hósdagur 12. november 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. november 2015
sosialurin 131
31
Tað verður ikki soleiðis, at
flotin skal kollveltast eftir einum
degi, men hinvegin er neyðugt at
gera eina skipan, har broytingar og
tillagingar koma við tíðini. Til tað
krevst, at politiski myndugleikin
setir eina ávísa kós, sum skipanin
so kann halda seg til.
Samgonguskjalið sigur m.a.,
at »alt skal í land.« Sum soleiðis
verður vinnan ikki tann, sum skal
ganga á odda fyri broytingum. Tó
vita vit, at vinnan eisini ger týdn
ingarmiklar royndir við eitt nú
at gagnnýta alt tilfeingið. Hin
vegin siga royndirnar, at enn er
torført at skapa eina lønandi
vinnu burtur úr eitt nú slógvi og
innvølum. Tað er eisini ymiskt,
hvussu ymisku partarnir í vinnuni
megna at fremja broytingar.
Eingin ivi er tó um, at hesin
táttur fær týdning í framtíðini.
Landið skal stuðla og eggja til
áhaldandi gransking og menning,
í samráði við tey, sum longu fáast
við hetta. Soleiðis kann vinnan
mennast og gerast meira fjøl
táttað.
post@sosialurin.fo
Veðurlagsbroytingar
Vinnan
og veðurlag
Samrøða við
Herálv Joensen,
stjóra í Reiðara
felagnum
©AMAP
1000
1500
2000
es estimated
Long-term trend in proxy records
Summer temperatures from Arctic
weather station data
Year AD
Føroyski fiskiflotin fær ofta ákoyr
ingar fyri ikki at gera nóg mikið fyri
at laga seg til eitt nú spurningin um
at minka útlátið. Reiðarafelagið er
ein lítil felagsskapur og arbeiðir ikki
beinleiðis við veðurlagsspurning-
um.
Einstøk feløg og skip hava gjørt
ávísar umhvørvisligar tillagingar.
Dýra oljan hevur gjørt, at tað hevur
verið neyðugt at minka um oljunýtsl
una, sum so aftur minkar um saml
aða útlátið.
Nú tilfeingið tykist minka hjá fleiri,
fer vinnan so í størri mun at gagn
nýta allan fongin?
– Nakrar royndir hava verið gjørdar
at gagnnýta allan fiskin, men eingin
størri broyting er farin fram. Sam
gonguskjalið nevnir hugtakið »Alt
í land«, men hetta verður helst ein
størri avbjóðing. Enn vísa tær royndir,
ið hava verið gjørdar, at hetta skapar
meira arbeiði, men ikki eyka vinning.
Tað er helst rætt, at landsstýrið
gongur á odda við slíkum ætlanum.
Fyri flotan er rættiliga ymiskt, hvussu
skipabólkarnir hava møguleika fyri
ella ráð at gera viðkomandi royndir.
Tað er fyrst og fremst neyðugt, at
raksturin má kunna bera seg.
Eigur vinnan at fyrireika seg til
veðurlagsbroytingar?
– Vit vita, at broytingar fara fram; at
hitin veksur, uppsjóvarfiskur sum
sild og makrelur trívast væl her,
meðan minni hevur verið av botn
fiski. Vinnan dugir væl at finna loysn
ir, tá ymiskar avbjóðingar stinga seg
upp. Tað ber kanska til at siga, at júst
hesi evnini at loysa avbjóðingar eru
virðismikil, tá framtíðar loysnir verða
lagdar til rættis.
Tað er greitt, at møguligar ný
skipanir ikki vinna nakað, um átøkini
raka vinnuna soleiðis, at hon missir
búskaparliga fótafesti.
– Tað er fyrst og fremst
neyðugt, at raksturin
má kunna bera seg, sigur
Herálvur Joensen
Voxpop
Linda Klett
– Nei
– Eg haldi, at nakað broyting
verður nokk, og tað sum verður,
kemur at verða til tað betra,
so sum betri veður, vaksandi
ferðavinna o.a.
Jóna Mortensen
– Ja
– Eg rokni við, at globalar
broytingar eisini fara at merkjast
her. Veðurlagið verður ógvusligari,
fiskastovnar ávirkast, flyta kanska
burtur, eins og umhvørvið yvir
høvur verður meira óstøðugt.
Brandur Nólsoy
– Nei
– Eg vænti nakrar broytingar, men
ikki álvarsligar. Tá okkurt broytist
kemur væntandi okkurt annað
í staðin, soleiðis at ein javnvág
verður hóast alt.
Ár e.Kr.
Langtíðar mátingar
Summarhiti máldur á
arktiskum veðurstøðum
Arctic Monitoring and Assessment Programme
Arctic Climate Issues 2011
»Hvat nú, um alt er
nakað tvætl, og vit
skapa ein betri heim
til onga nyttu?«
• Egna orkuframleiðslu
• Varðveita regnskógirnar
• Burðardyggt
• Grønt virksemi
• Endurnýtsla
• Reint vatnn, luft
• Heilsugóð børn
• Og so framvegis...
Fiskimálaráðið fer at
varpa ljós á gransking
og menning, sigur
Høgni Hoydal
Heldur tú, at veðurlags
broytingar fara at
fáa álvarslig árin fyri
Føroyar í framtíðini?
Hví – hví ikki?
post@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen