Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2004 27 27 26 Nr. 149 - 10. august 2004 Súni Olsen var enn eina ferð munurin, tá ið gøtumenn fingu fult móti B68, sum avgjørt ikki hevði marginalirnar á sínari síðu fyrsta hálva tíman GÍ-B68 Jóannes Hansen GÍ hevur verið flúgvandi fyrstu umførini eftir summ- arsteðgin. Tá ið teir fingu fult í Fuglafirði, var mun- urin á liðunum Súni Olsen, sum skoraði bæði GÍ mál- ini. Sunnudagin vitjaðu illa sperdu toftamenninir í Gøtu. GÍ vann 5-2, og tað er einki at ivast í tí. Stóri munurin á liðunum var Súni Olsen. Hann skoraði tvey av teimum trimum málunum kring steðgin, sum avgjørdu, at øll stigini skuldu fella til GÍ, og í tí triðja førinum átti hann næstsíðsta fótin á. Tá ið úrslitið verður havt í huga, so ljóðar tað ivaleyst undarligt og ótrúligt. Men tað er ein veruleiki, at B68 fyrsta hálva tíman kanska hevði yvirvág í spæli, og eftir at spildurnýggi pól- verski álopsmaðurin hjá GÍ, Adam, sum tað annars ikki sást so ógvuliga nógv til, mest sum burturúr ong- um rættuliga tíðliga við skoti úr brotsteiginum hevði lagt GÍ framum, høvdu toftamenn fleiri stór- ar møguleikar. Men B68 hevðí ikki, júst sum tað oftast er hjá botn- liðum, marginalirnar við sær. Stanislav Stankov, sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin eftir steðgin, lyfti eitt sindur uttarlaga frá og upp um rættuliga uttarlaga stadda Hall Hansen, sum aftur hesa ferð var stinnur í GÍ málinum, men tíverri fyri bulgaran og B68, so brast bólturin í tvørtræið. Øssur Hansen, sum enn eina ferð var týdningar- miklasti B68 spælarin, sendi úr eitt sindur spískum í vinstru í nærra stólpan, og áðrenn toftamenn fóru at skjóta í træverkið, høvdu teir havt tveir risa mál- møguleikar. Úr blankari støðu sendi nýggi verju- kendi miðvallarin Fabricio við síðuna av málinum, og Hallur Hansen bjargaði væl, tá ið Jóhan Petur Poulsen royndi seg út góð- ari støðu. Avgerandi løtan GÍ hevði umleið somu manning, sum teir høvdu í Fuglafirði. At Adam var við hesa ferð hevði við sær, at Súni Olsen ikki var næst- fremstur og harvið hang- andi álopsspælari, men at hann var á sentrala mið- vøllinum saman við Símuni Louis Jacobsen, sum rættu- liga tykist vera komin fyri seg, eftir at hann leingi hevur drigist við fylgjurnar av skaða, sum hann fekk fyri einum ári síðani. Tá ið GÍ eftir stórum korteri fór frá 1-0 og upp á 4-0, var tað Súni Olsen, sum var meistarin. Tá ið stórur hálvur tími var farin, gjørdist hann leysur í brots- teiginum og millum B68 miðverjarnar, og so var hann púra tryggur, tá ið hann sendi dygst inn við stólparótini. Tríggjar min- uttir undan hvíldini var hann aftur upp á spæl. Hesa ferðina spældi hann úr eitt sindur vinstru og inn um verjuna, har Áslakur R. Petersen (einar tveir metrar rangstaddur) í besta Henry hjá Arsenal stíli skrúvaði bóltin framvið málverja- num og í handara síðunetið. Tað var ikki at undrast á, at gøtumenn í steðginum kendu seg at hava fingið væl burturúr, og at tofta- menn sótu sum slignir á nevið. B68 tóktist kortini hava rætta hugburðin, tá ið teir komu á vøllin aftur. So sveik málverjin, sum ann- ars einki var at finnast at, teir fullkomuliga. Tá ið hann skuldi taka bóltin, bukkaði hann seg ikki. Bólturin rullaði framvið honum, og Súni Olsen takkaði fyri. Tá var í eina løtu talan um upploysn hjá B68. GÍarnir vóru so væl upp- lagdir, at tað mest av øllum tóktist sum um, at teir spældu fyri lívinum. Teir høvdu bæði breidd og dýpd í, og innleggini vóru góð. Poul Ennigarð, sum var høgri vongverji, skoraði til 5-0. Tá var hann eitt sindur til vinstru og í brotsteig- inum. Hesa løtuna kundi GÍ havt skorað eini fýra ferðir afturat, tá ið teir mest sum spældu grís í B68 málteig- inum, men Jazek hevðí fleiri fínar bjargingar. Pyntið Fyri B68 var tað sjálvsagt ein lætti undan trýstinum, at Hanus Jacobsen, vinstri vongverjin hjá GÍ, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, fekk gula kortið fyri aðru ferð, og GÍ harvið varð undir- mannað síðstu løtuna. Í staðin fyri at kollsigla heilt fingu toftamenn fótað sær eitt sindur, og fyri moralin og víðari gongdina í stríðnum at vinna seg av aftasta plássinum hevði tað stóran týdning, at teir fingu tvey mál. Tað fyrra fekk Fabricio við góðum skoti úr sekstan metrum, eftir at Jóhan Petur Poulsen og John Heri Dam høvdu staðið fyri uppspæl- inum, og tað seinna fekk Kristian Anton Andreasen, eftir at Øssur Hansen og Øssur Jacobsen høvdu spælt seg ígjøgnum í vinstru og lagt innfyri. Eingin vandi var fyri, at tryggi heimasigurin skuldi gleppa GÍ av hondum, og við Súna Olsen í tí lagnum, sum hann hevur verið í seinastu nógvu ferðirnar, eiga tað at vera møguleikar fyri, at teir røkka uppaftur longri. Hjá B68 er brekkan upp- aftur tyngri, enn hon hevur verið. Toftamenn vóru ikki hepnir hesa ferð, men teir kollsigldu ikki, og tað er lítið at ivast í, at tað fer at hava týdning næstu vikur- nar, at rætti hugburðurin varð varðveittur. Nýggi polakkurin hjá GÍ, Adam Pauluszek, setti hol á málskoringina hjá gøtumonnum, sum vunnu stórsigur 5-2 á B68 í Gøtu sunnudagin. mynd: Jonhard Hammer Úrtøkan boðar frá, at gøtumenn eru á kambinum, og ser- liga hjá Súna Olsen gongur tað sum eftir ánni GÍ-B68 Jóannes Hansen Tað er sum í gomlum døg- um hjá GÍ. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava teir fingið fulla úrtøku. Frá at hava verið á lítið huga- ligum sjeynda og áttanda plássi, eru teir nú rættuliga við í kappingini um bronsumerkini. Serliga hevur Súni Olsen tikið dyk á seg seinastu ferðirnar. Hann skoraði trý mál í Vági, tvey ímóti ÍF og nú aftur tvey ímóti B68. Ein undur í um sjálvsálitið er í lagi, nú hann í næstu viku skal royna seg á landsliðnum. Pauli Jarnskor, sum á beinkinum er forlongdi armurin hjá venjaranum, Popczynski, ið eisini hevur sítt egna fótbólts- spæl at hugsa um, er sjálv- andi væl nøgdur við triva- liga sigurin ímóti B68: - Tá ið man ætlar sær at vera við í toppinum, so er neyðugt at vinna. Vit fingu væl burturúr fyrra um- farinum, meðan teir mis- nýttu stórar møguleikar og raktu træverkið. Tað hevur nógv at siga, at Súni er so skottryggur. Adam skor- aði, og hann var við í onkrum góðum kombi- natiónum. Vit ivast ikki í, at hann hevur góð evni, og vit rokna avgjørt við honum, sigur Pauli Jarn- skor, sum fegnast um, at tað endiliga eydnaðist at hava allar spælararnar tøkar. Hetta mundi vera fyrsta ferðin í ár, at eingin GÍ spælari var skaddur. Teir sleppa upp í part aftur, tá ið tit hava skorað fimm mál? - Vit missa ein mann. Tá ið vit eru so nógv framm- anfyri, og teir eru heilt skelkaðir, so eru tað ov nógvir av okkara, sum eru ov grammir frameftir. Tá verður tað lættari hjá hinum at koma ígjøgnum og at fáa mál. Nú er tað B36 á útivølli? - Tá verður Hanus Jacobsen leikbannaður. Tað sigur seg sjálvt, at vit fara eftir øllum stigunum. Tit fáa ikki so nógv burt- urúr deyðbóltsstøðunum? - Alt ov lítið, uttan tá ið Súni roynir beinleiðis móti málinum. Í løtuni kann eg ikki minnast nakað mál, sum vit í ár hava fingið í sovornum støðum. Tá ið Símun Petur Justinussen var upp á tað besta og eisini aftaná tað, skoraðu vit ofta í sambandi við horna og frísparksstøður. Vit høvdu fleiri spælarar, sum vóru stinnir í høvuðspælinum. Tað arbeiða vit við at betra um, men vit mugu staðfesta, at tað higartil ikki hevur ligið so væl fyri á tí økinum. Sjey mál í trimum royndum GÍ hevur sett kós móti heiðursmerkjunum <GÍ-B68 5-2 (3-0) 1-0: Adam Pauluszek 9. 2-0: Súni Olsen 33. 3-0: Áslakur R. Petersen 42. 4-0: Súni Olsen 50. 5-0: Poul Ennigarð 55. 5-1: Fabricio Borges 65. 5-2: Kristian Anton Andreasen 85. Dómari: Oddmar Andreasen GÍ: Hallur Hansen - Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Áslakur R. Petersen, Símun Louis Jacobsen (Poul Henning Jacobsen, 75.), Súni Olsen, Hans Pauli Petersen - Krzystof Popczynski, Adam Pauluzek Gult kort: Hanus Jacobsen 19., 69. Reytt kort: Hanus Jacobsen 69. B68: Jazek Przbylski - Ronnie Svalbard (Ovi Magnussen, 55.), Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, Øssur Jacobsen - Jóhan Petur Poulsen, Bogi Petersen, Fabricio Borges, Øssur Hansen - Stanislav Stankov (Kristian Anton Andreasen, 46.), John Heri Dam Gult kort: Øssur Jacobsen, Kristian Anton Andreasen Mistøkini kosta nógv Serliga tá ið tað gongst so illa at fáa mál, níva mistøkini nógv, staðfestir B68 venjarin B68-GÍ Jóannes Hansen Tá ið toftamenn vóru komnir undir tak at hvíla seg, kendu teir tað sum um, at talan hevði verið um rán, tá ið GÍ hevði skorað trý mál, meðan teir sjálvir einki høvdu fingið: - Tað kostar ógvuliga nógv, tá ið møguleikarnir verða misnýttir. Serliga tá ið mótstøðumenninir megna at sekta okkara mistøk. Fyrsta málið eigur ikki at koma. Bólturin stiklar í vøllin, áðrenn hann fer í málið. Tað tykist sum um málverjin roknar við, at hann er hinumegin stólpan. Sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá B68. Hann heldur seg ikki hava nakað at siga um leikliga avrikið í 1. hálvleiki. - Ætlanin var, at vit skuldu koma ígjøgnum í borðunum, og tað eydnað- ist væl. Vit spældu okkum til møguleikar, men vit megnaðu ikki at fáa mál, og tað eru tey, sum telja. Tá ið teir høvdu fingið gávuna til 4-0, vóru okkara skelkaðir. Tað er einki at siga til. Trýstið lætti, tá ið teir mistu ein mann, og tað var gott fyri næstu vikurnar, at okkara megnaðu at fáa tvey mál. Nú verður tað torført? - NSÍ, Skála, HB og VB eru stórar avbjóðingar fyri okkum. Vit spardu Ander- son, tí hann var skaddur, og Stan noyddist at gevast eftir fyrra umfarið, tí hann var skaddur. Vit vóna, at teir báðir og onkrir av hinum, sum eru skaddir, fara at koma fyri seg nú, so vit fáa størri kapping og fleiri møguleikar at seta liðið saman, sigur Trygvi Mortensen. C M Y K 26 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 11 8 - 2 - 1 29 10 19 26 2 B36 11 6 - 3 - 2 22 12 10 21 3 Skála 11 6 - 2 - 3 22 14 8 20 4 GÍ 11 5 - 2 - 4 20 22 -2 17 5 VB 11 4 - 4 - 3 16 12 4 16 6 NSÍ 10 4 - 3 - 3 15 14 1 15 7 EB/Streymur 11 4 - 2 - 5 17 18 -1 14 8 KÍ 11 2 - 7 - 2 16 13 3 13 9 ÍF 10 1 - 1 - 8 14 34 -20 4 10 B68 11 0 - 2 - 9 9 31 -22 2 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 10 7 - 0 - 3 27 14 13 21 2 AB 10 6 - 2 - 2 18 13 5 20 3 B71 10 6 - 1 - 3 29 23 6 19 4 Royn 10 6 - 0 - 4 26 21 5 18 5 Sumba 10 4 - 3 - 3 16 16 0 15 6 FSV 10 4 - 2 - 4 32 22 10 14 7 B36 10 3 - 2 - 5 14 26 -12 11 8 KÍ 10 2 - 3 - 5 21 26 -5 9 9 LÍF 10 2 - 3 - 5 14 24 -10 9 10 VB 10 0 - 4 - 6 9 21 -12 4 TB og AB taptu sínar dystir um vikuskiftið, og tá B71 og Royn samstundis vunnu, eru nú bert trý stig millum fýra tey fremstu liðini 2. DEILD Jákup Mørk Spenningurin í aðru deild øktist um vikuskiftið, tá bæði oddaliðini í deildini vóru fyri ósigrum. TB hevði á pappírinum trupla uppgávu, tá teir vitj- aðu hjá B71, og tað eydn- aðist heldur ikki gestunum at fáa nakað við sær. Tað sá annars hampuligt út, tá Hallur Christiansen javnaði leiðsluna, sum Jónsvein Thomsen hevði givið sand- oyingunum, men við einum frísparki av miðjum vølli, sum slapp at ferðast heilt upp í málhornið, kundi Sverrir Kjærbo tryggja heimaliðnum sigurin. Tað gav AB møguleikan at leggja seg á odda í deild- ini, men hesum tóku argja- menn ikki av. Als ikki. AB mátti nevnliga á heimavølli taka til takkar við 3-0 ósigri, tá LÍF vitj- aði, eftir at støðan í hálv- leikinum hevði verið 0-2. Magni Høgnesen skeyt tey bæði fyrstu málini hjá leir- víkingum, og Fróði Joensen staðfesti sigurin. Í Hvalba vitjaði FS Vágar hjá Royn, og her vann heimaliðið tryggan 3-1 sig- ur. Gisli Sveinbjørnsson skoraði tey bæði fyrstu málini í dystinum, áðrenn Kim Poulsen minkaði um munin. Men hetta hjálpti tó lítið, tí við einum máli frá Kaj Roest staðfestu hval- bingar sigurin, sum av álv- ara leggur teir í aftur odda- stríðið í deildini. Hjá vága- monnum sær hinvegin svart út nú. Teir eru sjey stig frá oddasessinum, og nú skal vilja betri enn væl til, um teir aftur skulu leggja seg í uppflytingarstríðið. Í Vági var grannauppgerð millum VB og Sumba, og her megnaðu sumbingar at fáa javnleik, eftir at VB annars hevði verið á odda 2-0. Fyri steðgin legði Sig- mundur Mikkelsen VB á odda, og við brotssparki kundi Tórður Holm í seinna hálvleiki økja um leiðsluna. Tað eydnaðist tó Halluri Thomsen at minka um munin, áðrenn Norbert móti dystarenda kundi gera Tórða Holm kynstrið eftir, og við brotssparki syrgja fyri einum stigi til sumb- ingar. Seinasti dysturin í aðru deild var í Klaksvík millum KÍ og B36. Sigurin hjá LÍF á Argjum hevði lagt trýst á bæði liðini, og tað gjørdist B36, sum dróg longra stráðið í uppgerðini. Ás- bjørn Gunnarsson legði B36 á odda tíðliga í dysti- num, men Hans Sjúrðar- berg javnaði tó fyri KÍ. Við brotssparki kundi Tróndur Vatnhamar - sum nú verjir málið hjá næstbestu B36’- arunum - skjóta B36 upp á 2-1 fyri steðgin, og Tórður Hentze økti síðani um hesa leiðslu. Tórður fekk tó reytt kort løtu seinni, og tá Hel- mar Lassen síðani minkaði um munin, kom av álvara spenningur í. Hesin fór tó, tá Bogi á Borg aftur økti um munin, og seinasta KÍ- málið, sum Otto Jacobsen skeyt, var tí einamest bert at pynta um úrslitið. Úrslit B71-TB 3-1 AB-LÍF 0-3 Royn-FSV 3-1 VB-Sumba 2-2 KÍ-B36 3-4 Tað er møguleiki fyri, at Julian Johnsson kann koma í tíðar- neyð undan lands- dystinum ímóti Malta LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Tað er rættuliga ivasamt, um Jákup Mikkelsen, KÍ málverjin, verður førur fyri at vera við, tá ið Føroyar og Malta mikudagin í næstu viku skulu spæla vinardyst á Svangaskarði. Jákup Mikkelsen varð skaddur, tá ið tað restaði ein lítil løta av uppgerðini ímóti B36. Jákup tykist hava fingið ein vøddaskaða í baklærinum. Í gjár var hann hjá fysioterapeuti, men tá var ikki greitt, hvussu stórur skaðin er, og harvið hvussu long tíðin verður, áðrenn Jákup verð- ur førur fyri at spæla aftur. Í Klaksvík kvíga tey fyri, at málverjin ikki verður førur fyri at spæla, tá ið KÍ sunnudagin skal á Mølina á Eiði. Í landsliðshøpi verður eingin avgerð tikin um ann- an málverja, fyrrenn tað er greitt, um Jákup ikki verð- ur førur fyri at spæla, og hann hevur givið avboð. Næstu málverjarnir í røð- ini eru ivaleyst Bárður Jo- hannesen í HB og Bjarni Johansen í VB. Tá ið Bárð- ur leingi hevur verið skadd- ur, og tá ið Bjarni hevur staðið framúr væl síðstu vikurnar, kann tað kanska roknast við, at VB mál- verjin er eitt sindur betri fyri. Julian Johnsson og ÍA skulu mikukvøldið spæla í UEFA Cup í Svøríki. Tí verður í Íslandi roknað við, at landskappingardysturin hjá teimum í vikuskiftinum fer at verða útsettur. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at dysturin verður fluttur til mána- kvøldið í næstu viku. Um tað verður soleiðis, so verð- ur tað torført hjá Juliani at vera í Føroyum fyrrenn seint týskvøldið, og tað verður ikki optimalt fyri fyrireikingarnar til lands- dystin. Jákup er skaddur Alt gjørdist tættari Kaj Roest spælir við hvalbingum, og við málinum til 3-1 staðfesti hann sigurin á FS Vágum Mynd: SáH