týsdagur 10. august 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 10. august 2004
31
Tað er møguleiki fyri,
at Julian Johnsson
kann koma í tíðar-
neyð undan lands-
dystinum ímóti Malta
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað er rættuliga ivasamt,
um Jákup Mikkelsen, KÍ
málverjin, verður førur fyri
at vera við, tá ið Føroyar og
Malta mikudagin í næstu
viku skulu spæla vinardyst
á Svangaskarði.
Jákup Mikkelsen varð
skaddur, tá ið tað restaði
ein lítil løta av uppgerðini
ímóti B36. Jákup tykist
hava fingið ein vøddaskaða
í baklærinum. Í gjár var
hann hjá fysioterapeuti,
men tá var ikki greitt,
hvussu stórur skaðin er, og
harvið hvussu long tíðin
verður, áðrenn Jákup verð-
ur førur fyri at spæla aftur.
Í Klaksvík kvíga tey fyri,
at málverjin ikki verður
førur fyri at spæla, tá ið KÍ
sunnudagin skal á Mølina á
Eiði.
Í landsliðshøpi verður
eingin avgerð tikin um
annan málverja, fyrrenn tað
er greitt, um Jákup ikki
verður førur fyri at spæla,
og hann hevur givið avboð.
Næstu málverjarnir í
røðini eru ivaleyst Bárður
Johannesen í HB og Bjarni
Johansen í VB. Tá ið
Bárður leingi hevur verið
skaddur, og tá ið Bjarni
hevur staðið framúr væl
síðstu vikurnar, kann tað
kanska roknast við, at VB
málverjin er eitt sindur
betri fyri.
Julian Johnsson og ÍA
skulu mikukvøldið spæla í
UEFA Cup í Svøríki. Tí
verður í Íslandi roknað við,
at landskappingardysturin
hjá teimum í vikuskiftinum
fer at verða útsettur. Ein
møguleiki, sum hevur verið
nevndur, er, at dysturin
verður fluttur til mána-
kvøldið í næstu viku. Um
tað verður soleiðis, so verð-
ur tað torført hjá Juliani at
vera í Føroyum fyrrenn
seint týskvøldið, og tað
verður ikki optimalt fyri
fyrireikingarnar til lands-
dystin.
Jákup er skaddur
Cross-renning
á Ovastevnu 7. august 2004
Dreingir -7 (f. 97-) 560 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
2,49
Teitur
Poulsen
1997
Nólsoy
2
2,51
Sólbjørn
Hansen
1997
Nólsoy
3
3,27
Torkil Sørin
Jógvansson
1999
Nólsoy
4
4,07
Betuel R.
Hansen
1997
Roysnið
5
6,06
Poul Torgarð
Búgvason
2001
Nólsoy
Dreingir -10 (f. 94-96) 1.120 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
5,29
Jóhan
Hansen
1994
Nólsoy
2
5,55
Jón
Múller
1994
Kvívík
3
7,57
Baldur
Meidel
1994
Havn
Gentur -10 (f. 94-96) 1.120 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
6,23
Sissal
Skaale
1994
Bragdið
2
7,20
Anna Malan
Jógvansdóttir
1995
Nólsoy
3
8,11
Milja
Skaale
1996
Bragdið
Dreingir -13 (f. 91-93) 1.120 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
4,47
Hákun
Hansen
1992
Bragdið
2
5,28
Sigmund
Nólsoy
1992
Nólsoy
3
5,30
Hjørtur
Búgvason
1991
Bragdið
4
6,40
Hanus Pál
Jógvansson
1992
Nólsoy
5
7,39
Hans Jakku
Davidsen
1993
Kvívík
Gentur -13 (f. 91-93) 1.120 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
7,10
Rakul
Joensen
1992
Nólsoy
2
7,14
Maria
Poulsen
1992
Nólsoy
Dreingir -17 (f. 87-90) 2.240 m
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
10,53
Høgni
Jensen
1988
Kvívík
Menn (f. 59-86) og veteranar (f. -58) 5,04 km
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
26,12
Robert
Vilhelmsen
1951
Bragdið
Vet. 1
4
30,26
Jógvan
Thomsen
1960
Nólsoy
2
27,28
Jákup
av Skarði
1973
Nólsoy
3
28,23
Búgvi
Jacobsen
1966
Nólsoy
5
32,45
Sjúrður P.
Joensen
1965
Havn
Kvinnur (f. 59-86) 5,04 km
Nr. Tíð
Fornavn
Eftirnavn
Árg.
Felag/bygd
1
35,06
Ann-Mari
av Skarði
1974
Nólsoy
2
37,26
Gyða
Skaale
1981
Ivasamt er, um Julian Johnsson verður at síggja á føroyska landsliðnum, sum í komandi viku
skal dystast við Malta á Svangaskarði
savnsmynd
Runavíkingar hava
fingið tilgongd av
einum nigerianskum
áleypara, sum vænt-
andi var við í hóp-
inum hjá NSÍ til
dystin móti ÍF gjár-
kvøldið.
LEIKARATILGONGD
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er um 20 ára gamla
Onyema Ikechukwu, sum
áður hevur leikt í eitt nú
Suðurafrika. Nigerianarin,
sum bara verður róptur Ike,
hevur leikt tveir dystir á
nigerianska U21-landslið-
num og tveir dystir á niger-
ianska U23-landsliðnum.
Formaðurin í NSÍ, Jákup
Mortensen, sigur, at øll
pappírini eru komin í rætt-
lag, so at ungi nigeriumað-
urin kann verða við í
dystinum móti ÍF.
Tað er eingin loyna, at
tað hevur gingið heldur
striltið hjá runavíkingum at
umseta møguleikar til mál,
og er nýggi álopsleikarin
óivað ætlaður at verða við
til at loysa henda trupul-
leikan. Sum skilst er talan
um rættuliga sterkan spæl-
ara, sum er bæði sterkur við
høvdinum og eisini hevur
eitt gott skot.
NSÍ álopsstyrk
úr Nigeria
31
30
Nr. 149 - 10. august 2004
Danska hondbólts-
liðið Ikast Bording,
sum vitjaði í Føroy-
um um vikuskiftið,
var ein alt ov stórur
gloypibiti hjá bæði
Stjørnuni og føroyska
kvinnulandsliðnum.
HONDBÓLTSVITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ikast Bording spældi tveir
dystir
á
Føroyaferðini.
Fyrri dysturin var móti
føroyameistarunum
úr
Stjørnuni
í
Klaksvík
fríggjakvøldið, og seinni
dysturin
var
móti
kvinnulandsliðnum
í
høllini á Hálsi leygardagin.
Ikki sterkasti hópurin
Tað sást ikki aftur úti á
vøllinum, at danska liðið
júst er farið undir venjing-
arnar aftur eftir summar-
steðgin, og at fleiri nýggir
leikarar vóru á liðnum.
Hópurin hjá Ikast Bording
á Føroyavitjanini var heldur
ikki tann sterkasta, ið fel-
agið kann mynstra. Tað er
nevnliga so, at OL byrjar
um fáar dagar, og millum
annað eru fimm leikarar úr
Ikast Bording við danska
landsliðnum til OL í Athen.
Tað eru tær fimm Kristine
Andersen, Line Daugaard,
Karen Mortensen, Karen
Brødsgaard og Josefine
Touray, ið allar eru fastar
fúsar á landsliðnum. Har-
umframt er norska Gro
Hammerseng
farin
til
Athen við norska landslið-
num.
Hetta eru alt leikarar í
heimsflokki, og lítið man
verða at ivast í, at vóru
hesar eisini við á vitjanini í
Føroyum, so høvdu tey
bæði føroysku liðini av
álvara fingið oyruni í
maskinuna.
Betur undirhald í
Klaksvík
Fyrri dysturin hjá Ikast
Bording í Føroyum var sum
áðurnevnt
í
Klaksvík
fríggjakvøldið, tá mót-
støðuliðið var føroyameist-
ararnir úr Stjørnuni. Teir
nógvu áskoðararnir í KÍ-
høllini fingu ein rættuliga
undirhaldandi dyst, hóast
tað var stórur munur á lið-
unum báðum.
Sum skilst var dysturin
fríggjakvøldið
í
løtum
rættuliga væl leiktur, og
góð ferð var á dystinum.
Sjálvsagt var munurin á
liðunum stórur, og 38-20
sigurin til Ikast talar eisini
fyri seg.
Eisini til dystin í Havn
leygardagin vóru nógvir
áskoðarar. Hesin dysturin
var tó ikki serliga væl
leiktur, og tað sást væl, at
leikararnar úr Stjørnuni,
sum eisini eru á lands-
liðnum, vóru moyrar eftir
dystin kvøldið fyri. Ikast
var ein alt ov stórur gloypi-
biti hjá einum føroyskum
landsliði, sum als ikki er í
dystarvenjing, og tí gjørdist
munurin eisini rættuliga
stórur. Ikki tí, tað tóktist
ikki sum um, at donsku
gestirnir overvaðu seg í
dystinum, tí leikferðin var
ikki serliga høg.
Sá lætt út
Tað var tó hugtakandi at
eygleiða danska liðið, tí tær
høvdu so ómetaliga lætt við
at spæla seg til opnar
møguleikar. Tað sá so
leikandi lætt út hjá Ikast,
sum í veruleikanum megn-
aði at hava eina roynd upp á
mál í hvørjum einasta
álopi. Donsku kvinnurnar
broderaðu seg gjøgnum
føroysku verjuna, og í
flestu førunum vóru før-
oysku málverjarnir prís-
givnir.
Leikararnir á føroyska
landsliðnum
tóktust
tó
verða í rímuliga góðari
venjing, men tað skerst ikki
burtur, at fleiri teirra vóru
eitt sindur „rustaðar”, tí at
avleveringar og skot sótu
ikki eins væl, sum tey plaga
at gera.
At tað eisini er eitt stórt
lop frá føroyska kvinnu-
landsliðnum til oddin av
donskum hondbólti, kom
kanska einabest til sjóndar,
tá ið hugt varð eftir skot-
styrkini hjá liðunum báð-
um. Tað var so nógv meiri
„saft og kraft” í skotunum
hjá donsku leikarunum, og
tá ið havt verður í huga, at
allarhelst besti skjúttin hjá
Ikast Bording, Kristine
Andersen, ikki var við í
Føroyum, kann bert stað-
festast, at munurin er stór-
ur. Okkara leikarar royndu
tó at gera, hvat tær vóru
mentar, men tá ið samanum
kom, vann Ikast Bording
ein trivaligan 35-19 sigur á
føroyska kvinnulandslið-
num.
Vitjanin hjá danska lið-
num var ógvuliga forvitnis-
lig, og tað er ikki á hvørjum
degi, at føroyskir hond-
bóltsáskoðarar fáa høvi at
síggja so sterk lið her á
klettunum. At vitjanin eis-
ini hevur týdning fyri før-
oyskan hondbólt, er einki at
ivast í. Tað er júst slíkir
dystir sum hesir, ið geva
leikarunum hug til at dríva
á við venjingini. Vóru ikki
slíkar avbjóðingar, hevði
hugurin hjá leikarunum til
at gjørt nakað við hond-
bóltin óivað ikki verið tann
sami.
Ikast var ov stórur gloypibiti
Nicolina Eyðbjørnsdóttir var
við á føroyska liðnum á Hálsi
leygardagin, og í næstum fer
vestmannakvinnan til
Spania, har hon skal royna
eydnuna sum yrkisleikari.
mynd: Finnur Justinussen
Venjarin hjá Stjørn-
uni og føroyska
kvinnulandsliðnum,
Rógvi Nielsen, er væl
nøgdur við dystirnar
móti Ikast Bording
um vikuskiftið.
HONDBÓLTSVITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Havnarmaðurin
Rógvi
Nielsen, ið stendur á odda
fyri bæði føroyameistar-
unum úr Stjørnuni og før-
oyska kvinnulandsliðnum,
fekk í vikuskiftinum av
álvara sæð, hvørjar dygdir
eru í liðunum báðum hjá
honum, tá ið danska stór-
liðið Ikast Bording vitjaði.
Sær klassamunin
Rógvi Nielsen var væl
nøgdur
við
báðar
dystirnar. Hann heldur, at
dysturin í Klaksvík, tá ið
Stjørnan royndi seg móti
danska liðnum, var betur
enn dysturin í Havn, men
hann heldur tó, at í báðum
førum fingu áskoðararnir
nakað fyri pengarnar.
- Hetta er eitt lið í
heimsflokki, og tað er
einki at taka seg aftur í, at
man sær hvussu høgt støði
er í donskum hondbólti,
sigur
Rógvi
Nielsen.
Venjarin sigur, at tá ið man
spælir móti so sterkum
liðum, ræður tað um ikki
at gera feilir, tí teir verða
revsaðir beinanvegin, sigur
Rógvi Nielsen.
At tað sá so lætt út hjá
danska liðnum, er Rógvi
Nielsen ikki ósamdur í, og
hann heldur, at tað tóktist
sum um, at leikararnir hjá
Ikast Bording allatíðina
áttu eitt eyka gear, um
tørvur var á tí.
Eingir landsdystir í
næstum
Føroyski landsliðsvenjarin
greiðir frá, at hann hevði
vónað, at føroyska lands-
liðið fekk høvi at royna
seg í landsdysti seinni í ár,
men tíverri sær tað ikki út
til at gerast veruleiki, sigur
hann. - Sum tað sær út í
løtuni, so verður neyvan
nakar
dystur
aftur
á
skránni hjá landsliðnum
fyrr enn einaferð komandi
ár, sigur Rógvi Nielsen.
Hetta merkir tó ikki, at
føroysku landsliðsleikarar-
nir liggja taka sær av løtt-
um, tí tær savnast til fel-
agsvenjing einaferð um
mánaðin,
sigur
Rógvi
Nielsen. So er bert at vóna,
at tað ikki fer at ávirka
hugin hjá føroysku leikar-
unum, at tað ikki eru
nakrar avbjóðingar fyri
framman
næstu
mánaðirnar.
Væl nøgdur við dystirnar
C
M
Y
K
30