Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 29 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tórbjørn Jacobsen Varaborgarstóri í Runavíkar kommunu sam­gongan ætlar framhaldandi, at alt Føroya fólk skal agera sum politiskir strá­menn fyri danskt vald í egnum landi. Og tað ringasta er so tað, so púrasta úr lagi, at tað kvøtt­ir ikki heldur úr einum einasta av tinsoldátunum – ting­monn­unum – um hetta sama mál. Stjórnar­ skipanar­málið. Úr allari tøgnini kom nú eitt annað mál brestandi fram á torg. Hitt nú so famøsa svartkjaftamálið. Sum vera man hongur tað eisini í leysum lofti, tí hvørki fólk ella vinna hava minstu hóming av hvat ið fer at henda í fiskivinnupolitikkinum undir hesi samgonguni. Í tveir mán­aðir hevur samgongan sitið og tøvt uppi yvir hesum týðandi máli, og nú ein góðan mánað fyri jól skal rættiliga díkjast á og hóvast upp av felt­inum, fyri at fáa bara ein part av hesi nýásettu kvotuni til høldar. Í samgonguskjalinum verður sligið fast, at: »Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og sam­felagsliga burðardyggur.« Spurning­urin er so hvussu hendan fyrsta handlingin stendur í mát við hetta uppáhald. Ein breiður frontur í samfelagnum, umboðaður í Fiski­ vinnuráðnum, skjýtur við skørpum eftir uppskotinum hjá lands­stýris­ manninum í fiskivinnumálum, og vinna og manningarfeløg meta, at ætlanin gongur beint ímóti fiskivinnupolitisku kreddu sam­ gongunnar omanfyri. Upp­skotið er hvørki lívfrøðiliga, búskapar­ liga tíansheldur sam­felags­liga burðardygt, halda teir uppá í Fiski­vinnu­ráðnum. Annars er hetta ikki annað enn framhald av feudala politikkinum hjá Vestergaard, politisk útluting við smáum frá­ brigdum kortini, og nú man tað fara at vera umráðandi at fáa til høldar nummarið á fartelefonini hjá ministar­anum soleiðis, at Vestergaard kann konverterast til Hoydal í nummar­goymsluni, fyri at sleppa framat ognum Føroya fólks á føroyskum havleiðum. Olympiska veiðan og felags­ kvotan fara ivaleyst at hava tað við sær, at ein stórur partur av veiðini verður landaður uttan­ lands, ímeðan tað sum eftir er fer inn á krematoriið til bræð­ingar í Fuglafirði. Og hendan bureau­ kratiska deyðssyndin, at áseta gjald fyri hvørt kilo, sum Tjóð­veldis­ flokk­urin íðin hevur stríðst ímóti annars, gjørdist nú eisini veruleiki fyri hetta fiskaslagið. Amboðið sum embætis­menn nú í uppaftur størri mun fara at skrúva uppá, fyri at fáa vælferðina og fíggjarlógina at hanga saman. Gevindið gongur líka at strádeyðanum hjá vinnu og manningum og til endans hjá øllum fólkinum. Setningurin í uppritinum hjá Fisk: »Tað nýggja í býtinum er, at sum ein liður í at gera føroysk fiski­rættindi atkomulig hjá øllum verða 143.000 tons (skal óivað standa 120.000 tons; - viðmerking hjá Fiskivinnuráðnum) av tøku kvotuni latin til felagskvotu, sum øll føroysk fiskifør við veiði­loyvi kunnu fiska av«, fer iva­leyst at fáa skriðan rættiliga fram í lógvunum á útlendskum kapitali og strá­ monnum, soleiðis sum av­mynstraði tjóð­veldis- og fiski­maðurin í Norð­oyggjum so greitt boðaði frá ímorgun. Í hvussu er sæst ikki far­ vegurin av marknaðarviðurskiftum og reguler­ingum í hesum átaki, og sloganið, »at gera føroysk fiski­ rættindi atkomulig hjá øllum«, er í júst hesum málinum tað reina slutur og vrøvl, tá tað einasta sum kann flotna uppúr kjalarslóðini fer at gerast kreativt strá­manna­virk­ semi – verri enn nakrantíð. Einaferð tosaðu teir um Til­ feingis­búðina hjá Tobba, seinri um Gávu­búðina hjá Vestergaard, og tað mundi ikki vera ætlanin, at vit frá hesum báðum nú skuldu førka okkum yvir til Strámannabúðina hjá Høgna. Fyrrenn vit fáa at vita hvat hesi fólkini, sum nú skulu eitast at umboða okkum úti við heima­ stýris­radiatorarnar, ætla, fáa vit ikki annað enn staðfest, samsvarandi tí syndrinum vit sporadiskt fáa serverað í miðlunum, serliga frá heil­sølu­manninum í heimastýris- uttan­ríkis­málum, at vit skulu rokna við, at vinnan kring landið og ser­liga fólkið kring landið, uttan­ fyri bøgarðarnar í Tórshavn, av álvara skal leggja rygg til, fyri at hendan samgongan, spekkað við metro­sexuellum politikarum, kann halda stásið í almenna sektorinum í høvuðs­staðnum við líka og væl tað. Har liggur potentialið fyri teirra egna aftur­vali. Og hitt eina valdømi hevur enn einaferð prógvað seg sum eina sanna katastrofu. Í politiska mjørkatáminum, har ongi ljóð eru at hoyra, yvirhøvur, gandast fram politiskir strámenn fyri fremm­ant vald og fremmandan kapital. Javn­vágin skal haldast á fíggjar­lógini við at seta eitt bureau­ kratiskt taxametur inn í vinnuna og í bivreið­urnar hjá øllum teimum, ið mega aka á vegunum fyri at koma til og frá vinnu. Koma Aksel, Høgni og Poul ikki fram á torg í skundi og siga okkum, hvaðar teir ætla sær at fara við teimum burðardyggu Føroyum, sita vit bara og bíða eftir almennu yvirísingini, og í ringasta føri kann tað enda sum umborð í íslendska togaranum Torkeli Mána yviri á Flamingjagrunni á sinni, har teir í fúlasta ódnarveðri til endans vórðu noyddir at brenna gálgarnar av honum fyri at fáa kjølfestuna aftur. Onkur skal hava spurt Poul Michelsen, hin mest snakksaliga leiðaran higartil, um samgongan hevði umhugsað at fremja nakrar sparingar, nú fíggjarlógin skuldi skrúvast saman, ájú, varð svarað, tey høvdu roynt okkurt hissini í einum føri, men tað miseydnaðist, tí meðan onkur royndi at nartla burturav hesi einu kontuni hóvaði onkur annar uppá, við tí úrsliti, at raksturin bara vaks, tí var tann royndin, at rationalisera samfelagið, endaliga slept. Vælsignaðu tit oddamenn lands­ins, komið út til okkara, fólkið, ikki minst veljarar tykkara, og sigi okkum frá hvat tit ætla, alternativt drukna tit í andstøðunnar væl­ smurdu mýtum og í skaðafróum skýma­skots­skrønum, og tað var nú ikki ætlanin, tá tit útbasuneraðu tykkum sum alternativið til alt tað »ónda« sum hendi undir ræði teirra Kaj Leo, Jørgens og Jensiar. Góðan arbeiðshug – ímeðan vit bíða eftir Alternativinum. »Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum«