hósdagur 12. november 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
26
politikkur
Fimm tímar við spurningum
til landsstýrið í tinginum
Spurningurin um skattalættan frá 1. januar fekk onki ítøkiligt svar,
men landsstýriskvinnan lovaði betri býti av samfelagsvirðunum
Tað er vent í holuni.
Meðani Kristina Háfoss, lands
stýriskvinna við fíggjarmálum, eigur
metið at seta spurnignar til fyrrver
andi samgonguna, so er tað nú hon,
sum fær flestu spurningarnar frá nú
verandi andstøðuni.
Og floksformaður hennara, Høgni
Hoydal, landsstýrismaður við fiski
vinnumálum, fær eisini eitt stórt tal
av spurningum at svara uppá nú.
Jú politiska støðan er broytt.
Anddstøðan er samgonga og sam
gonga er andstøða.
Munnligir spurningar verða reglu
liga settir á skrá og tá ið formaðurin
setti spurningarnar á skrá í hesi vik
uni, sást skilliga, hvussu Løgtingið
arbeiðir í løtuni.
Ein nýggj samgonga, Javnaðar
flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn,
hevur skipað landsstýri. Samgongu
skjalið er alment, men enn hevur
samgongan onki meldað út um, hvør
politikkur verður førdur komandi ár
ini.
Samgongan hevur sitið tveir mán
aðir og hevur úr at gera við at fáa eina
fíggjarlóg fyri 2016 at javnviga, sam
stundis, sum allar fylgilógir eisini
skulu fáast uppá pláss.
Vallyftini eru eisini ein partur av
tí, sum samgongan skal innarbeiða í
fíggjarlógina, men higartil er lítið lik
ið út um, hvussu samfelagið verður
skipað eftir 1.januar.
Funnin fressur
Tí vóru munnligu spurningarnir á
dagsskránni í Løgtinginum funnin
fressur hjá andstøðuni.
Møguleikin at koma við spurning
um til eina nýggja samgongu komu
væl við og vóru brúktir til fulnar.
Tað var eyðsýnt, at andstøðan
valdi at seta spurningarnar til sam
gonguna, sum fyrrverandi andstøðan
– altso hon sum var í seinasta val
skeiði – ferð eftir ferð hevði sett tá
verandi samgongu.
Men andstøðan nýtti eisini møgu
leikan at spyrja um, hvat tað er fyri
politikkur samgongan kemur við
– bæði tá ið tað snýr seg um fíggjar
politikk og fiskivinnupolitikkin.
Ikki ítøkilig svar
Hóast spurningarnir vóru nógvir og
viðkomandi, so hevði samgongan av
gjørt onki ítøkiligt at siga um ætlaða
politikkin.
Samgongan váttaði, at javnvág
verður á fíggjarlógini og at ein skatta
lætti verður latin teimum lágløntu 1.
januar, men samgongan gav ongar
ábendingar um, hvaðani nýggjar inn
tøkur koma.
Millum manna hevur verið tosað
um fleiri átøk. Eitt av teimum er, at
20 oyru skulu leggjast á hvørt kilo av
svartkjafti og tosað hevur eisini verið
um at leggja hægri gjald á alivinnuna.
Onki av hesum var tó gjørt meira
konkret og heldur ikki ætlanirnar
um at álegggja bileigarum eitt hægri
gjald – annaðhvørt við at leggja gjald
á bensin og oljuprísirnar ella við at
hækka vegskattin.
So hóast spurningarnir vóru
mangir í tali, so veit andstøðan ikki
serliga nógv meira um, hvat nýggja
fíggjarlógin fer at bjóða, tá ið fíggj
arnevndin fer undir arbeiðið í næstu
viku.
Vestergaard
leggur trýst
á nýggja
landsstýris-
mannin
Árni Gregersen
O
rðaskiftið gjørdist hvast í
tinginum, tá ið fyrrverandi
landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, Fólkaflokkurin, bjóðaði
núverandi landsstýrismanni á
økinum, Høgna Hoydal, Tjóðveldi av.
Jacob Vestergaard vildi í fyrsta
umfari hava at vita um tað er rætt, at
svartkjaftakvotan, sum eftir er, verð
ur latin út sum felagskvota.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður,
váttaði, at serligar umstøður gera, at
hesaferð verður kvotan latin sum fe
lagskvota, men at hann ivaðist í um
hetta er rætti mátin í framtíðini.
Fleiri aðrir spyrjarar róðu fram
undir um hetta var ein máti at gera
svartkjaftin meira atkomuligan hjá
øðrum enn teimum, enn teimum
sum higartil hava roynt seg í vinnuni.
Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin,
helt ikki, at tað er skilagott at niður
bróta teir karmar, sum gjøgnum fleiri
ár eru uppbygdir til
finnuna at arbeiða undir.
Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin,
helt heldur ikki, at tað er skilagott at
bróta karmarnar her móti ársenda.
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri,
vildi eisini vita um tað er rætt, at nú
verður meira hugsað um at lata fleiri
sleppa framat heldur enn at fáa sum
mest burturúr.
Høgni Hoydalk, landsstýrismaður,
svaraði, at tað verður soleiðis, at tey
virðir, sum Føroyar fáa afturat skulu
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vildi ikki
siga, hvussu skattalættin skal fíggjast.
Jacob Vestergaard,
Fólkaflokkurin, setti fleiri
spurnignar til Høgna Hoydal.
Hvassorðað uppgerð um
svartkjaft og umsitingina
í fiskimálaráðnum