Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-11-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. november 2015 sosialurin 131 30 Framtíðar Føroyar og Altjóða gransking gevur eina greiða ábending um, at útlát av vakstrarhúsgassum vaksa alsamt. Staðfest verður eisini, at ein týðandi orsøk til veðurlags­ broytingar er útlát frá mannavirksemi Veðurlagsbroytingar koma eisini at ávirka Føroyar og føroyskt umhvørvi. Vit hava tí sett trimum almennum leikarum stevnu og spurt, hvat hesir siga um veðurlagsbroytingar, og hvønn týdning og ávirkan hesar fara at hava fyri Føroyar í framtíðini. Fara veðurlagsbroytingar at hava stórt árin her um okkara leiðir? – Tað liggur heilt fast, at Jørðin sum heild hitnar, og at hetta er av manna­ ávum; men fyri Føroyar eru ymisk viðurskifti, sum gera tað tor­ført at siga, hvussu veðurlagið fer at broyt­ ast hjá okkum. Fyri tað fyrsta liggja Før­oyar á markinum til Arktis, og vit vita ikki, um markið fer at flyta seg av veður­lagsbroytingunum. Haraftrat er okkara veðurlag sera bundið at havstreymum og vindi. Um teir broytast, so er eisini ilt at siga, hvat fer at henda. Tað liggur tó fast, at broytingar verða. Vit vita bara ikki hvørjar. Tað tykist tó hampiliga vist, at vit fara at fá meira avfall. Tá talan er um fiskastovnar og veðurlagsbroytingar, so vita vit, at eitt nú pelagisk fiskasløg hava broytt ferða­mynstur seinnu árini. Broytt veður­lag kann fáa fisk at leita í størri mun í føroyskt sjóøki, men kann sjálv­andi eisini flyta hann longur burt­ur aftur úr sjóøkinum. Eisini botnfiskur, so sum toskurin, kann uppliva hitabroytingar í sjónum so­leiðis, at hann hvørvur burtur. Aftur­at hesum er eisini spurningurin um hvørji onnur fiskasløg so møgu­ liga kunnu koma í staðin. Skulu almennu Føroyar upplýsa um veðurlagsbroytingar? – Stutta svarið er ja. Broytingar fara fram, meðan vit tosa, og fara hesar við tíðini at gerast enn ógvusligari. Men hóast hetta er tað torført at siga heilt neyvt hvørjar broytingarnar verða, og júst tað ger, at henda vísundin kann vera torfør at skilja. Avgerandi fyri veðurlags­broyt­ ingar­nar er eisini, at um munagóð al­tjóða átøk verða sett í verk beinan vegin, so veksur miðalhitin kanska 2°. Men hinvegin, um heimurin letur standa til ov leingi er sannlíkt, at miðal­hitin veksur heili 4°. Hesar broytingarnar ljóða kanska ikki av nógvum, men tær umboða ógvus­ligar broytingar nógva staðni í heim­inum. Einhvør tjóð og samfelag eiga at taka ábyrgd fyri veðurlags­broyt­ing­ um, eisini Føroyar. Almenni leik­lut­ urin hevur verið burtur leingi. Bæði kann­ingar og ætlanir hava verið frammi, men enn er lítið gjørt. Eitt nú má CO2 útlátið takast í fullum álvara. Her hevur SEV avrikað nógv seinnu árini við at byggja grøn­ ar og burðardyggar orkuskipanir. Her kann sigast, at undanfarna landsstýri tíverri ikki gjørdi arbeiðið hjá SEV lættari, men vísti heldur størri áhuga fyri at tryggja privatum rætt at fram­ leiða orku. Tað hevur týdning, at landsins mynd­ug­leikar greitt siga hvat, ið skal gerast í Føroyum í mun til veður­ lags­broytingar. Tíðarætlanir mugu leggjast og tilskilast má, hvussu átøk skulu fremjast í verki. Veðurlag og vísund Umsiting og broytingar Samrøða við Boga Hansen, havfrøðing Samrøða við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra Tað er einki at taka seg aftur í, at veðurlagsbroytingar gera seg gald­ andi í øllum viðurskiftum. Bæði í sam­felag­num her heima og í altjóða høpi. Ferðandi fiskastovnar, kanska serliga makrelurin, eru týðulig ábending um hetta. Gransking og inn­savnan av viðkomandi dátum eru helst ikki fullfíggjað, men tað er greitt, at okkum tørvar betri altjóða sam­starv, sum kann tryggja avtalur og loysnir, ið taka hædd fyri eitt nú veður­lagsbroytingum. Vit mugu heilt einfalt broyta hugsunar­hátt, ikki bara tá tað snýr seg um fisk og tilfeingi, men eisini í sam­bandi við orkunýtslu, uttan­ ríkis- og trygdarpolitikk. Tað er um­ráð­andi at skapa eina trygga fram­tíð. Broytingar í dag eru, sambært míni fatan, í stóran mun orsakað av veðurlagsbroytingum. Fer landsstýrið at endurskoða fiski­daga­skipan í mun til kvota­ skipan? – Tað hevur ikki eydnast at finna røttu skipanina fyri Føroyar enn. Lands­stýrið er í ferð við at endur­ skoða fiskiveiðiskipanina, soleiðis at neyð­ug atlit eisini verða tikin til yvir­skipað viðurskifti, so sum stovns­metingar, millumlanda sam­ starv. Trupulleikarnir í skipanini kunnu ikki einvíst tilskrivast veður­ lags­broytingum. Verandi til­mælis­ skip­an hevur ikki fylgt lív­frøði­ lig­um tilmælum í nógv ár, eins og ver­andi skipan ásetur fiski­dagar og kvot­ur árliga. Vit skulu finna fram til, hvussu vísundaligu til­mælini í størri mun kunnu vera avgerandi fyri áset­ingarnar. Endamálið kann sigast vera burðardygg veiða. Tað verður helst ikki rokkið í næstum, men tað er týdn­ingar­mikið at rætta tilgongdin verður funnin. Vinnan sjálv hevur illa ráð at seta í verk nýskapanir verk, so hvar ligg­ ur ábyrgdin? – Politiska skipanin hevur sjálv­andi ábyrgd fyri at gera eina hald­góða langtíðarskipan. Ein slík má so eis­ ini taka støði í viðurskiftum og tørv­ um hjá vinnuni og reiðarí­unum. – Einhvør tjóð og samfelag eiga at taka ábyrgd fyri veðurlagsbroytingar, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur 1.0 -1.0 0.5 -0.5 0 0 500 Summer temperature from proxy records Variability in proxy records Summer temperatures estimated from proxy records Temperature change relative to the 1961–1990 mean, °C Hvør skal seta kósina? Fyrri partur 2014 er skrásett fyri at vera heitasta árið í heimssøguni. Men longu nú eru ábendingar um, at 2015 verður enn heitari. Tað sigur heimasíðan hjá weather.com, sum endurgevur NOAA. Sagt verður, at bæði El Niño og veðurlagsbroytingar tilsamans eru orsøk til hetta. Avbjóðingin: Tá nú Jørðin hitnar, kann tað so ikki eisini í nógvar mátar vera ein fyrimunur í Føroyum? – Tað er torført at siga. Vit vita, at jørðin sum heild hitnar av manna­ ávum; men tað er ikki so lætt at siga, hvørjar broytingar verða hjá okkum. Vit liggja á markinum millum Arktis og um­heimin og eru ógvuliga ávirkað av havstreymum og av vindi. Um mark­ið ikki flytur seg, og streymur og vindur ikki broytast, so verður óivað heit­ari í Føroyum og samstundis eisini vátari. Tað er í dag ógvuliga tor­ ført at siga, hvussu veðurlagið fer at broyt­ast í Føroyum. Men, AT tað fer at broytast, er lítið at ivast í. Og broytingar í veðurlagnum føra við sær broytingar í natúruni. Plantur og djór fáa aðrar liviumstøður, og tað tilfeingi, sum vit liva av, fer eisini at broytast. So vit mugu brynja okkum til, at okkara umstøður verða øðrvísi, og at vit støðugt mugu broyta okkara til­feingisvinnur. Summi siga, at jørðin er hitnað orsakað av virksemi á Sólini? – Hasum er einki hald í. Hatta er gjølla kannað, og niðurstøðan er heilt greitt, at upphitingin hesi sein­astu 50 ár­ini stavar ikki frá sólini, men frá CO2 útláti og øðr­ um menniskjans­lig­um virksemi. post@sosialurin.fo Lagt til rættis: Annelien ramakers og ernst olsen Hitabroytingar í mun til miðalhitan 1961-1990 í °C Frávik í mátingum Mettur summarhiti Gransking