týsdagur 10. august 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 149 - 10. august 2004
Nr. 149 - 10. august 2004
33
Almanna- og heilsumálaráðið hevur avgjørt at seta á stovn eina økisterapi í
øllum landinum. Í hesum sambandi er ætlanin at seta ein økisterapeut í
Suðurstreym.Økisterapeuturin skal veita tænastu til fólk við tørvi á uppvenjing
og viðlíkahaldi av førleika.Tænastan verður veitt til vaksin yvir 18 ár, ið búgva
heima ella í eldrasambýlum kring landið.
Økisterapi er eitt nýtt tilboð, ið skal skipast og mennast í tøttum samstarvi við
økisleiðslurnar, aðrar samstarvsfelagar og starvsfólkabólkar, ið hava týdning
fyri hin einstaka brúkaran.
Økisterapeuturin hevur ábyrgd mótvegis økisleiðaranum.
Í mun til tann einstaka brúkaran skal økisterapeuturin:
• meta um førleika og tørv á tiltøkum
• veita ADL- og funktiónsvenjing
• veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um brúkaran
• veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til starvsfólk og
avvarðandi
• gera uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi
• viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpartólum, húsabroytingum
v.m.
Vit sóknast eftir einum ergo- og/ella fysioterapeuti, sum:
• hevur arbeiðsroyndir
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samskifta við brúkarar og avvarðandi
• hevur hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og at samstarva við aðrar stovnar
Vit bjóða:
• eitt nýtt starv við møguleika fyri at skipa og menna starvsinnihaldið
• eitt mennandi umhvørvi við møguleika fyri førleikamenning
Setanar- og lønarviðurskifti:
Økisterapeuturin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
viðkomandi yrkisfelag við einaískoyti.
Setanarøkið er Heimarøktin.Tænastustaðurin er í løtuni Suðurstreymoyar Øki.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mary J. í Garði,
stjóra fyri Heimarøktina og Serforsorgina, á tlf. 304020 ella Onnu Mariu
Oskarsson, økisleiðara á tlf. 317249.
Umsókn við neyðugum prógvum og viðmælum skal sendast til:
Heimarøktin og Serforsorgin
Att: Mary J. í Garði, stjóri
Eirargarður 2, 2. hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 23. august 2004
Heimarøktin
og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Økisterapeutur
til Heimarøktina í Suðurstreym
Eykaaðalfundur
hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur
Lýst verður til eykaaðalfund mikudagin 25.8.2004
kl. 19.30 í hølunum hjá arbeiðarafelagnum
Hæddini, skrá samb. viðtøkum felagsins.
Nevndin
Maersk Air
er okkara høvuðsstuðul
Bygningur í mið-
býnum til leigu
Tygum kunnu seta tygum í samband við undir-
ritaða á tlf. 317920 ella 313536.
Høgni Lützen
P/F Valdemar Lützen
Bilmekanikari
Søkt verður eftir bilmekanikara til verkstað
okkara, at byrja beinan vegin.
Vit vænta, at umsøkjarin er ágrýtin, kann arbeiða
sjálvstøðugt og dugir at arbeiða við teldu á
brúkara støði.
Tað er ein fyrimunur um umsøkjarin hevur
kunnleika til CAN-BUS.
Skrivlig umsókn og prógv skulu sendast til:
P/f Bilasølan
Boks 3192
FO-110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at ringja til Øssur á tlf. 315354
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi partafelag:
Skrásetingar-nr. P/F 3834
Navn: P/F 14.juli 2004
Adressa: 450 Oyri
Kommuna: Sunda Kommuna
Stovningardato: 14.07.2004
Viðtøkudato: 14.07.2004
Kapitalur: Kr. 500.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 500.000,00 til kurs 100.
Stovnari: P/F O.C. Joensen,
450 Oyri (P/F 476).
Nevnd: Ólavur Fløtt, 470
Eiði (formaður), Hans Trygvi
Teirin, Kálvagerði 4, 100
Tórshavn, Knudina Joensen,
450 Oyri og Hans Joensen,
450 Oyri.
Stjórn: Hans Jákup Johansen,
470 Eiði.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóra,
nevndarformanni ella
tveimum nevndarlimum.
Grannskoðari: Sp/f KPMG,
statsaut. revisorar, Staravegur
17, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.03. -
28.02.
Fyrsta roknskaparár:
14.07.2004 - 28.02.2005
Endamál: Endamál felagsins
er at reka og eiga fiskiskip,
sølu og annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 6.
august 2004
Kristin Balle
________________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3835
Navn: Sp/f Brøðraberg
Adressa: Jørundargøta 56,
188 Hoyvík
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 02.08.2004
Viðtøkudato: 02.08.2004
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: Kontant
kr. 80.000,00 til kurs 100.
Stovnari: Jóanes Brøðraberg,
Jørundargøta 56, 188
Hoyvík.
Stjórn: Jóanes Brøðraberg,
Jørundargøta 56, 188
Hoyvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum.
Grannskoðari: Sp/f KPMG,
statsaut. revisorar, Staravegur
17, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
02.08.2004 - 31.12.2004
Endamál: Endamál felagsins
er at eiga partabrøv, keyp,
søla og annað virksemi í
hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 6.
august 2004
Kristin Balle
_______________________
Bókhaldari søkist
til at arbeiða 1/2 tíð, at byrja skjótast gjørligt.
Áhugað ringið á tlf. 503903
Lesið
Sosialin
C
M
Y
K
33
32