Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 28 Strámanna- búðin Føroyar T eir tríggir staðfesta í skjal­inum, at ein nýggj stjórnar­skipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Fólkið slepp­ur enntá á fólkaatkvøðu at taka avgerð um hetta sama, sum fólkið annars tók avgerð um longu 14. sep­tember í 1946. Ei dáni í, at eitt treytaleyst loysingarhjarta fór at duka harðari og títtari enn undir ekstremu høgra/sam­ bands-stjórnini, ið sat undan hesum nýkomnu aktørunum á evsta politiska palli landsins. Í fiskivinnu­politikk­inum ætlaðu teir sambært sama skjali at fara frá feudalu skipan­ini, sum hin útskeldaði og nógv hartaði Vestergaard hevur tvíhildið um, til eina neoliberala skipan, helst smittaðir av skandinaviskum sosial­demo­kratum, sum leingi hava lagt seg eftir at liggja væl til høgru fyri ytstu høgra­flokkar, serliga í fíggjar- og búskapar­politikkinum. Keynes er ikki til fyri teimum, hóast far­vegurin nú aftur er farin at síggjast eftir hann, eitt nú í Canada undir nýggju Trudeau-stjórnini, har XL-ørkini eru skift út við menniskja­ virðir á sama hátt sum í Skotlandi, har SNP rættiliga hevur fingið vind í seglini eftir at flokkurin legði á sama bógvin. Samanumtikið hevði man vænt­ að eina tjóðskaparliga vinstra­ stjórn, men hesin lítli super­liberali høgra­flokkurin, hjá konditionelt sterka heilsølu­manninum úr metropolinum, man hava verið óvan­liga klófastur í sam­ráð­ingini, so væl sum hann er reiðraður á flestu rókum, og fyri tað nógva hevur tað verið politiski aldurs­forsetin í hesum lítla politiska klípinum, ið hevur úttalað seg um flestu mál, meðan oddvitarnir í hinum báðum flokkunum, løg­maður og varaløgmaður, fyri tað nógva hava krógvað seg fyri fólk­inum. Onkur teirra hevur eisini verið so íðin at spæla krógva og blunda, at fjøl­miðlarnir alment hava sent eftir­ lýsingar út fyri at vita, um onkur kanska skuldi havt verið so heppin at borið eygu við við­komandi. Larmandi tøgnin av Parnass­ inum forplantar seg sum frustra­ tiónir í veljarafjøldini, tað er hendan, hesi fólkini, sum í gerandis­degnum skulu verja sitandi valdið í túnum og á gøtum sløttum, kjøtrondin sum stútt og støðugt skal laða garð um Fúrstan, fyri at halda seg í einum machiavelliskum orða­ ljóði, nú fyrrverandi ministarin Eilif Samuelsen hevur framt bragdið, at flyta hendan alkenda valds­ hugsaran yvir á føroyska tungu. Frættist onki úr erva linkar kjøt­ rondin so líðandi í kongunum, og í ringasta føri fer alt maskinaríið úr spónalag­num. Tí eru áneyðir á, at for­menninir í teimum báðum stóru flokkunum, Javnaðar- og Tjóðveldis­flokkinum koma fram í ljósan dag, og siga sínum teknum og øllum Føroya fólki hvagar teir ætla at fara við Føroyum. Tað hevur ongin minstu hóming av í dag. Higartil hevur alt bara verið turbulensur, defensivur og ein politisk forðarenning, har alt liðið snávaði við fyrstu forðingina, og nú liggur alt hurpalið fram eftir romm­ um og venar seg, meðan andstøðan væl mannað stendur klár við hval­ váknum, skutlum og sóknar­onglum á báti og við strond. Soleiðis kennist tað nú einaferð. Ímorgun sóust fyrstu symp­ tom­ini. Ein kendur tjóð­veldis­ maður og fiskimaður, slekt­aður og búgvandi í einari av teimum gomlu og máttmiklu tjóðveldis­ bastión­unum norðanfyri, skrivar á sosialum miðli soleiðis: »Nú var eg ikki tjóðveldismaður meira Farvæl.« Hansara væntan er, at fyrsta politiska eggið, vorpið í Fiskimálaráðnum undir hesum nýggja regime, heilt víst fer at hava við sær avreiðing av føroyskum til­ feingi á útlendskar hendur, og upp úr hesum svávilroykinum fer eitt herlið av strámonnum at grógva, snildari og sterkari enn nakran­tíð áður. Eg ætli mær ikki at siga Tjóð­ veldis­flokkinum farvæl, langt frá tí, men eg óttist fyri, at niðurstøðan omanfyri lættliga kann fara at gerast veruleiki. Hetta merkiliga og paradoksala og fleiri hundrað ára gamla sam­ bandið, Ríkisfelagsskapurin, sum onkur rópar fyribrigdið, ið vit hava ligið, livað og virkað undir, hevur onkursvegna fostrað ein sjáldsaman strá­mannakultur uppi við sær. Vit stórtrívast sum umboðsmenn fyri fremmant vald á øllum mótum. Stór­trívast sum viljaleysir papa­ geykar fyri fremmant politiskt vald og fyri fremmandan kapital. Sum nevnt frammanfyri stendur greitt skrivað í samgonguskjalinum, at »Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.« Tað kom ikki óvart á, at danir prompte punkter­aðu hesa ætlanina. Kenn­ ir man skipanina rætt, so hava teir umgangandi givið nýslokta løgmanni okkara, provins­guvernør­ inum Akseli V. Johannesen, tey greiðu boð, at ætlanir sum hendan als ikki verða toldar í býnum, har sum teir gøll­halda skeyt­inum til føroyska matrikk­ ulin – í Keyp­manna­havn. Fáar dagar seinri staðfestir danski uttan­ríkis­ráð­harrin stórdonsku støðuna, á evsta røðarapalli dana – í Fólkatingssalinum – at ongin ivi skal vera um, at Danmark, Grøn­ land og Føroyar ikki bara eru eitt og sama land, men at hesi eis­ini eru ein og sama tjóð. Nakrar dagar seinri kemur so løgmaður sum ketta úr høvdatrogi, og ger tekn­ um sínum greitt í Degi og Viku, at: »Málið er sjálvandi at vera innan­fyri donsku Grundlógina og danska Ríkisfelagsskapin, tað er tað sum arbeiðið gongur út uppá, tað er ikki ætlanin at fara úr Ríkis­ felags­skapinum, men hvat liggur innanfyri er altíð ein spurningur man kann diskutera.« Maðurin umsitir stjórnar­ skipanar­mál, harvið tosar hann fyri alt landsstýrið, og tí ber ikki til at staðfesta annað enn at hendan samgongan, har Tjóðveldisflokkurin er annar av stóru flokkunum, virkar fyri framhaldandi at vera undir donskum ræði. Republikanski for­mað­urin var ikki serliga sann­ før­andi, tá Brynhild Thomsen skrubbaði honum í Radaranum í Útvarpinum við útsagnum løgmans. Har brast tann fyrsta illusiónin, sum annars fekk loysingar­hjartað at duka títtari teir fyrstu dagarnar eftir skjalfestu sáttina um hetta sama. Hendan Tíðargrein Hóast fá hava varnast tað, so er tað ein sannroynd, at leygardagin í hesi vikuni eru tveir mánaðir – 61 sólarringar – runnir undan okkum síðani stjórnarskifti var í landinum. Søguliga dagin, hin 14. september, skrivaðu frontmenn sam­ gongunnar, Aksel, Høgni og Poul, undir sáttarskjal flokkanna ímillum. Tað er sum flestu frístílar av hesum slagnum, tá nakað er fráliðið, er tað ikki ein skel sum minnist ein einasta stav í niðurfeldu orðunum. Umframt mentanarpolitikkin, sum sjaldan vignast undir javnaðarumsjón, hevði mítt tilkomna tjóðveldishjarta serligan áhuga fyri stjórnarskipanar- og fiskivinnupolitikkinum »Tilfeingisbúðin hjá Tobba, Gávubúðin hjá Vestergaard, og Strámannabúðin hjá Høgna«