ár. Eftir summar-
frítíð í Rumenia, kom hon
herfyri aftur til Føroya, og
fríggjakvøldið var hon við,
tá ið Stjørnan spældi móti
Ikast Bording í KÍ-høllini.
Tá ið so Stjørnan og
Alina skuldu samráðast um
løn, gjørdi rumenin teimum
greitt, at hon skuldi ikki
hava nakra løn frá Stjørn-
uni, tí hon fór til Fraklands
at spæla, greiðir formað-
urin í Stjørnuni, Kristoffur
Ragnarsson, frá. - Hetta
kom ógvuliga óvart á okk-
um, tí vit høvdu gjørt eina
avtalu fyri komandi kapp-
ingarár, sigur hann.
Formaðurin í Stjørnuni
sigur tó, at felagið alla-
tíðina hevur vitað, at Alina
kundi hugsað sær at sloppið
at royna seg í einari sterkari
kapping enn tí føroysku,
men at tað skuldi henda so
bráddliga, og uttan at
leiðslan í Stjørnuni visti av
nøkrum, kom ógvuliga
óvart á Kristoffur Ragnars-
son.
Hvørki
formaðurin
í
Stjørnuni ella venjarin,
Rógvi Nielsen, vita, hvussu
nýggja felagið hjá Alinu
Olaru kallast, men teir siga
tó, at sambært rumenska
leikaranum er talan um eitt
lið í bestu fronsku deildini.
Franska hondbóltsdeildin
telist millum tær sterkaru í
Europa, tó nakað aftan fyri
eitt nú tí donsku og tí
norsku.
Vilja hava endurgjald
Formaðurin í Stjørnuni
greiðir frá, at spæliloyvið
hjá Alinu Olaru er fram-
vegis í Klaksvík, og hann
sigur, at felagið ikki fer at
utflýggja loyvið, fyrr enn
Stjørnan
hevur
fingið
endurgoldið tær útreiðslur,
ið tað hevur havt av
rumenska leikaranum. - Vit
hava goldið ferðaseðil mill-
um Føroyar og Rumenia
fyri hana, og somuleiðis
hava vit rindað eina ávísa
upphædd fyri at fáa hana
leysa av øðrum felagi.
Hetta vilja vit fegin hava
endurgoldið, áðrenn vit
útflýggja franska felagnum
spæliloyvið
hjá
Alinu
Olaru,
sigur
Kristoffur
Ragnarsson.
Spurdur um Stjørnan nú
fer út at leita eftir einum
avloysara fyri Alinu Olaru,
ella um man tekur til takkar
við tí leikaratilfari, sum
frammanundan er í felag-
num, sigur formaðurin í
Stjørnuni: - Vit fara beinan
vegin at leita eftir nýggjum
spælara, og tað verður
leitað uttanlands, sigur
Kristoffur Ragnarsson, sum
vónar, at felagið hevur
fingið okkurt upp á pláss í
hesi vikuni við nýggjum
spælara.
Nr. 149 • týsdagur • 9. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Alina rýmd
til franskt
felag
Klaksvíkingar
vistu av ongum
Jákup og Julian
ivasamir
s. 27
Rumenski bakkurin hjá
Stjørnuni, Alina Olaru, ið
eisini hevur spælt við StÍF,
fer nú at royna seg í bestu
fronsku deildini.
savnsmynd
Teir útlendsku
fótbóltsspælararnir,
sum ikki á midnátt í
kvøld hava fingið
spæliloyvi, hava
ongan møguleika at
spæla við í Føroyum í
ár
ÚTLENDSKIR
SPÆLARAR
Jóannes Hansen
Tað verður ivaleyst arbeitt
av lívsins kreftum á fleiri
frontum í føroyska fót-
bóltsheiminum
í
dag.
Ásetingarnar hjá FSF, sum
feløgini sjálvi hava sam-
tykt, siga, at seinasta freist
at fáa útlendskar spælarar í
sín part er 10. august. Í dag
er 10. august. Tað vil við
øðrum orðum siga, at tá ið
tað er farið um midnátt í
kvøld, er eingin møguleiki
at leita sær styrk uttanfyri
landoddarnar.
Seinastu tíðina eru fleiri
spælarar komnir henda
vegin. B68 hevur fingið
tríggjar brasiliumenn. Hjá
tveimum hava viðurskiftini
verið í rættlagi. Á portal-
inum stóð sunnudagin, at
loyvini hjá tí triðja eisini
vóru komin upp á pláss.
Tey tíðindini undraðust teir
yvir á Toftum. Tí teir vistu,
at loyvini vóru ikki komin
upp á pláss. Men teir vóna,
at tað fer at eydnast at fáa
hetta í rættlag í dag.
Loyvini hjá nýggja pól-
verjanum í Gøtu komu upp
á pláss eftir døgurða
fríggjadagin. Adam spældi
ímóti B68, og hann skoraði
fyrsta málið, tá ið hann
hevði verið knappar níggju
minuttir á vøllinum.
Tveir útlendingar hava í
eina viku verið í Fugla-
firði. Í gjár stríddust teir
við at fáa loyvini upp á
pláss.
Síðsta skotið á útlendska
fótbóltsbulinum í Føroy-
um, sum vit vita um, er ein
nigerianskur álopsspælari,
sum er komin til Runa-
víkar. Í gjár arbeiddu teir
við at fáa loyvini upp á
pláss.
Sambært
NSÍ
heimasíðuni eitur hesin
maðurin
Onyeme
Ikechukwu. Hann er 20 ára
gamalur og er komin henda
vegin úr Suðurafrika, har
hann hevur roynt seg í
næstbestu deildini. Hann
sigst hava spælt í einum
felag, sum eitur Ledwaba
Power Stars.
NSÍ heimasíðan visti í
gjár at siga, at teir í felag-
num vónaðu, at hesin mað-
urin kundi vera við í gjár-
kvøldið, tá ið NSÍ skuldi
spæla á heimavølli ímóti
ÍF. Tá vóru Kári Hansen og
Alexander Jovevic leik-
bannaðir.
Mannagongdin
Tað er Innlendismálaráðið,
sum frá løgregluni fær
umsóknina til ummælis.
Talan er um umsóknina,
sum feløgini hava latið
løgregluni. Eftir viðgerð-
ina í Innlendismálaráðnum
verður
umsóknin
send
aftur til løgregluna, sum
síðani sendir hana til
Udlændingestyrelsen
í
Danmark. Har verður ar-
beiðsloyvi til ávíst tíðar-
skeið givið. Tá ið tað er í
lagi, verður loyvi sent aftur
til løgregluna í Føroyum,
og so verður tann, ið eigur
loyvið, boðsendur at møta
hjá løgregluni fyri at fáa
loyvið handað.
Arbeiðsloyvi ber uppi-
haldsloyvi við sær. Tá ið
hetta er komið upp á pláss,
er næsta stigið at melda
flyting í føroysku komm-
ununa. Tá ið tað er fingið
frá hondini, og p-talið er
skrásett, ber tað til at venda
sær til Fótbóltssambandið
við áheitan til teir um at fáa
spæliloyvi. Tað ger FSF, tá
ið teir hava fingið prógv
frá Landsfólkayvirlitinum
um, at føroyski bústaðurin
er í lagi, og tá ið FSF frá
øðrum fótbóltssambandi
hevur fingið grønt ljós.
FSF kann fáa leysgeving-
ina frá útlendska fótbólts-
sambandinum, áðrenn tað
er greitt við arbeiðsloyv-
inum, men tað er ikki loyvt
FSF at útflýggja spæli-
loyvið fyrrenn hini viður-
skiftini eru komin upp á
pláss.
Tá ið vit tosaðu við
Pætur Clementsen, sum
hevur við hesi viðurskiftini
í FSF at gera, í gjár, dugdi
hann av góðum grundum
ikki at siga okkum, hvørji
loyvi fóru at verða útskriv-
að í dag. Men á midnátt í
kvøld verður greitt, um
talan verður um onkran
fótbóltsspælara, ið er kom-
in henda vegin, og sum
kortini ikki sleppur upp í
part at spæla.
Í dag fellur hamarin
C
M
Y
K
22