Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. august 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 10. august 2004 29 29 28 Nr. 149 - 10. august 2004 C M Y K 28 Eftir óvanliga soltna úrtøku higartil í hes- um kappingarárinum er tað ikki frítt, at møguleikin verður nevndur, at FCK venj- arin kanska fer at fáa sekkin SUPERLIGAN Jóannes Hansen Fyri tveimum mánaðum síðani sólaðu FCK spælar- arnir sær í gulli og skreyti - bæði í steypakappingini og landskappingini. Øster- gaard, Holmstrøm og Hans Backe stóðu á odda fyri besta felagnum í Danmark. Tað søgdu úrslitini. Vegurin út í Europa tóktist liggja víðopin, og felagið dubbaði seg við at keypa fleiri nýggjar spælarar. Tá ið FCK tapti í Klaks- vík og vann tepurt í Havn- ini, var hugsanin framveg- is, at talan var um besta fót- bóltsliðið í Danmark. Nú er fullkomuliga vent í holuni. Veddingarfyritøkur siga seg nú rokna tað mest sannlíkt, at Hans Backe fer at verða fyrsti venjarin í superlig- uni, sum fer at fáa sekkin í hesum kappingarárinum. Tann møguleikin var óhugsandi og tískil ikki nevndur fyri tveimum mán- aðum síðani. Men tað er so nógv hent síðani tá. FCK er varpað úr europeisku kapp- ingunum, og eftir trý tey fyrstu umførini hava teir bara fingið tvey stig. Todi Jónsson og Thomas Røll vóru ikki úttiknir til leygardags dystin í Viborg. Har kom FCK á odda 2-0, men teir taptu 3-2. Nógv verður tosað og rannsakað. Liðið er í leikligum aldu- dali. Miðverjan er tung og lítið sannførandi, og nú verður hildið, at finski vongverjin í vinstru, Janni Saarinen, sum varð keyptur til FCK í summarsteðgi- num, er ein beinleiðis skeiv íløga. Av framrættaðu monnun- um eru tað bara Jesper Bech og Michael Silber- bauer, sum tykist hava røttu snúringarnar. Leygardagin var norski Magne Hoseth við fyri fyrstu ferð. Hann varð sagdur at standa seg væl. Fyri FCK kemur tað væl við, at størstu og argastu kappingarneytarnir hjá teimum, Brøndby, heldur ikki fáa so nógv burturúr. Undan triðja umfarinum høvdu teir tapt og vunnið. Hesa ferð spældu teir javnt í Århus, har tólv áskoðarar eftir málleysu uppgerðina vórðu handtiknir fyri at hava skikkað sær ov illa. Í vikuni seldi Brøndby svenska Mattias Jonson til Norwich. Eftir dystarlok í Århus ásannaði Michael Laudrup, at teir restaðu ein orduligan málrev í brots- teiginum. Danskir miðlar vilja vera við, at Brøndby ætlar sær Michael Skoubo, sum ikki sleppur framat í Borrussia Mønchenglad- bach, men enn hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt um hetta. Nýggjur toppur Eftir trý tey fyrstu umførini í nýggja kappingarárinum verður sagt, at áhugin fyri at hyggja at fótbólti er størri í Danmark nú, enn hann hevur verið í mong ár. Tað er vorðið in hjá ikki bara arbeiðarum og teim- um, sum ikki eru so høgt í samfelagnum, at fara til fótbólt. Soleiðis hevur tað verið í eitt nú Onglandi í nøkur ár, og nú er henda dillan eisini komin til Dan- markar. Púra óvæntað eru tað Silkeborg og Herfølge, sum eru oddalið. Royndirnar hjá Herfølge fyri fýra árum síðani, tá ið teir við Jákupi Mikkelsen í málinum leingi ikki vórðu roknaðir sum meistaraevni, og tá ið teir kortini gjørdust meistarar, gera, at tað ikki verður tos- að so nógv um tað, men eingin ivi man vera um, at tað verður roknað við, at Silkeborg og Herfølge fara neyvan at halda tørn um oddaplássini. Hesa ferð vann Silkeborg 3-2 í Farum. Sigursmálið fingu teir, tá ið stóri pinn- urin hevði verið tríggjar ferðir runt, eftir at vanliga leiktíðin var farin. Herfølge hevði vitjan av AaB, sum seinastu árini hevur vunnið í Herfølge. Heimaliðið vann 2-1, og teir vóru frammanfyri við tveimum málum, áðrenn gestirnir skoraðu eina ferð. OB hevði vitjan av Ran- ders, sum í summar flutti upp saman við Silkeborg. Tað hevur verið roknað við, at Silkeborg skuldi fara at standa seg, meðan Randers ongan møguleika fór at hava. Rokningin tykist vera í lagi. Hesa ferð legði Ran- ders rygg til 5-1 tap, og teir eru einsasta felagið, sum einki stig hevur fingið. Randers eigur ein dyst á. Tað gera teir saman við Es- bjerg. Hesa ferð tók Es- bjerg ímóti FCM, sum hevði fingið fult í tveimum teimum fyrstu royndunum. Esbjerg vann 3-0. Harvið hava teir møguleika fyri at røkka toppinum, um teir vinna í útsetta dystinum ímóti Randers. Esbjerg endaði á triðja plássinum í fjør, og teir siga seg ætla sær í minsta lagið somu plasering í hesum kapping- arárinum. Í FCK ugga teir seg við, at tað, sum er avgerandi, er, hvør er ovast, tá ið øll 33 umførini eru løgd afturum. Enn ber ikki til at siga, hvussu møguleikarnir hjá FCK fara at taka seg upp. Og nú er spurningurin, um tað verður við Hans Backe við róðrið, ella um tað verður við onkrum heilt øðrum! FCK er í djúpari kreppu Skagamenn gjørdu ein orduligan vørr Julian Johnsson og liðfelagarnir tóku seg nærri toppinum, tá ið teir vunnu 5-0 á Akureyri, og tá ið næstu kappingarneytar- nir samstundis spældu javnt ÍSLAND Jóannes Hansen Í gjárkvøldið skuldi ein ógvuliga avgerandi uppgerð vera í íslendsku Landsbankadeildini. Tá skuldi Fram á Laugardalsvøllinum í Reykjavík fáa vitjan av Grinda- vík við Alberti Sævarssyni í málinum. Frammanundan var tað ikki mett at vera serliga sannlíkt, at teir báðir føroysku spælararnir hjá Fram fóru at vera millum teir fyrstu ellivu. Bæði liðini liggja ógvuliga tungt í sjó- num. Hjá Juliani Johnsson og ÍA glapp tað rættuliga sunnu- dagin. Teir vóru norðuri á landi, sum tað plagar at verða tikið til, og stríddust við KA á Akureyri. Strídd- ust er kanska at taka í so rívan til. ÍA trumlaði alla mótstøðu niður. Teir vunnu 5-0. Hjá KA stendur ikki væl til. Hetta var fimta ferðin á rað, at teir einki stig fingu burturúr. Hjá ÍA var talan um sannan lætta. Teir hava kiksað í fleiri uppgerðum, tá ið onnur botnlið hava verið mótstøðulið. Sunnudagurin gjørdist eyka góður hjá ÍA, tá ið fleiri av kappingarneytunum ikki fingu fulla úrtøku. Meist- araliðið KR hevði vitjan av ÍBV, og tað endaði 0-0. Heldur einki mál kom, tá ið oddaliðið FH á Hafnafirði hevði vitjan av Víkingi. Keflavík vann 4-2 á Fylkir. FH er framvegis oddalið. Munurin aftur til ÍBV er framvegis tvey stig, og nú eru fýra stig aftur til Fyulkir og ÍA, sum bæði hava tjúgu stig. Dysturin í gjár- kvøldið millum Fram og Grindavík var tann síðsti í trettanda umfarinum. Todi Jónsson var als ikki í hópinum hjá kreppurakta FC Keypmannahavn, sum leygardagin tapti 2-3 fyri Viborg, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum. mynd: Álvur Haraldsen Føroyameistarakapping í frælsum ítrótti Fríggjakvøldið var skipað fyri FM í frælsum ítrótti á Svangaskarði, og úrslitini vóru hesi. 5000m menn Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 16.45,7 min Sam Vang 1970 Bragdið 2 16.47,6 min Regin Zachariasen 1960 Bragdið 3 16.48,5 min Guttorm Sørensen 1968 Treysti 4 17.08,8 min Jonhard Laresn 1966 Treysti 5 18.10,8 min Remi Langgard 1991 Roysnið Ungd. BM d-13 6 18.17,5 min Súni Jacobsen 1967 Bragdið 7 18.23,3 min Edgar Caballero 1982 Roysnið 8 18.35,1 min Jan Elmar Sørensen 1991 Treysti Ungd 9 18.46,1 min Eyðtór J Joensen 1967 Bragdið 10 19.38,0 min Óli Olsen 1949 Bragdið 11 20.51,5 min Flemming Petersen 1960 Roysnið 12 20.52,6 min Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 100m menn Vindur: 0,3 m/s Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 12,2 sek Robin Jønsson 1990 Roysnið Ungd. BM d-14 100m kvinnur Vindur: 2,4 m/s Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 13,9 sek Halltóra Joensen 1981 Bragdið 2 14,2 sek Marin í Dali 1989 Bragdið Ungd. BM g-15 3 14,5 sek Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið Ungd. BM g-13 4 18,9 sek Meifríð W. Hansen 1978 Bragdið 800m menn Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 2.08,1 min Jóan Karl Joensen 1987 Bragdið BM d-17 2 2.08,5 min Evald við Garð 1972 Bragdið 3 2.14,5 min Hallur Holm 1967 Bragdið 4 2.19,2 min Álvur F. Christiansen 1989 Treysti Ungd. BM d-15 5 2.25,2 min Sølvi R. Hansen 1970 Roysnið 800m kvinnur Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 2.45,1 min Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið Ungd. 400m menn A Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 57,1 sek Jóan Karl Joensen 1987 Bragdið BM d-17 2 58,9 sek Evald við Garð 1972 Bragdið 3 61,9 sek Sam Vang 1970 Bragdið 4 63,3 sek Sølvi R. Hansen 1970 Roysnið 5 65,5 sek Edgar Caballero 1982 Roysnið 6 73,9 sek Robert Vilhelmsen 1951 Bragdið 400m menn B Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 58,1 sek Robin Jønsson 1990 Roysnið Ungd. BM d-14 2 66,5 sek Álvur F. Christiansen 1989 Treysti Ungd. 3 69,7 sek Remi Langgard 1991 Roysnið Ungd. 400m kvinnur Nr. Tíð Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1 68,5 sek Marin í Dali 1989 Bragdið Ungd. BM g-15 2 70,1 sek Halltóra Joensen 1981 Bragdið 3 72,0 sek Bjørk Herup Olsen 1991 Bragdið Ungd. BM g-13 Kúluvarp menn Nr. Longd Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1. kast 2. kast 3. kast 4. kast 5. kast 6. kast 1 11,31 Heri Ziska 1967 Bragdið 11,10 11,04 - 11,31 - 11,07 2 7,79 Jákup Andrias Thomsen 1984 Bragdið - 7,21 7,40 - 7,19 7,79 Kúluvarp kvinnur Nr. Longd Fornavn Eftirnavn Árg. Felag 1. kast 2. kast 3. kast 4. kast 5. kast 6. kast 1 8,09 Randi Kúrberg 1972 Bragdið 7,86 8,00 - 8,09 7,80 7,87 2 7,00 Meifríð W. Hansen 1978 Bragdið 6,84 6,81 6,35 7,00 6,34 6,56 Andrew millum málskjúttarnar Málskjúttin var einsamallur føroyingur millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fremad Amager smurdi Vejle av, og í Frem, sum vann 4-2 á útivølli, varð Jón Rói Jacobsen roknaður sum ein tann stinnasti DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Sum í Føroyum so er tað í Danmark stórur munur á at spæla í bestu og næstbestu deildini. Eftir tvey tey fyrstu umførini eru tey bæði feløgini, sum fyrr í summar fluttu niður, á tveimum av teimum ovastu plássunum. Frem, sum aftur hesa ferð hevði Jón Róa Jacobsen í miðverjuni, vann 4-2 í Nykøbing. Tað gjørdu teir, hó- ast teir, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamalur, mistu ein mann, sum varð útvístur orsaka av neyð- bremsu. Í sama sambandi skoraði heimaliðið til 2-2 upp á brotsspark. Hóast teir vóru undirmannaðir, megnaði Frem at skjóta tvey mál afturat. Aftur hesa ferð varð sagt, at Jón Rói Jacobsen var millum teir mest eyðsýndu hjá Frem. Gunnar Nielsen var eyka- málverji. Hitt niðurflytaraliðið er AB. Teir høvdu vitjan av Fredericia, sum tapti 2-1. Teir báðir niðurflytararnir hava framvegis fult stigatal. Í fyrsta umfarinum var tað vónbrot hjá Fremad Ama- ger, at teir taptu tepurt á útivølli á Eysturbrúgv. Hesa ferð vóru teir á heimavølli. Kortini ikki á vanliga heimavøllinum, har teir hava spælt fyrrapart sunnu- dagar í so ógvuliga langa tíð. Sundby Idrætspark er í løtuni eitt byggipláss. Tí er heimavøllurin hjá Fremad Amager fyribils fluttur longur út á Amager. Á Tårnby stadion vann Fremad Amager 4-0 á Vejle. Støðan í steðginum var 1-0. Fyrsta málið stútaði An- drew av Fløtum í 6. minutti, eftir at hornasparkssend- ing var komin innfyri. Andrew var í øðrum av álops- plássunum, og hann var einasti føroyingurin millum teir fyrstu ellivu. Einki var at síggja til Hjalgrím Elttør. Jann Ingi Petersen kom á vøllin, tá ið tað restaðu nítjan minuttir. Tá var støðan 3-0. Horsens og Johan Byrial Hansen taptu 2-1 á heima- vølli ímóti SønderjyskE, og Brønshøj hevur framvegis einki stig. Teir taptu 4-3 á heimavølli ímóti HIK, sum er nýtt felag í deildini. Tað er Dalum eisini, og eisini hjá teimum hevur tað higartil ikki eydnast at fingið nakað burturúr. Hesa ferð taptu teir á heimavølli 3-1 ímóti Skjold, sum hevur vunnið báðu ferðirnar. Mitt í vikuni endaði tað 1-1, tá ið Ølstykke vitjaði B93. Køge spældi fyri einum stórum ári síðani í bestu deild- ini. Í sjeyti árunum var Næstved í bestu deildini. Síð- ani hava teir verið heilt á botninum og vent. Nú royna teir seg aftur í næstbestu deildini. Hjá Køge var tað vónbrot, meðan gestirnir vóru fegnir um úrslitið, sum var 2-2. Andrew av Fløtum setti hol á, tá ið Fremad Amager í gjár vann 4-0 á Vejle í næstbestu donsku deildini. Mynd: Hilmar Jan Hansen Halltóra Joensen, sum annars er best kend frá fótbóltinum, vann fríggjakvøldið føroyameistaraheitið á 100 metrum fyri kvinnur. savnsmynd