Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2004 25 Eftir at hava gingið oyðimarkargongd í trý umfør á rað, eydnaðst tað sunnu- dagin Skála aftur at fáa trý stig til høldar, tá ið VB var á vitjan. BRONSUDYSTUR Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Loksins eydnaðist tað aftur skálamonnum at fáa fulla úrtøku, eftir at tað tríggjar ferðir á rað hevur endað við ósigri. Dysturin móti VB á Skála sunnudagin var ein uppgerð, har vinnandi liðið setti seg á bronsuplássið, sum skálamenn áttu undan dystinum. Gott undirhaldsvirði Dysturin á Skála var, hóast hann ikki gjørdist málríkur, rættuliga undirhaldandi. Leikferðin var rættuliga høg, og bæði liðini spældu ágangandi álopsspæl. Skála hevur, hóast úrslit- ini ikki hava verið til vildar í seinastuni, víst rættuliga gott fótbóltsspæl, og tað sama kann sigast um vág- bingar, sum í farnu viku bastu runavíkingum í Vági. Í mun til dystin miku- kvøldið móti HB í Havn hevði Skála Julian Florescu við aftur, men hesarferð var Nenad Stankovic leikbann- aður, og tí bleiv Rúni Ras- mussen fluttur niðan á mið- vøllin. Rúni hevði miku- kvøldið loyst Florescu av á bakkinum, og hesaferð loysti hann so Stankovic av á miðvøllinum. Vágbingar vóru væl mannaðir til dystin, og hesaferð var veteranurin Jón Pauli Olsen í álopinum saman við altíð vandamikla litavanum Mindaugas, sum skoraði tvær ferðir móti NSÍ mikukvøldið. Álopsfótbóltur Sunnudagin gekk rættuliga javnt á í dystinum inni á Skála. Bæði liðini royndu at leypa á, men tað gekk eitt sindur striltið við at fáa teir heilt stóru málmøguleikar- nar. Býtið av spæli og møgu- leikum var rættuliga javnt, og tað mundi neyvan verða nakað at siga til, at tað stóð á jøvnum, tá ið farið var til hálvleiks. Í seinna hálvleiki høvdu skálamenn helst eina lítla yvirvág, men tó ikki meiri enn at tað kundi fara báðar vegir. Tó skal sigast, at verða allir málmøguleikar- nir taldir upp, hevði heima- liðið óivað teir allarflestu, men teir báðir annars so vandamiklu framherjarnir hjá Skála, Jónhard Fre- deriksberg og Bogi Greger- sen, hava ikki verið so skarpir seinastu umførini, sum teir vóru í byrjanini av kappingarárinum. Hinvegin hevur tað víst seg í seinastuni, at nógvar av vandamiklastu støðun- um hjá Skála eru komnar av miðvøllinum, har serliga liðskiparin Pauli G. Hansen hevur verið stinnur, hóast hann hevur verið darvaður av skaða. Alexandur avgjørdi Hóast møguleikarnir vóru til fleiri mál, kom bert tað eina í dystinum inni á Skála sunnudagin. Málið fekk heimaliðið, tá ið eitt lítið korter var eftir at spæla. Skála bygdi eitt álop upp, og bólturin bleiv sendur fram í høgru síðu. Kviki framherjin, Jónhard Frede- riksberg, streyk avstað við bóltinum, og hann rak heilt oman til baklinjuna, áðrenn hann legði skrátt útfrá, har vinstri miðvallari, Alexand- ur Johansen, kom rennandi, og hann sendi bóltin fram- við Bjarna í VB-málinum til 1-0, og frøðin var stór á trúfastu viðhaldsfólkunum hjá Skála. Vágbingar royndu nú at tveita fólkið fram í einari roynd at fáa útjavnandi málið, men skálamenn vardu manniliga, og tað sum verjan hjá Skála ikki tók sær av, tað tók Igor Bjarni Kostic í málinum sær av. Framvegis heiðursmerkjapláss Við sigrinum á vágbingum hevur Skála hildið fast í triðjaplássinum, og teir eru bert tað eina stigið aftan fyri næstfremsta liðið, sum er B36. Komandi vikuskifti fara skálamenn til Fugla- fjarðar á vitjan, og tað er lítið av ivast í, at málsetn- ingurin er greiður, tí bert trý stig telja hjá teimum, um teir ætla at halda seg har frammi í oddinum. Vágbingar mistu við ósigrinum á Skála eitt týð- andi fet í stríðnum um heið- ursmerkir, men enn er einki avgjørt. VB fær komandi vikuskifti vitjan av oddalið- num HB, sum vágbingar mangan hava fingið fult imóti vesturi á Eiðinum. Verður hugt at hagtølunum sæst, at bert tvær ferðir seinastu tíggju árini hava havnarmenninir fingið fult, tá ið teir hava vitjað í Vági. Skal VB ger veruleika av dreyminum um heiðurs- merkir, er neyðugt at teir fáa fult móti oddaliðnum, og tað verður tí spennandi at síggja, hvussu leikur fer. Skálamenn fingu aftur fult Skála-VB 1-0(0-0) 1-0 Alexandur Johansen 77. Skála: Igor Bjarni Kostic - Bárður Danielsen, Arn- hold Berg, Dusan Jaic, Julian Florescu - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Rúni Rasmussen, Alexandur Johansen - Jónhard Frederiksberg (Sveinur Justinussen 91.), Bogi Gregersen(Eugen Stancu 87.) VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Eyðun Jac- obsen, Anders Sørensen, Kári í Lágabø - Palli Au- gustinussen (John Poulsen 87.), Milan Kuljic, Poul N. Poulsen, Símun Samuelsen - Mindaugas, Jón Pauli Olsen Gult kort: Arnhold Berg Dómari: Dagfinn Olsen FAKTA Kappróðrargalla leygardagin Komandi leygarkvøld verður skipað fyri gallaveitslu fyri kappróðrarfólk. Nógv heiti standa upp á spæl Gallaveitslan verður í ítróttarhøllini á Hálsi, og sambært fyrireikarunum er undirtøkan heilt góð. Til dansin eftir døgurðan spælir kenda orkestrið Take Off til dans. Tað er róðrarfelagið Knørrur, ið stendur fyri gallaveitsluni, har millum annað fæst at vita, hvør bátur hevur besta áralagið, og hvør manning er snøggast. tn Alexandur Johansen gjørdi einasta málið, tá ið Skála sunnudagin vann 1-0 á VB, og harvið staðfesti sín sess í oddinum av bestu føroysku deildini. savnsmynd 25 24 Nr. 149 - 10. august 2004 Í nógva mjørkanum í Havn sunnudagin eydnaðist tað odda- liðnum HB at vinna 3-0 á EB/Streymi, men tað gekk rúm tíð, áðrenn havnarliðið fekk spælt seg til ein veruligan málmøgu- leika móti vælskipaðu verjuni hjá sundalags- monnum HB-EB/STREYMUR Terji Nielsen, terji@sosialurin.fo Mjørkin lá tættur í allari Havnini sunnudagin, og tí var tað til tíðir trupult hjá áskoðarafjøldini til dystin millum HB og EB/Streym í Gundadali at fylgja við í, hvat fór fram í dystinum. Tað, sum tey tó sóu, var ein ógvuliga taman dyst, har tað bert í einstøkum løtum bar til at síggja líkinda fót- bóltsspæl. Eingin pøsti seg Fyrstu løtuna sá út til, at bæði liðini fór at leggja nógv fyri at fáa okkurt gott burtur úr dystinum. Bæði liðini vóru ágrýtin og royndu at leggja trýst á mótstøðuliðið, men tað gekk tó ikki rúm tíð, so vendi myndin fullkomiliga. Óivað hevur tað verið ein partur av taktikkinum hjá EB/Streymi at fáa sett leik- ferðina so langt niður sum møguligt, og ikki kann sig- ast annað, enn at hetta eydnaðist teimum til fulnar fyri steðgin, tí leikferðin var í botni. Teir fyrstu 45 minuttirnir vóru snøgt sagt vánaligir, og málmøguleikarnir vóru at kalla eingir. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og lága leik- ferðin gjørdi, at tað gekk sera striltið at fáa opna verjurnar. Serliga heimaliðið hevði ilt við at fáa glið á álops- spælið hjá sær, og tað var undrunarvert, so einstáttað álopsspælið hjá HB var fyri steðgin. Nærum hvørja ein- astu ferð, at heimaliðið fór í álop, var bygt upp gjøgn- um høgru síðu og Jákup á Borg, meðan Heðin á Lakj- uni í hinum borðinum næst- an ikki varð nýttur. Tískil var eisini lætt hjá gestunum úr Sundalagnum at verja fyri, og teir báðir miðverj- arnir hjá EB/Streymi, An- drej Pacek og Gert Hansen, tóku sær snøgt sagt av øll- um, ið kom nær námind av málinum hjá Gunnari á Steig. Í hinum endanum royndi EB/Streymur at koma fram til onkrar møguleikar, men eisini hjá teimum gekk ógvuliga striltið, hóast eftiransingarnar hjá heima- liðnum ikki vóru serliga neyvar í fyrra hálvleiki. Tó høvdu sundalagsmenn ein góðan málmøguleika stutt fyri steðgin, tá ið eitt inn- legg kom inn í brotsteigin hjá HB, har Sorin Anghel fekk bæði tíð og pláss til at royna seg við einum skall- ara, men royndin hjá hon- um fór beint á Bárð Jo- hannesen í HB-málinum. Stutt frammanundan royndini hjá Anghel hevði HB verið nær við, tá ið Rógvi Jacobsen kom ímill- um eina afturlegging frá Pacek til Gunnar á Steig, men Jákup á Borg, ið fekk bóltin frá Rógva, drálaði ov leingi við skotroyndini, og tí komu gestirnir upp á pláss og fingu vart fyri. Vandamikið álopspar Í seinna hálvleiki kom heimaliðið meiri fyri seg, og tað gekk heldur ikki long tíð, so fingu teir sett hol á. Heðin á Lakjuni sendi ein høgan bólt inn í brotsteigin hjá EB/Streymi, har Rógvi Jacobsen gjørd- ist akkurát ov stuttur, men nakað aftan fyri Rógva kom Heine Fernandez rennandi, og leikandi venj- arin var avgjørdur og sendi flatt framvið Gunnari í málinum. Málið tóktist verða júst tað, ið skuldi til hjá heimaliðnum fyri at seta seg á dystin, tí HB hevði tamarhald á dystinum frá hesi løtu. Átta minuttir eftir leiðslumálið økti HB um leiðsluna. Vagnur M. Mort- ensen sendi ein langan bólt inn um verjuna hjá gestun- um, har Rógvi Jacobsen, ið sá út til at verða rangstadd- ur, stóð púra einsamallur, og landsliðsleikarin skoraði trygt til 2-0. Harvið var dysturin avgjørdur, og hóast EB/Streymur royndi sítt ítasta, so hevði HB- verjan við veteraninum Jan Dam á odda allatíðina tam- arhald á støðuni. Ístaðin vóru tað vertirnir, ið enn einaferð fingu bóltin í málið. Hetta hendi, tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika. Eitt fríspark var sent innfyri úr høgru síðu, og, freistast man næstan at siga, sum vant var Rógvi Jacobsen hægstur og skall- aði í málið til 3-0. Hetta var eitt typiskt "Rógvi-mál", sum høvuðssterki klaksvík- ingurin hevur gjørt eina rúgvu av í hesum kapping- arárinum. Við 3-0 sigrinum á EB/- Streymi heldur HB fast um leiðsluna hjá sær, og í havnarfelagnum fegnast teir um, at tað eydnaðist teimum at sleppa undan gulum kortum í dystinum sunnudagin, tí ikki færri enn fimm leikarar standa til at fáa leikbann, næstu ferð teir síggja ostaflísuna. Komandi sunnudag hevur HB ein sera truplan útidyst í Vági, har føroyameistarar- nir mangan hava verið við sviðið soð. Sundalagsmenn ikki fyri ongum EB/Streymur hevur eitt gott lið, men tað tykist sum um, at tað til tíðir stendur á við at fáa lagt seinastu avlever- ingina, so at veruligir mál- møguleikar spyrjast burtur- úr. Tá ið teir í fyrra hálv- leiki í dystinum sunnudag- in fingu frið at spæla fót- bólt, sást týðuligani, at sundalagsmenn hava fleiri heilt góðar bóltspælarar, sum kunna nakað við ein- um bólti. Herfyri stóð her í blað- num, at EB/Streymur ein- ans hevði vant tríggjar ferð- ir eftir summarsteðgin und- an dystinum móti B36 sein- asta týsdag, men ein og hvør, sum hevur sæð felagsliðið seinastu tvey umførini, dugir at síggja, at so er ikki. Ein misskiljing hevði ført til hesa villu, men tey, sum standa EB/- Streymi nær, vita, at leikar- arnir á besta liðnum ikki hava ligið á løtu síðuni seinastu vikurnar. Komandi vikuskifti fær EB/Streymur vitjan av KÍ norðuri á Mølini, og tað er eitt skert KÍ-lið, sum kemur norð, tí bæði Atli Danielsen og Ove Nysted eru leik- bannaðir til dystin, og har- afturat er landsliðsmálverj- in, Jákup Mikkelsen, skaddur og verður neyvan klárur til dystin á Eiði. Oddaliðið sigraði í mjørkanum HB-EB/Streymur 3-0(0-0) 1-0 Heine Fernandez 50. 2-0 Rógvi Jacobsen 58. 3-0 Rógvi Jacobsen 85. HB: Bárður Johannesen - Vagnur M. Mortensen, Jan Dam, Símun Eliasen, Janus Joensen - Jákup á Borg (Hallur Danielsen 60.), Kári Nielsen(Emil N. Leifsson 75.), Rúni Nolsøe liðsk., Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl Høgnesen, Andrej Pacek, Gert Hansen, Esmar Eiðisgarð (Hall- ur Jacobsen 62.) - Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Knút Vesturtún(Jákup M. Joensen 67.), Hans Pauli Samuelsen (Johan á Stongum 81.) - Sorin Anghel liðsk., Sonni L. Petersen Gult kort: Sorin Anghel 18. Dómari: Birgir Sondum FAKTA Vagnur Mohr Mortensen og HB greiddu sína skyldu og vunnu 3-0, tá ið Sorin Anghel og EB/Streymur vitjaðu í Gundadali sunnudagin. C M Y K 24