Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 27 Avgjøldini eru Ikki kend enn Eitt javnari býti av øllum virðunum í samfelagnum Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum vil als ikki siga, hvørji nýggj avgjøld vera at síggja 1.januar Nýggju landsstýrisfólkini hava fingið nóg mikið at gera við at svara spurningum frá andstøðuni Tað hevur ljóðað millum manna og frá onkrum politikarum í sam­gong­ uni, at talan verður um at áleggja nýggj avgjøld, bæði á vinnuna og privat fólk frá 1.januar. Jørgen Niclassen, Fólka­flokk­urin, segði í einum spurningi til Kris­tinu Há­foss, landsstýriskvinnu, at Poul Mich­el­sen í Kringvarpinum hev­ur sagt, at fleiri nýggj avgjøld koma í ting­ið í komandi døgum. Hann vísti eisini á, at fleiri lands­ stýr­is­fólk hava boða frá, at tey skulu hava skattahækkignar. –Millum annað hevur lands­stýr­ is­maðurin við arbeiðs­markn­að­ar­ málum júst lagt eitt uppskot fram um at hækka skattin til gjald fyri eina betri barsilsskipan. Kristina Háfoss, lands­stýr­is­ kvinna,­  vil ikki kalla tað fyri av­gjøld og skatt, men betri býti av lands­ins virð­um. Hon segði, at hesar broyt­ing­ar fara at síggjast aftur í fíggj­ar­lóg­ar­upp­ skot­inum, men at tað sam­an­um­tik­ ið fer at merkja  ein lætta fyri lág- og meðalinntøkur. Bjørn Kalsø, Sambandsflokkurin, helt, at nú hava vit hoyrt somu røðu frá Kristinu Háfoss, lands­stýr­is­ kvinnu,­ sum vit hava hoyrt sein­astu fýra árini. Hann fanst at, at tað nú skal ger­ ast dýrari at koyra í bili og Bill Just­ in­us­sen, Miðflokkurin, helt, at hetta fór at raka harðast í Eysturoynni og Norð­oyggjum. – Landsstýriskvinnan kallar hetta fyri nýskipanir. Eg haldi at hetta er ein niðurlaging at kalla av­gjalds­ hækk­ingar fyri nýskipanir, segði Bill Just­in­us­sen. Heldur ikki Jørgen Niclassen helt, at avgjøld og annað kann kall­ast fyri ný­skipan. Landsstýriskvinnan segði enn eina­ferð, at hon ikki kann siga nak­ að um hesar spurnignar nú, men at alt saml­að verður lagt fram í næstu viku, so tað kann síggjast í síni heild. – Og eg kann lova, at hetta samla fer at gagna lág- og með­al­inn­tøk­un­ um, segði Kristina Háfoss. Hon legði afturat, at tað verður javn­vág á fíggjarlógini næsta ár. – Tað gongur ikki við halli eitt ár aft­ur­at, segði landsstýriskvinnan. Skattalættin og broytingar í av­ gjøldum frá 1.januar hava til enda­ máls at býta samfelagsvirðini meira javnt. Tað var svarið, sum Bill Just­ in­us­sen, Miðflokkurin, fekk frá landsstýriskvinnuni við fíggj­ar­mál­ um, Kristinu Háfoss, Tjóðveldi. Miðflokkamaðurin spurdi lands­ stýr­is­kvinn­una um, hvussu tann lov­aði skatta­lætt­in til lág- og með­al­ inn­tøk­ur­nar verður fíggjaður, men tað fezkk hann onki beinleiðis svar uppá. – Vit seta tað saman, so vit fáa eitt javnari býti av virðunum í sam­fe­lag­ num, men nærri fái eg ikki komið inn á málið nú, segði Kristina Háfoss, lands­stýr­iskvinna. Góðan frið Andstøðan hevur higartil givið sam­ gonguni frið at arbeiða. Andstøðan veit væl, at samgongan hev­ur nógvar spurningar at seta seg inní og at arbeiðið við nýggjari fíggj­ ar­lóg tekur nógva orku. – Vit hava givið samgonguni góð­ an frið, men nú vilja vit fegin hava at vita, hvat hendir. Vit mugu sum and­støða fáa at vita, hvat ætlanin er, segði Bill Justinussen. Hann fanst eisini hvassliga at svar­in­um frá landsstýriskvinnuni, tí tað á ongan hátt er ítøkiligt. Landsstýriskvinnan segði, at hon fær ikki svara meira nágreiniligt nú, men segði, at skattalættin skal raka lág- og meðalinntøkurnar, men at mein­ing­in ikki er, at tey sum fingu skatta­lætta fyri nøkrum árum síðani eis­ini skulu fáa lættan nú. Marginalskatturin Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Nicl­as­sen, Fólkaflokkurin, spurdi lands­stýr­ is­kvinnuna um, hvussu tað verður við skattinum á seinast forvunnu krón­un­um. Hann fekk ikki annað svar enn at tey, sum fingu skattalætta fyri skjótt fýra árum síðani, ikki fáa ein lætta nú. Heldur ikki Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálv­stýri, var nøgdur við svarini og segði, at hann framvegis er spentur at vita, hvussu til fer at bera at fáa javn­vág á fíggjarlógini fyri 2016. gerast atkomulig hjá fleiri enn teim­ um, sum frammanundan eru í vinn­ uni. Hann segði eisini, at eitt gjald uppá 20 oyru verður lagt uppá hvørt kilo av svartkjafti. – Hetta eggjar til, at øll royna at fáa sum mest burtur úr, segði lands­ stýr­is­maðurin. Øgiligt upptak Jacob Vestergaard vildi eisini hava at vita, hvussu nógvir handlar hava ver­ ið við fiskiskipum og loyvum, síðani Høgni Hoydal yvirtók málsøki. Hann segði, at hetta gjørdi hann við tí fyri eyga at vita hvat hendir á fiski­vinnuøkinum, Landsstýrismaðurin segði, at bert ein handil er farin fram, men at fýra flyt­ing­ar av veiðuloyvum eru gjørdar. Hann legði afturat: – Upptakið í fiskimálaráðnum er øgi­ligt. Tað fer nógv orka, bert at rudda upp. Jákup Mikkelseen, Fólkaflokkurin, helt, at Høgni Hoydal gav egnari fyri­ sit­ing ein dyggan beint framm­aná, men hesum avvísti lands­stýr­is­mað­ ur­in. – Tað sum eg sigi er, at upptakið eftir politisku umsitingini er øgiligt. Tað er ikki dagligu umsitingini eg sipi til, segði Høgni Hoydal. Bill Justinussen, Miðflokkurin, helt, at samgongan nú hevur havt frið nóg leingi. Høgni Hodal, landsstýrismaður, segði, at upptakið í fiskimálaráðnum er øgiligt. Loysn skal finnast til útgingnan mat Tað er talan um matvørutrygd og ikki forðingar fyri hjálpararbeiði, segði landsstýrismaðurin – Ongin eigur at geva ella selja spilt­an mat. Tað er tí vit hava reglur, sum forða fyri hesum. Poul Michelsen, lands­stýr­is­ maður við vinnumálum, svar­ aði einum spurn­ingi frá Bill Just­in­ussen, Mið­flokk­urin, um hvat tað er sum hend­ir, nú tað frætt­ist, at tað ikki long­ur ber til at lata neyðstøddum fam­ilj­ um matvørur, sum eru farnar um sein­asta søludag. Spurningurin kom fram, nú tað frætt­ist, at Heilsufrøðiliga Starvs­stov­an hevur sett bann fyri, at útgingin mat­ur verður bor­in fátækum fam­ilj­um. – Tað er ikki heilt rætt, at so er. Heilsu­frøðiliga Starvsstovan hev­ur ítøki­liga sett tveimum handl­um forð­ing­ar og tað er ikki tí, at maturin er far­in um seiansta søludag, men tí at mat­urin ikki verður handfarin sum mat­vøra, segði landsstýrismaðurin. Bjørt Saamuelsen, Tjóðveldi, takk­aði landsstýrismanninum fyri, at mynd­ug­leikarnir ansa eftir, at brúk­ar­in ikki fær mat­ vør­ur, sum ikki eru við­farnar sum matvørur. Hon heitti eisini á lands­ stýr­i­s­mannin um at tryggja, at mynd­ug­leik­arnir – í hesum føri Heilsufrøðiliga Starvs­stovan – sam­skiftir á ein slíkan hátt, at al­ menningurin lættliga fatar boð­ skap­in frá myndugleikanum. Fleiri aðrir viðmerkjarar vóru samd­ir um, at reglugerðin kanska er held­ur trong – serliga tá ið tað snýr seg um føroyskan mat. Jørgen Niclassen, Fólka­flokk­ ur­in, at reglurnar ikki mugu gerast so trong­ar og so nógv uttan vit og skil, at tað ikki long­ ur fór at bera til at keypa skerpi­ kjøt í handlunum. Landsstýrismaðurin svaraði við at siga, at vit ikki eru limir í ES og tí eru ES reglur ikki gald­ andi á økinum. – So sjálvandi skulu vit kunna selja før­oyskan mat í handlinum. All­ur mat­ur skal tó viðfarast sum mat­ur, segði Poul Michelsen.